Hugaligt at kappast í Spjótkast inni um veturin

Tríggjar ungar kvinnur royndu seg í spjótkast í kappingini ”World Indoor Throwing” í Væxjø í Svøríki. Tær vóru Sunniva Bogadóttir, Elin Niclasen og Ai Waagstein.

Fyrst var tað tey vaksnu sum kastaðu, tvs 20 ár og eldri, og her luttóku Elin Niclasen og Sunniva Bogadóttir. Tær hava báðar upplivað stórar broytingar seinasta árið. Elin við at hon bleiv mamma síðsta summar, og Sunniva við tað, at hon flutti til Danmarkar í lestarørindum.

Hjá Sunnivu var tað ein test av, hvussu tað riggar, nú hon venur undir nærum optimalum umstøðum í Keypmannahavn, við atgongd til høll at venja inni, tá veðrið ikki er til vildar. Venjarin er Kenneth Petersen, sum sjálvur hevur kastað spjótið út á 81,22 m, sum enn er danskt met. Hon legði út við at kasta góðar 36 m. Hon økti spakuliga inntil hon í fimta umfarið kastaði 37,85 m, sum gjørdist tað longsta. Tað er eyðsýnt at venjingin í Danmark hevur givið nógv, tí hon er munandi meir støðug, og harvið er botnstøði hækka munandi. Tað verður tí stuttligt at síggja, hvusu tað ferð at gang í summar.

Elin hevur havt trupuleikar við flognum av spjótinum, har hon hevur ”hálað niður” í spjótið, sum merkir at spjótið peikar ov langt uppeftir í mun til, hvønn veg tað flýgur. Fyrsta upphitingarkast sat væl og var omanfyri 30 m. Tað næsta miseydnaðist. So byrjaði kappingin, og í fyrsta kastaði hon, besta kast hon hevur kasta í vetur. Hon dróg eitt vet niður í kasti, men tað fekk tó eitt gott flog. Tíðanverri var kasti dømt ikki at markera, tvs at oddurin av spjótinum ikki var tað fyrsta sum nart við, tá tað lendi. Ergriligt, tí tað lendi væl uttanfyri 30 m strikuna. Næsta kasti miseydnaðst. Nú var ov nógv fokus at tekniskar detaljur og tí fór ferðin langt niður. Hetta gjørdi at hon fekk eitt góðkent kast, sum var 29,79 m. So var ferðin sett uppaftur, men aftur dróg hon í so nógv niður í spjótið og tískil markeraði onki. Hennara longsta var tí 29,79 m. Elin fekk tó víst, at hon hevur kraftina til at kasta langt, og tá teknikkurin aftur er stabiliseraður, so fara tey longu kastini at koma aftur.

Ai Waagstein var tann triðja. Ai kappaðist í bólkinum G16-17 ár, sum kasta við 500 g tungum spjótum. Ai hevur kastað væl til venjing, og hetta gjørdi hon eisini í upphitingini. So byrjaði kappingin, og her løgdu dómarar eina sera harða linju frá fyrsta umfarið, við tí úrslitið at tá allar høvdu kastað tvær ferðir (26 kast í alt), høvdu teir kolldømt tey 17 kastini. Tíðanverri vóru bæði kastini hjá Ai kolldømd, men hon lat seg ikki nerva, hóast eitt afturat, sum ikki markeraði vildi merkt, at hon ikki slapp at halda áfram í kappingini. Í triðja bar til, og fekk hon máta kasti til 35,09 m og tryggjaði sær harvið, at hon slapp at halda áfram. Hon økti ikki í teimum síðstu trimum, men var tó stabil omanfyri 30 m. Kastini hjá Ai vístu, at har er meir at heinta, tí hon hevði meir ferð á enn hon plagar, og tað gjørdi at blokkurin ikki helt. Hetta førdi við sær at hon ikki fekk eina sleingji-effekt, sum man kann fáa, og tað er har tær stóru longdirnar eru at heinta.

Nú verður so farið heim aftur at venja fram til summarið. Meðan Sunniva ferð at venja í Keypmannahavn, kunna Ai og Elin síggja fram til nógvar kaldar og vátar venjingar á Tórsbreyt, ella um veðrið er heilt av skriðini, so bara kaldar venjingar undir hálvtakinum á Tórsvølli, har tað av góðum orsøkum ikki er møguligt at venja við spjótinum, og tí verður tá bara vant við bóltum.