Nýggj og kend andlit tá yngru hvirlurnar vístu síni kynstur

Tað er ikki uttan kensluna av stoltleika at man stóð á Tórsbreyt og hugdi at, hvussu yngru hvirlurnar hugnaðu sær á Tórsbreyt tá fyrsta umfar av Grandi Prix á breyt varð fyriskipa í dag. Tey kempaðu – og fingu nógv góð úrslit fyri innsatsin.

Dreingir yngri enn 7 ár

Har er tilboð um eina kapping til tey allar yngstu, og hesaferð var bóltkast á skránni. Derek Rasmussen hevði avgjørt at royna sína fyrstu kapping, og tað gekk væl. Hann legði út við at kasta 145 g tunga bóltin út á 4,38 m. Næsta lendi heilt úti á 6,16, meðan tað síðst miseydnaðist.

Derek ger seg kláran at kasta

Gentur 10-11 ár

Mia Ásadóttir valdi at royna seg bæði á 100 m teininum og í longdarlop. Fyrst var 100 m á skránni. Tá skotið fór leyp hon av stað, og var hon skjótt upp at renna sítt allar besta. Hon kempaði allan vegin og á málinum segði tíðin 18,99 sek (w: -0,8 m/s).

Mia leypir longdarlop

Mia fór síðan beina leið til longdarlop, har heilar 13 skuldu kappast. Hetta ávirkar kappingina rættuliga nógv, tí tað gongur long tíð millum lopini og tað ger tað ikki lættari, tá man stendur og bíðar í kalda vindinum. Mia legði út við at leypa 2,91 m. Næstu royndurnar vóru góðar, men ikki heilt so langar sum tann fyrsta, sum tískil bleiv tað besta hesaferð.

Dreingir 10-11 ár

Hjá teimum 10-11 ára gomlu dreingjunum vóru tað heilar  seks hvirlur, sum høvdu boðað frá luttøku. Fyrsta greinin var 100 m. Nógvu luttakararnir gjørdu at kappast var í tveimum riðlum. Jóhan Waagstein og Tóki Bárðarson Dahl vóru í fyrra riðlinum. Teir sprungu avstað tá skotið fór og beian vegin vóru teir millum teir fremru, har teir kappaðust allan vegin. Tóki var fyrstur við tíðini 16,33 sek (w: -1,5 m/s), sum er 0,53 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Jóhan kom á mál á triðja plássi við tíðini 17,01 sek, sum er 2,05 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Pætur Krosstein, Christian Dal Christiansen, Domenik Rasmussen og Rói Thomassen royndu seg í næsta riðli. Her komu allir væl avstað tá skotið fór og stuttligt var at síggja teir kempa allan vegin. Pætur kom næstur á mál við tíðini 17,22 sek (w: -0,8 m/s), meðan Christian gjørdist nummar 4 við tíðini 17,59 og Rói nummar fimm við tíðini 18,27 sek, sum er 0,51 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Domenik kom á mál sum nummar seks við tíðini 19,46 sek í síni fyrstu kapping á Tórsbreyt nakrantíð.

Fyrri riðil er farin avstað við Jóhan og Tóka í miðjuni

So var longdarlop á skránni, og her vóru allir fimm aftur til dystin fús. Jóhan legði út við at leypa 3,13 m, sum er 8 cm longri enn hann hevur lopið áður. Pætur leyp neyvt somu longd í síni fyrstu kapping, meðan Rói legði 12 cm omaná sítt persónliga met við at leypa 2,86 m. Christian var beint aftanfyri við 2,74 m, sum er 1,74 m longri, enn hann hevur lopið áður, meðan Tóki legði út við at leypa 2,68 m í síni fyrstu kapping. Pætur legði 16 cm afturat í øðrum lopið og Christian legði 14 cm afturat. Í síðsta umfarið leyp Pætur heilt út á 3,47 m og tryggjað sær fyrsta pláss í spennandi kappingini, meðan Jóhan kom heilt út á 3,33 m og legði harvið tilsamans 28 cm afturat sínum persónliga metið. Hetta rakk til eitt triðja pláss samanlagt. Christian kom eisini á fyrsta sinnið útum 3 m strikuna við 3,11 m í síðsta lopið, sum rakk til eitt fjórða pláss. Rói var líka við eisini, at koma útum 3 m strikuna tá hann í síðsta umfarið leyp 2,93 m og harvið legði tilsamans 19 cm afturat sínum persónliga metið.

