LOADING

Type to search

Lydia føroyskt met og Ai í talentbólkin

Kast Lop sprint tíðindi Uncategorized úrslit

Lydia føroyskt met og Ai í talentbólkin

Eldru íðkararnir í Hvirluni vístu seg eisini annan dagin frá síni bestu síðu. Tey kempaðu øll væl, og hjá teimum allar flestu bleiv tað til persónlig met. Í einum føri bleiv tað til føroyskt met, tvey oyggjaleikarkrøv og eitt talentkrav hjá íðkara, sum ikki hevur klára¨ð tað áður.

Gentur 14-15 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen, sum fríggjakvøld hevði roynt seg í tr‎ýstøkk og á 300 m, byrjaði annan dagin við 100 m, har hon m.a. skuldi renna móti Ai Waagstein, sum eisini hevði runnið 300 m kvøldi fyri. Báðar fingu ein góðan start, og so var tað at koma upp í ferð og so halda ferðina uttan at spenna upp. Hetta eydnaðist heilt inntil móti endanum, tá tær báðar byrjaðu at spenna upp, men tær komu tó á mál við tíðunum 15,21 sek (Elena) og 16,38 sek (Ai) hóast ein mótvind uppá 2,2 m/s. Tær gjørdust ávikavist nr 4 og 6 í kappingini. Viðmerkjast kann, at hjá báðum var hetta fyrstu ferð tær runnu 100 m uttan at bøta síni persónligu met.

Ai helt áframt til spjótkast, har hon hesaferð skuldi royna seg við 500 g tunga spjótinum. Her var Elin Johnsdóttur við eisini. Ai legði út við at leggja smáðar 3 metrar omaná sítt persónliga met við at kasta 29,42 m. Elin vildi ikki standa aftanfyri, og legði heilar 8 metrar omaná sítt persónliga met við at kasta 17,00 m. Í øðrum kasti fekk Ai ferðina væl betri við inn í kasti, og hon megnaði at standa ímóti í avleveringini. Úrsliti gjørdist at spjóti fleyg heilt út á 31,01 m, sum er 1,01 m longri enn talentkravið. Elin økti eisini, tó at hon enn var í so varðin inn í avleveringina. Hennara kast bleiv máta til 17,13 m. Í triðja kasti vær Ai nakrar centimetrar styttri, men enn væl longri enn kravið til talentbólkin hjá FÍF. Elin fekk ferðina við inn í avleveringa í fjórða kasti og kom heilt út á 18,75 m og kom hon harvið næstan 10 m útum persónliga metið undan kappingini. Síðstu kastini hjá báðum vóru ikki heilt líka lang, men tær fóru heim við ávikavist gull og silvurmerkinum í kappingini.

Elena og Ai royndu seg síðan í hæddarlop. Her byrjaðu báðar, sum bara hava vant hæddarlop eina ferð, við at leypa 1,00 m. báðar kom uppum hesa hædd uttan trupulleikar. Á 1,05 m tørvaði Ai tvær royndir at koma uppum. Báðar komu uppum 1,10 m í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 115 cm. Her miseydnaðist fyrsta lopið hjá Ai, meðan Elena kom uppum. Næstu tvær royndurnar hjá Ai sóu gott út, men hóast yvirliggjarin sá út til at blíva liggjandi, so datt hann at enda. Tað besta hjá Ai gjørdist tískil 1,10 m. Elena helt áfram við at koma uppum, men tá hon kom upp á 1,20 m byrjaði hon at ivast inn móti yvirliggjarnum, og harvið fór ferðin niður. Hetta kostaði hædd. Hon kom tó uppum 1,20 m og 1,25 m í fyrstu royndini, men á 1,30 m riggaði ikki, og tískil bleiv hennara besta hesaferð 1,25 m. Harvið ognaðu tær sær ávikavist silvur og bronsumerkið í kappingini.

Dreingir 14-15 ár

Eftir at hava runnið 100 m rimarenning og 300 m fríggjakvøld, byrjaði Arni Bartal Joensen annan dagin við at renna 100 m. Her var málið at visa at broytingin í rennistílinum er við at festa seg. Hetta megnaði hann, tí hann megnaði at leingja munandi um fetini í mun til tað hann plagdi. Hann fekk tó ikki eitt persónligt met fyri avrikið tí mótvindurin var 3,7 m/s. Tíðin 17,67 sek rakk til eitt silvurmerki.

