LOADING

Type to search

Eldru hvirlurnar vístu aftur at tær megna

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Eldru hvirlurnar vístu aftur at tær megna

FMU er síðsta stóra kappingin á Tórsbreyt, og ungu hvirlurnar, sum møttu, vístu at framhaldandi taka tær seg fram.

Gentur 14-15 ár

Elena Ellindsdóttur Olsen og Ai Waagstein byrjaðu triðja dagin við Longdarlop. Báðar byrjaðu við at leggja 4 fet afturat sínari atrenning, hetta fyri at brúka nógva undanvindin betur. Hetta var eyðsæð ein góð avgerð, tí Ai leyp 3,57 í fyrsta lopið, sum er 32 cm longri enn hennara persónliga met. Elena leyp 3,80 í nsæta lopið, sum er 8 cm longri enn hennara persónliga met. Elena steðgaði tó ikki har, tí í fimta lopið kom hon heilt út á 3,92 m. Hetta rakk til eitt bronsumerkið í kappingini, meðan Ai við 3,57 m gjørdist nummar fimm.

Ai og Elena fóru síðan til 800 m startin. Her darvaði nógvi vindurin rættuliga nógv, men tær løgdu báðar væl út, og fylgdust fyrstu 400 m, men so setti Elena ferðina eitt sindur upp, og fekk lagt avstand til Ai, Ai helt tó á at kempa. Munurin millum tær báðar øktist eitt sindur seinna umgangin. Á málinum segði klokkan 2 min 49,48 sek hjá Elenu, meðan tíðin hjá Ai gjørdist 3 min 0,31 sek. Hetta rakk til ávikavist gull og silvur í kappingini. Viðmerkjast kann at hjá báðum var hetta fyrsta kappingin á hesum teininum, har tær ikki hava bøtt um sítt persónliga met.

So fór Ai til kúlustoyt, har Elin Johnsdóttir eisini var við. Ai hevur roynt kúlustoyt fleiri ferðir áður, meðan hetta var fyrsta royndin hjá Elin. Tað sást tó ikki, tí longu í fyrstu royndini kom Elin út á 6,39 m. Ai bøtti um sítt persónliga met við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna heilt út á 8,09 m í fyrsta umfarið. Tær øktu báðar í øðrum. Ai kom út á 8,39 m, meðan Elin kom út á 6,73 m. Elin megnaði aftur at bøta í triðja, hesaferð til 6,82 m. Tær royndu báðar at koma longri, men hesaferð bleiv tað endaliga úrsliti at Ai vann eitt trygt gullmerkið við 8,39 m, sum er 66 cm longri enn hon hevur megnað áður, meðan Elin vann silvurmerkið í síni fyrstu kapping við 6,73 m, 26 cm frammanfyri nr 3.

Dreingir 14-15 ár

Arni Bartal Joensen, sum plagar at vera klárur til allar kappingar, kom til skaða tá eitt stakitt datt omanfyri hann á Tórsbreyt leygardagin, og tí luttók hann einans í kúlustoyt hesaferð. Hann skuldi royna seg við 4,0 kg tungu kúluni. Longu í fyrstu royndini kom hann væl longri enn hansara persónliga met. Hann økti í øðrum og aftur í triðja, soleiðis at hann kom út a 5,27 m. Hann royndi so at kom enn longri í teimum trimum síðstu royndunum, men hesaferð blivu tær 5,27 m í triðja og fimta umfarið tað besta. Tað er 78 cm longri enn hansara persónliga met. Tað fekk hann gullmerkið fyri.

Gentur 16-17 ár

Vibeka Eiheilt Sivertsen, sum kappast fyri Treysti, var við á 800 m, sum er ein av hennara primer-greinum. Hóast bólkarnir 14 ár og eldri vóru lagdir saman fyri at økja um tali av rennarum, so var Vibeka í tí støðu, at hon visti at hon kom at renna einasmøll fremst allan teinin. Tí var avtala at hon skuldi arbeiða við rútmu og at renna lættan. Hesa avatalu helt hon, og hóast nógvan mótvind seinnu 200 m hvønn umgang, so rann hon fyrstu 400 m uppá 70 sek. Hon helt rútmuna og rennistílin seinna umgangin, men tá hon aftur rakti mótvindin, so minkaði ferðin nakað. Hon kom tí á mál við tíðini 2 min 23,92 sek, sum, eftir umstøðunum er flott úrslit.

Gentur 20-22 ár

Lydia Poula Simonsen royndi seg í kúlustoyt, har hon eigur føroyska metið við 4,0 kg tungu kúluni. Hon vísti at hon enn kann. Tí longu í fyrsta stoyti var hon nær við at fara útum 10 m strikuna. Kasti bleiv tó máta til 9,98 m. Hon hevði tó avgjørt at hon vildi útum 10 m, og í trijða umfarið kom hon út á 10,15 m. Hon royndi at koma enn longur, men hesaferð bleiv tað besta 10,15 m, sum hon fekk gullmerkið fyri.

Fleiri myndir síggjast á: https://photos.app.goo.gl/agjaa7MrWMa6UBHH8

Next Up

Trending & Hot