Tórur aftur danskur meistari

Tórur Mortensen, sum venur í danska felagnum Aarhus 1900, royndi seg aftur í kapping um danska meistarheiti. Her skuldi hann m.a. verja gullið frá undanfarna vetri í Trýstøkk.

Tórur byrjaði við Trýstøkk. Her miseydnaðist fyrsta lopið, men tá hann í øðrum umfarið leyp 14,62 m hevði hann longu tryggja sær gullmerkið. Hann økti til 14,89 m í triðja, og í síðsta leyp hann aftur 14,81 m. Harvið gjørdist Tórur danskur meistari inni á fjóra sinni.

Seinna dagin var Longdarlop á skrá. Hetta er grein Tórur ikki venur. Hann er tó skjótur og hevur gott avsett. Hetta vísti hann við at leypa 6,93 m longu í fyrsta umfarið. Hann økti til 7,23 m í triðja. Síðstu lopini vóru lang, men tíðanverri vóru hesi yvirtrakk, tí endaði Tórur á fimta plássi bara 28 cm frá silvurmerkinum. Lopið var eisini persónligt met.

Viðmerkjast kann at úrslitini, bæðí í trýstøkk og longdarlopi, høvdu givið gull á oyggjaleikunum á Guernsey síðsta summar.