Arni Bartal fór síðan til Spjótkast, har hann skuldi royna seg við 600 g tunga spjótinum. Her legði hann út við at kasta 19,99 m, sum er góðan 2½ m longri enn hann hevði kastað áður. Tey bæði næstu vóru ikki heilt líka lang, men í fjórða umfarið kom hann fyri fyrstu ferð útum 20 m strikuna, og tað við manér, tí hann kastaði heilar 21,29 m, sum er 4,93 m longri enn hann hevði kastað áður við 600 g spjótinum, tað er eisini næstan 2 metrar longri enn hann megnaði at kasta 400 g tunga spjótið í 2021. Fyri avrikið fekk hann silvurmerkið.

Arni Bartal fór síðan til hæddarlop, har hann í fyrsta lopið leyp 1,10 m, og harvið tangeraði sítt persónliga met. So fór yvirliggjarin upp á 1,15 m. Her hevði Arni Bartal tríggjar góðar royndir, men hesaferð gjørdust 1,10 m hansara besta. Fyri tað fekk hann eitt gullmerki.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen legði út við at kasta spjót, har hon hevur føroyska meti. Hetta árið hevur ikki gingið eftir vild, og tí var málið bara at kasta nøkur stabil kast, har hon fekk eina reina avlevering í spjótið. Hetta eydnaðist ikki í fyrsta, men í næsta fekk hon eitt reint kast, sum lendi á 32,47 m. So økti hon eitt sindur um ferðina, men tíðanverri misti hon oddin av spjótinum í síðsta fetið, og harvið fór spjótið inn í mótvindin við skeivum vinkli. Hetta gjørdi at kasti bleiv væl styttri enn tað annars hevði blivið. Í fimta umfarið fekk hon nógva kraft í spjótið, sum hóast skeivan vinkul í avleveringin kom út á 33,62 m, sum gjørdist dagsins longsta. Hetta rakk til gullmerkið.

Næsta greinin hjá Elin var diskuskast. Hetta er grein hon ikki hevur vant, og tí valdi hon at kasta uttan atrenning í fyrsta umfarið. Her kom hon heilt út á 22,91 m. so fór hon at royna seg við atrenning, sum merkir at hon byrjar við rygginum til og so snarar 1½ umgang og kastar. Fyrstu tvær royndirnar miseyndaðust, men so kom hon út 22,72 m og í fimta umfarið kom hon so út á 23,92 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð. Fyri tað fekk hon gullmerkið.

Gentur 20-22 ár

Sunniva Bogadóttir, byrjaði sína luttøku á FMU við Spjótkast. Her legði hon út við at kasta 35,73 m, sum er omanfyri oyggjaleikakravið. Hon fekk tó ikki armin upp í avleveringini. Hetta kostaði metrar. Næsta kasti var eitt vet longri , men enn var hon ov knøpp í avleveringini. Ikki fyrr enn í sætta kasti sat avleveringin, og lønin var eitt kast uppá heilar 38,35 m, sum bara er 11 cm frá hennara persónliga metið. Stak flott havandi í huga, at tað er minni enn eitt ár at hon bleiv skurðviðgjørd fyri eitt slitið krossband í knæðnum. Hon fekk gull fyri avrikið.

Guðrið Káradóttir Petersen og Lydia Poula Simonsen royndu seg í diskuskast. Lydia, sum hevur føroyska metið vísti, at hon kann enn, tí við at kasta 28,00 m í fyrsta umfarið staðfesti hon at hon er tann besta í løtuni. Guðrið legði út við at kasta 22,91 m. í øðrum umfarið rakti Lydia diskin perfekt, og fleyg hann heilt út á 33,70 m. sum er 24 cm longri enn gamla føroyska metið hjá henni. Guðrið vildi tó vera við, og við at økja til 25,77 í øðrum og 26,51 í triðja minkaði hon um munin, men Lydia gjørdist tryggur vinnari við sínum føroyska metið, meðan Guðrið fekk silvur fyri teir 26,51 hon kastaði í triðja umfari. Kasti hjá Lydiu er eisini longri enn oyggjaleikakravið.

Fleiri myndir síggjast á: https://photos.app.goo.gl/43LH43R5Bm2zTQAx5

Trending & Hot