Sprintararnir eru í toppform

Sprint er ein einkul ítróttargrein. Hetta merkir eisini venjingina, sum hevur fýra trin, har ein byrjar við trin 1, so verða trin 1 og 2 koyrd síðuleypandi. Tá tað er við at seta seg kemur trin 3 upp í, soleiðis at tey fyrstu trý trinini koyra saman áðrenn farið undir at venja trin 4. Trinini eru:

  1. lær at renna rætt
  2. lær at koma effektivt upp í ferð (acceleratión)
  3. fáa toppferðina upp
  4. lær at halda ferðina (sprintúthaldni).

Fyrsta umfarð av ársins grand prix kappingum á breyt, var eitt høvi at vita hvussu gongur við sprintvenjingini, har tey eldru eru komin upp til trin 4, tó við áhaldandi eygleiðing og um neyðugt justering av fyrru trinunum, meðan tey yngru enn arbeiða á lægru trinunum.Yngsti luttakarin hjá Hvirluni á 100 m teininum var Elena Ellindsdóttir Olsen, sum kappast í bólkinum gentur 12-13 ár. Elena, sum venur við ein av yngru liðunum í Hvirluni, rann seg fram til eina tíð uppá 17,33 sek, sum hóast ein mótvind uppá 3,2 m/s er 0,74 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen (gentur 14-15 ár) arbeiðir enn við rennistíl og acceleratión. Har er hon við at koma hartil at toppferð verður tikin við í venjingina, meðan sprintúthaldni ikki er relevant enn. Serliga í startinum hevur Jóhanna eina stóra styrki, og var hon væl fremri enn hinar eftir fyrstu 10 metrarnar, men at hon ikki hevur vant sprintúthaldni merkti at munurin vantandi kom at minka. Jóhann er tó fightari, og helt á mál, har tíðin segði 14,34 sek (w: -0,3 m/s), sum er ein sera flott debut á hesum teininum.

Miso Buha (dreingir 16-17 ár) hevur í seinastuni nýtt nógva orku uppá at justera rørslumynstri í sprint, soleiðis at hann fær nýtt alla orkuna til at skapa ferð. Her kom veruligt hol á fyri stuttari tíð síðan, og síðan hevur venjing víst at ferðin er økt munandi. At fáa nakað so nýtt at rigga í kapping er ikki sum at siga tað. Miso var eisini ov uppspentur í byrjanini, og gleið aftur í gamla teknikkin, men fekk justera soleiðis, at hann kom upp at renna rættari móti endanum. Hóast hann rann nærum einasamallur allan vegin, so megnaði hann at renna teinin uppá 12,25 sek, sum bara er 0,08 sek frá hansara persónliga meti. Tað er ongin ivi um at hann er klárur at koma undir 12 sek.

Dánjal Dahl Ljósheim (menn), venur mest langsprint og miðtein, men fyri at optimera úrslit á longsta sprint teininum (400 m) er toppferðin avgerandi, og har er 100 m ein góð test. Í seinastuni er fokus hjá Dánjal flutt yvir á acceleratiónina og toppferðina, meðan specifikt sprintúthaldni enn ikki er í fokus. Dánjal kom væl avstað, og kom skjótt upp at renna, toppferðin er enn ikki heilt komin uppá pláss, men hann kom tó á mál bara 0,07 sek frá sínum persónliga metið hóast mótvindurin var 2,3 m/s. Eins og hjá Miso, so er ongin ivi um at Dánjal kemur undir 12 sek tá umstøðurnar at renna eru betur.Tórur Mortensen (menn), er leypari, men eigur eisini føroysku metini á 100 og 200 m. Hann hevur ein góðan sprint-teknik, og eina nøktandi toppferð í mun til tað at leypa, sum er tað primera. Av tí at hann ikki er sprintari, er ikki nógv orka nýtt uppá at optimera sprintúthaldni, men tó hava venjingartíðir títt uppá, at hann er klárur at renna skjótt. Tíðanverri gjørdi kuldin og mótvindurin (-2,3 m/s) at metið helt, men ein tíð uppá 11,48 sek, sum er meir enn ½ sek skjótari enn nakar annar megnaði á degnum vísur, at hann hevur fingið góðan basa í síni fyrireiking til lopvenjing.

At øll megna at renna upp til ella skjótari enn teirra besta í kuldanum og vindinum á Tórsbreyt í dag vísur at veturin hevur lagt ein botn, sum verður áhugaverdur at byggja uppá í summar.

Fleiri myndir her

Miðteinurin styrknar støðugt

Miðteinarenning er ein samanrenning av ferð og úthaldni. Ferðin krevur ein góðan renniteknik, og sami teknikkur er eisini eitt grundarlag undir einari optimalari orkunýtslu tá runnið verður. Úthaldni er hin parturin av venjingini, og her arbeiðið eg altíð út frá rennistílinum, soleiðis at hvørki intervallir ella seinni langir túrar, mugu verða so krevjandi at teknikkurin fer, tí tá vil úrslitið verða ein orku-innefektivur teknikkur sníkir seg inn í renningarlagi.

