LOADING

Type to search

Tey yngru taka seg støðugt fram

Kast Lop sprint tíðindi úrslit

Tey yngru taka seg støðugt fram

Tað er hugaligt at síggja yngru hvirlurnar royna seg. Hjá onkrum var hetta fyrsta kapping, meðan tað hjá øðrum var enn ein kapping saman við javnaldrum. Felagst fyri øll var tó ynski um, at vísa hvat man kann, og vónandi flyta mørk.

Gentur 8-9 ár

Sandra Højgaard Fosaa og Gyða Jamesdóttir byrjaðu dagin á 60 m teininum. Hjá Sandru var hetta fyrsta kapping, meðan Gyðja hevði roynt seg áður. Sandra var á geil eitt, sum er innasta breyt, meðan Gyða var á geil 3. Tær lupu av stað tá skotið fór, men útyvir at kempa móti klokkuni og hinum luttakarunum, so var nógvur mótvindur. Tíðin hjá Sandru gjørdist 12,10 sek, meðan tíðin hjá Gyðu gjørdist 14,03 sek.

Tær báðar fóru so at kast 150 g tungu gulu bóltarnar. Bóltkast er tað, sum børn kasta í staðin fyri spjótkast. Sandra legði út við at kasta 11,30 m, meðan Gyða kastaði 7,13 m. Gyða økti tó í triðja til 8,18 m, meðan annað kast hjá Sandru var eitt vet styttri enn hennara fyrsta. Gyða økti aftur í triðja og kom heilt út á 10,52 m. Harvið fóru tær báðar heim við persónligum metum.

Triðja kappingin hjá teimum báðum var longdarlop. Her legði Sandra, í síni fyrstu kapping í longdarlopi, at leypa heilar 2,54 m. Gyða leypa 1,80 m, sum bara er 8 cm frá hennara besta. Í næsta lopi lupu báðr eitt vet styttri. Triðja og síðsta lop hjá báðum var aftur eitt vet styttri, men flott lopið av báðum.

Dreingir 12-13 ár

Har vóru heilar f‎ýra hvirlur sum royndu seg tá 400 g tungu spjotini komu fram. Hesir vóru: Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen, Jóhan Waagstein og William Erik Schilling Kruse. Teir góðu áskoðarunum eina góða kapping, bæði við spenningi og persónligum meti til allar. Jógvan Ingi legði út við at kasta 22,11 m í fyrsta umfarið og bøtti hann harvið um sítt persónliga met. William kastaði 19,18 m og bøtti harvið eisini um sítt met. Jóhan kastaði 15,86 m, meðan Baldur bøtti um sítt persónliga met við at kasta 12,99 m. Í øðrum umfarið økti Jóhan til 17,85 m, meðan William aftur bøtti um sítt persónliga met, hesaferð til 19,57 m. Í síðsta sat tað eisini hjá Jóhan, og bøtti hann harvið eisini um sítt persónliga met. Hann kom út á 19,98 m.

William og Jóhan fóru síðan til 80 m startin. Her var Jóhan skjótur avstað, meðan William kempaði væl fyri at renna Jóhan uppaftur. Tætta kappingin var uttan iva orsøkin til, at teir báðir runnu væl, og var tað ikki fyri ein mótvind upp 2,9 m/s, so høvdu báðir uttan iva bøtt munandi um síni persónligu met. Úrsliti gjørdist at Jóhan fór heim við einum persónligum metið uppa 13,28 sek, meðan William, við tíðini 13,67 sek, bara var 0,4 sek frá sínum persónliga meti.

Jóhan royndi seg eisini í hæddarlop. Her legði hann út við at leypa 1,10 m í fyrstu royndini. Hann kom somuleiðis uppum 1,15 m í fyrstu royndini og tá so yvirliggjarin fór upp á 1,20 m var ongin ivi, hann leyp aftur lætt uppum í fyrstu royndini. So kom yvirliggjarin upp á 1,25 m, sum er ájavant við tað hægsta, hann hevði lopið áður. Hesaferð riggaði tó ikki, tí hóast hann var nær við, so kom hann ikki uppum 1,25 m, og endaði hann harvið á 1,20

Fleiri myndir síggjast her: https://photos.app.goo.gl/43LH43R5Bm2zTQAx5

Trending & Hot