Pætur
Tóki
Rói

Jóhan, Christian og Rói royndu seg síðan við 145 g tungu bóltunum. Her legði Jóhan út við at kasta heilar 25,27 m, meðan Christian kom út á 20,27 m. Fyrsta kasti hjá Róa miseydnaðist. Í Næsta umfarið sat tað hjá Jóhan, sum kom heilt út á 34,17 m. Rói fekk tað at rigga og kom heilt út á 24,65 m, sum er næstan 5 metrar longri enn hansara gamla persónliga met. Í síðsta umfarið kom Christian heilt út á 28,80 m og legði seg á fjórða pláss, eitt pláss frammanfyri Róa á fimta pláss, meðan Jóhan endaði sum nummar tvey.

Jóhan

Tá skotið fór á 600 m teininum, sum er 1½ umgangur á Tórsbreyt var Christian aftur til dystin fús. Hann legði hart út í síni fyrstu roynd á hesum teininum, fyri síðan at leggja seg á eitt meir javnt tempo restina av teininum. Á málinum segði klokkan 2 min 33,83 sek, sum rakk til eitt fjórða pláss.

Christian

Gentur 12-13 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen, Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Sólja Rye stóðu klárar tá starturin fór á 100 m. Elena kom avstað millum tær fremru og bardist um fremstu plássini allan vegin, og endaði hon, at ogna sær annað pláss við tíðini 15,48 sek. Harvið hevur hon higartil í ár bøtt um sítt persónliga met við heili 1,85 sek. Bjalla og Sólja royndu seg á fyrsta sinnið á 100 m teininum, men tað sá ikki út til at nerva tær. Tær ruku avstað saman við Elenu og hinum og kempaðu allan vegin til málstrikuna, har Bjalla fekk tíðina 17,92 sek og Sólja 20,23 sek, sum rakk til ávikavist 5. og 6. pláss.

Bjalla, Elena og Sólja

Bjalla helt síðan leiðina fram til diskuskast, har hon aftur skuldi royna seg á fyrsta sinnið. Longu í fyrsta kastinum kom Bjalla heilt út á 12,01 m. Í royndini at koma enn longur, koyrdi hon alt í næstu tvey kastini, men hesaferð vildi tað ikki sita. Hon endaði sostatt við 12,01 m, sum rakk til eitt annað pláss.

Bjalla

So var trýstøkk á skránni, og her vóru allar tríggjar við aftur. Elena legði seg á triðja pláss, eftir at hon í fyrsta umfarið leyp 8,03 m, sum er 95 cm longri enn hon hevur lopið áður. Bjalla leyp 6,48 m meðan lopið hjá Sólju miseydnaðist. Í øðrum umfarið økti Bjalla til 6,72 m, meðan Sólja kom út á 5,51 m. Bjalla økti aftur í triðja, hesaferð til 6,99 m, meðan Elena, sum undan triðja umfarið enn lá á einum triðja plássi økti til 8,21 m, og tók harvið fyrsta pláss í kappingini.

Sólja

Síðsta kappingin var 600 m, og her var Elena aftur klár. Hon plagar at standa seg væl í miðteinarenning, og so var aftur hesaferð. Hon legði beinan vegin sjógv millum seg og hinar, og her økti hon allan vegin. Á málinum segði klokkan 2 min 01,59 sek, sum er smá 3 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Elena

Dreingir 12-13 ár

Terji Dal Christiansen, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Baldur Báruson Persson stóðu allir klárir á startinum, tá skotið fór til 100 m kappingina. Hjá Terja og Baldur var hetta fyrstu ferð teir royndu seg á hesum teininum. Teir kempaðu tó allir væl, og komu á mál við tíðunum 17,30 sek (Terji), 18,17 sek (Jógvan Ingi) og 22,21 sek (Baldur). Hetta rakk til ávikavist 3., 4. og 5. Pláss. Tíðin hjá Jógvan Inga var 2,40 sek skjótari enn hann heur runnið teinin áður.

Terji, Jógvan Ingi og Baldur

So gekk leiðin til diskuskast har allir tríggir aftur vóru klárir til at royna seg í hesi grein á fyrsta sinni. Terji legði út við at kasta 17,04 m, meðan Baldur kom út á 10,53 m og Jógvan Ingi kom út á 9,93 m. Terji økti í øðrum umfarið til 17,67 m og Jógvan Ingi økti til 14,66 m. Annað kast hjá Baldur miseydnaðist. Ongin kom longur út í triðja umfarið og sostatt endaði Terji sum nr 1, Jógvan Ingi sum nr 2 og Baldur sum nr 5.