Yngsta hvirla sum royndi seg var Elena Ellindsdóttir Olsen (gentur 12-13 ár). Teinurin hon rann var 600 m. Elena, venur við einum av yngru liðunum hjá Hvirluni. Elena er ein klókur rennari, tí hon legði út í einum róligum tempo, sum hon visti hon megnaði at halda. Eftir fyrstu 200 m økti hon tempo eitt vet, meðan hon síðstu 200 m kempaði fyri at halda tempo. Hetta eydnaðist til fulnar. Úrslitið gjørdist 2 min 14,47 sek, sum er smá 5 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Kristina Verlandsdóttir Hayfield (gentur 14-15 ár) royndi seg aftur á 1000 m. Kristina hevur arbeitt við at optimera rennistílin í vetur. Hetta hevur gingið so mikið væl, at hon fyri einum mána síðan fór í gongd við at renna intervallir. Í byrjani styttri (300 m) intervallir, fyri at umganga at rennistílurin fór aftur. Í dag var so fyrsta verðuliga testin av framgongdini. Kristina legði í so hart út, nakað sum vanliga ger at tempo fellur heilt, men eyðkendi viljin hjá Kristinu gjørdi, at hon megnaði at skifta tempo eitt vet niður og halda bæði rennistílin og nýggja tempo allan vegin. Á málinum segði klokkan 3 min 37,66 sek. Tað er heili 32½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Dánjal Dahl Ljósheim (menn) royndi seg á 1000 m, sum er eitt vet longri enn hann er vanur við. Dánjal hevur í seinastuni fokusera uppá 400 m og 800 m. Í vetur hevur Dánjal lagt nógvar kilometrar afturat venjingarmongdini. Hetta hevur gjørt at botnstøði er hækkað, tí at orku yvirskotið er vaksi munandi. Hetta vísti Dánjal, tí eftir fyrstu 100 m rann hann einsamallur fremst í vindinum og kuldanum og harafturat spenti hann upp, og stytti tí um fetini og nýtti tískil ov nógva orku, so gjørdist tíðin 2 min 51,68 sek, sum er tað skjótasta hann hevur runnið teinin.

Fleiri myndir finnas her

Long lop longu í fyrstu kapping

Lopgreinarnar hava tað til felags at tær allar skulu konvertera ferðina í eini atrenning til eitt avsett. Grundleggjandi elementini í hesi atrenning og hvussu ein kemur inn i avsetti er rættuliga lík í longdarlop og hæddarlop, meðan serliga næstsíðsta fetið í trýstøkk brýtur frá hinum lopunum. Munurin á avsettunum er vinkulin, har trýstøkk er flatast, meðan hæddarlop er brættast. Kropsliga venjingin til ymsu lopini er tí rættuliga lík, umframt at tekniska grundvenjingin eisini líkist.

Yngstu bólkarnir lupu longdarlop, og her royndi Eyðun Ellindsson Olsen (dreingir 8-9 ár). Hann leyp 2,51 m í næsta umfarið, og fylgdi upp við at leypa 2,41 m í triðja. Bæði lopini vóru longri enn longsta lop hjá næsta leypara.

Elena Ellindsdóttir Olsen (gentur 12-13 ár) royndi seg á fyrsta sinnið í trýstøkk. Hon hevði valt at leypa frá 5 m plankanum. Fyrsta lopið gjørdist 7,08 m og tað næsta 6,10 m. So hendi ein feilur og dómarin dømdi yvirtrakk í tí síðsta, tí hann helt Elena skuldi leypa frá 6 m plankanum. Teir 7,08 m frá fyrsta umfarð er tó ein góð debut hjá einari, sum leyp sítt allar fyrsta trýstøkk hósdagin.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen (gentur 14-15 ár) hevur mest arbeitt við at fáa størri rørslur í lopini, men enn er hetta arbeiðið komi rættuliga stutt. Hon leyp tó longu í fyrsta lopið útum 9 m strikuna. Lopið bleiv máta til 9,22 m. í næsta økti hon til 9,68 m, sum er 28 centimetrar longri enn talentkravið, men har var ov nógvur undanvindur (3,4 m/s) til at kravið er góðkent. Triðja og síðsta lopið (í Føroyum fáa yngru bólkarnir av einhvørjari orsøk bara 3 royndir) miseydnaðist. Sær tó út til at venjingin er á rættari leið.

Miso Buha (dreingir 16-17 ár) hevur broytt atrenningina og rútmuna inn í og ígjøgum fyrsta avsettið. Hetta hevur givið ein stabilitet í lopunum, sum ikki hevur verið har áður, og tí er venjingin munandi meir gevandi enn hon hevur verið. Tað sást eisini í fyrstu lopunum, har hann “bara leyp”. Bæði blivu mátað til 12,72 m. so byrjaði Miso at pressa ov nógv, heldur enn at lata lopini henda, og tískil blivu rørslurnar ov stívar og smáðar. Fyrstu lopini vístu tó at hann er við at blíva klárur til at leypa langt.

Tórur Mortensen (menn) hevur stríðst við ein skaða leingi, men er í seinastuni byrjaður at leypa trýstøkk aftur. Enn venur hann bara við 3 fets atrenning, men her royndi hann seg við 6 fetum. So stutt atrenning merkir, at hann hevur sera lítið av ferð at arbeiða við, og tí skulu avsettini vera tað meir effektiv. Broytingin í ferð leggur so eisini tað byrðu omaná, at tempo og harvið timing er eitt annað, enn hann hevur vant. Hann leyp tó 13,17 m longu í fyrsta lopið, tað sást tó at hann var varðin. Hann økti til 13,20 í næsta, 13,29 m (w: -0,1 m/s) í triðja og 13,58 m (w: +4,2 m/s) í fjórða lopið. So valdi hann at steðga, men knæðið hevði staðið royndina, so her er eitt stórt trin afturat tikið hjá Tórur mótið tí, at leypa við fullari atrenning aftur. Til stuttleikar er vert at nevna, at oyggjaleikakravið er 13,30 m, so hann manglar 1 centimetur í at klára tað, eins og hann manglar 0,03 sek á 100 m, har hann hevði 2,3 m/s í mótvind tá hann rann.

Fleiri myndir síggjast her