LOADING

Type to search

Persónlig met og bólkamet til yngru hvirlunar

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Persónlig met og bólkamet til yngru hvirlunar

Hvørt tað er renning, kast ella lop, so er tað hugaligt at síggja ungu hvirlurnar kempa, og á ársins síðstu kapping á Tórsbreyt vístu tær seg allar frá síni bestu síðu.

Gentur 8-9 ár

Sanda Højgaard Fosaa, sum royndi seg á fyrsta sinni í kapping á Tórsbreyt leygardagin, stóð klár tá starturin fór á 400 m teininum. Hesin teinur er longsti miðteinur fyri 8-9 ára gomlu genturnar. Genturnar løgdu hart út, og sá tað næstan út sum ein 60 m kapping, men tær hildu á at kempa, og helt ferðina. Sandra kempaði sera væl um positiónina allan vegin, og fyrstu 200 m megnaði hon at halda ferðina. So fall ferðin eitt sindur, men viljin var har, og gjørdi tað at tíðin bleiv so góð sum 1 min 36,64 sek.

Dreingir 10-11 ár

Eyðun Ellindsson Olsen royndi seg í longdarlopi. Her legði hann út við at leypa 3,16 m, sum er væl longri enn hansara persónliga met. Næsta lop var eitt vet styttri, men í trijða kom hann heilt út á 3,24 m, sum er 49 cm longri enn hansara gamla persónliga met.

Dreingir 12-13 ár

Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen, Jóhan Waagstein og William Erik Schilling Kruse byrjaðu við 3,0 kg tungu kúlunum. Jógvan Ingi legði út við at stoyta kúluna út á 8,18 m, sum er væl longri enn hann hevur megnað áður. William debuteraði við 3,0 kg kúluni við einum stoyti uppá 6,17 m, meðan Baldur stoytti kúluna nógv longri, enn hann hevur gjørt áður við at koma út á 6,11 m. Jóhan kom út á 5,55 m í fyrstu royndini. Í øðru umfarið øktu allir uttan William. Jógvan Ingi til 8,46 m, Baldur til 6,20 m og Jóhan til 6,18 m. Í triðja og síðsta umfari øktu allir. Her kom Jógvan Ingi út á 9,22 m, sum er longri enn gamla bólkametið og bara 78 cm frá talentkravinum, meðan Baldur kom heilt út á 6,64 m og legði harvið tilsamans 1,3 m omaná sítt persónliga met. Jóhan kom út á 6,34 m, meðan William kom út á 6,23 m.

William og Jóhan fóru síðan til longdarlop. Her legði Jóhan út við at leypa 3,66 m, sum er væl longri enn hann hevur lopið áður. William legði út við at leypa 3,54 m, í øðrum umfari økti William til 3,60 m, meðan báðir øktu í triðja. Jóhan kom út á 3,69 m, sum er 25 cm longri enn hansara persónliga met, meðan William kom út á 3,84 m, sum er 5 cm longri enn hansara persónliga met.

William og Jóhan hildu áfram, hesaferð til 600 m. Her løgdu teir varliga út, og tað var skjótt at teir runnu hvør í sínum lag. Jóhan nakað frammanfyri William. Jóhan helt neyvt eyga við William, og gjørdi tað at ferðin ikki bleiv heilt tann hon kundi blivið. William, sum hevði ilt í fótinum, hellt eitt støðugt tempo aftanfyri. Teir komu á mál við tíðunum 2 min 15,42 sek (Jóhan) og 2 min 23,04 sek (William).

Fleiri myndir síggjast á: https://photos.app.goo.gl/agjaa7MrWMa6UBHH8

Trending & Hot