Baldur royndi seg eisini í trýstøkk, sum er grein hann enn ikki hevur roynt, heldur ikki til venjing. Hann vísti tó at hann hevði grund-teknikkin uppá pláss, men hesaferð fekk hann ikki heildina at sita og fekk tí onki lop máta.

Baldur

Síðsta greinin var 600 m, har Terji aftur var klárur. Hann legði hart út, fyri síðan av taka fótin eitt sindur av speedarnum, fyri at kunna halda støðugt tempo restina av teimum 600 m. Tíðin gjørdist 2 min 26,12 sek, sum er 14 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Terji

Næsta kapping verður 29. Mai, og vóna vit aftur at síggja nógvar Hvirlur vísa hvat tær duga, men inntil tá venja vit sum vant á Tórsbreyt.

Tórur danmarksmeistari við føroyskum meti

Tórur Mortensen hevur áður luttikið í 3 kappingum innandura, og vunnið allar, umframt at hann hevur bøtt um føroyska metið innandura. Úrslitini gjørdu at hann byrjaði sum favorittur til at ogna sær gullið í kappingini.

Longu í fyrsta lopinum bøtti hann enn einaferð um føroyska metið. Hesaferð til 15,01 m, sum er 2 centimetrar longri enn metið hann setti fyri 14 døgum síðani. Í næstu trimum lopunum argaði atrenningin aftur, har hann kom ov langt niður í næstsíðsta fetið, og tí misti hann ov nógva ferð og fekk ov nógva hædd í fyrsta lopið. Hann var tó enn á einum tryggum fyrsta plássi, tá hann gjørdi klárur til at royna seg í fimta umfarið. Ferðin í atrenningin var á góðari leið, men hann var í so lágur tá hann kom inn á plankan, og tí var hann noyddur til at geva ov nógv eftir og harvið fekk hann ikki neyðugu kraftina í avsetti. Hann var tó tolin á plankanum og fekk tí ferðina við sær inn í næsta avsett umframt at hann fekk slyngu-effektina á avsett beini, sum harvið kom skjótt fram til at seta av til næsta lopið. Næsta lopið sat væl og somuleiðis tað síðsta. Hóast Tórur ikki kom inn á plankan í fyrsta lopinum, og harvið leyp minst 20 centimetrar frá har lopið bleiv máta, so gjørdist longdin 15,37 m. Harvið legði hann 36 centimetrar afturat føroyska metinum. Síðsta lopið miseydnaðist, men teir 15,37 m hann leyp í fimta umfarið, var næstan ein heilan metur longri enn tað besta hjá nummar tvey, so Tórur vann sostatt ein tryggan sigur og gjørdist sostatt danskur meistari fyri aðru fer.

Nú øll norðanlond hava gjøgnumført síni meistarheitir, og allir teir bestu hava lopið, liggur Tórur á einum sjeynda plássi á norðulendska avrikslistnum aftanfyri 4 sviðar og 2 finnar.

Tórur Mortensen bøtti um føroyska metið í trýstøkk

Í síni næstu kapping eftir at at Tórur flutti til Aarhus legði hann 21 centimetrar omaná føroyska metið. Metið, sum hann setti í somu høll, hann nú venur í, náddi sostatt at blíva 4 ár og 1 dag gamalt.

Kappingin byrjaði ikki eftir ætlan. Aftur hesaferð argaði atrenningin. Í fyrstu trimum lopunum miseydnaðist atrenningin heilt, og blivu tey tí ikki máta. Í fjórða tók hann eitt róligt lop, og kom út á 14,33 m, fyri aftur í næstsíðsta lopið at gera yvirtrakk. Tórur var sostatt 25 centimetrar aftanfyri tann fremsta undan síðsta umfarið. Her fekk hann tó betur skil á atrenningina, um enn ferðin ikki var optimal. Hann leypur tó væl, og tá máta var segði mátibandi 14,99 m. Føroyskt met og aftur vann hann kappingina.

Í løtuni er Tórur nummar tvey á norðurlendska avrikslistanum fyri veturin 2020-21. Enn er árið tó ungt, so vantandi fara fleiri at gera um seg, umframt at Tórur við verandi gongd vantandi tekur seg fram eisini. Um sammet verður við avrikslistan fyri 2019-20, sum var áðrenn Corona rakti, so hevði hann við úrslitinum í Aarhus ligið sum nummar 15 við ársenda.

Næsta kappingin hjá Tórur verður komandi vikuskiftið í Keypmannahavn, har hann vónandi fær atrenningina at sita betur. Eftir tað, er tað so dysturin um danska meistaraheitið eina viku seinni, sum er primera málið í vetur.