LOADING

Type to search

Nógv persónlig met fyrsta dag á FMU

Kast Lop sprint tíðindi Uncategorized úrslit

Nógv persónlig met fyrsta dag á FMU

FÍF hevur aftur í ár økt um talið av greinum og gjørdi hetta at fyrsti dagur, sum vanliga bara er rimarenning, umfataði aðrar greinar eisini. Hetta er gleðiligt, tí tað er t‎ýdningarmikið, at íðkarar sleppa at royna seg í øllum greinum so ofta sum gjørligt. Fyri ungu hvirlurnar, so endaði dagurin, sum vant, við nógvum góðum úrslitum.

Fyrsta greinin var hamarkast og har vóru ikki minni enn fimm ungar kvinnur klárar. Í yngsta bólkinum (Gentur 14-15) var Ai Waagstein við. Hennara persónliga met var undan kappingini 19,55 m, men tað sást longu undir upphiting at hon vildi meir, og í fyrsta kasti kom hon út á 19,84 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 29 cm. hon steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfarið kom hon heilt út á 22,64 m og legði harvið 2,8 m afturat metinum. Triðja kasti var enn betur, men her var Ai ov skjót úr ringinum, og tí bleiv met kastið ikki góðkent (reglarnir siga at kastarnir skal vera verandi í ringinum til hamarin er lendur). Síðstu tr‎ý vóru styttri og sostatt fór Ai heim við gullmerkinum fyri teir 22,64 m hon kastaði í øðrum umfarið.

Í bólkinum G18-19 ár var Elin við. Elin hevur vant eitt sindur av hamarkast í summar. Enn er hon tó ikki komin hartil, at teknikkurin hevur stabilisera seg, men hon vísti undir upphiting at hon er ávegis, tí síðsta upphitingarkast var góðar 33 m. Tá kappingin fór í gongd, var hon tó í so aggressiv, og tað gjørdi at hamarin fór í netið heldur enn út. Hon endaði tískil við at kasta 22,46 m, sum hon fekk gullmerkið fyri. Upphitingin vísti tó, at har er okkurt áhugavert ávegis.

Í elsta bólki (G20-22) royndu Guðrið Káradóttir Petersen, sum eigur føroyska metið og L‎ydia Poula Simonsen seg. Guðrið vísti at hon er skjót, men fyrstu tr‎ý kastini miseydnaðust. Í fjórða umfarið kom hon út a 38,34 m, sum er omanfyri oyggjaleikakravið. Hetta rakk til eitt trygt gullmerkið frammanfyr Lydiu, sum kastaði hamaran 22,33 m.

Næsta greinin var stutt rimarenning. Her var William Erik Schilling Kruse tann fyrsti at royna seg. Hann skuldi á fyrsta sinnið royna seg á 76,2 cm høgu rimunum á 80 m teininum. Hann helt 5 fet millum hvørja rim og leyp tískil við vinstra beini hvørja ferð. Mótvindurin uppá 3,0 m/s hjálpti ikki, men hann fekk tó tíðina 18,10 sek, sum er persónligt met, og fyri tað fekk hann gullmerkið.

Arni Bartal royndi seg eisini í rimarenning. Hann rann í bólkinum D14-15, sum runnu 100 m, har rimarnar eru heilar 83,8 cm høgar. Hann var óheppin, tí í fyrstu royndini miseydnaðist tað at taka tíð, og noyddist hann at renna aftur. Umleið ½ tíma seinni fór starturin aðru ferð. Aftur var hann agressivur uppum rimarnar, og hann vísti at hann er væl fyri, tí hann megnaði at leypa bæði við vinstra og við høgra, alt eftir hvat passaði til næstu rim. Tíðin á málinum segði 26,71 sek, sum er persónligt met. Tað fekk hann gullmerkið fyri.

So var tr‎ýstøkk á skránni. Her royndi Elena Ellindsdóttir Olsen seg. Hon legði út við at leypa væl longri enn hon hevur gjørt áður í fyrsta lopið. Tað bleiv máta til 8,95 m (w: +4,2 m/s). næsta var eitt vet styttri, men í triðja kom hon út á 8,98 m (w: 2,5 m/s). Tey fylgjandi tr‎ý lopini vóru nærum líka lang, men hesaferð gjørdist tað longsta 8,98 m, sum rakk til silvurmerkið, bara 31 cm frá gullinum.

Villiam á Lava Persson royndi seg í síni næstu trýstøkk kapping í bólkinum D16-17. Her leyp hann 8,41 m longu í fyrsta umfarið. Í fylgjandi umførunum hevði hann fleiri góð lop, men tíðanverri gjørdi hann yvirtrakk og tískil endaði hann við at vinna sær eitt gullmerið fyri teir 8,41 m hann leyp í fyrsta umfarið. Hetta er 47 cm longri enn hann hevur lopið áður.

Síðsta kappinging á degnum var langsprint, sum fyri tey yngru merkir 300 m og fyri tey eldru merkir 400 m. Her vóru umstøðurnar rættuliga avbjóðandi tí nógvur vindur var av eystri, sum merkti at sprintarar skuldu renna síðstu 100-150 m í ein mótvind. Fyrst royndu Ai Waagstein og Elena Ellindsdóttir Olsen seg á 300 m. Ai, sum hevur víst at hon dugur sera væl at kasta hevði fingið tilluta geil 8, meðan Elena var hepnari við at sleppa at renna á geil 3. Ai hevur arbeitt við at fáa meir ferð í startinum, meðan Elena hevur arbeitt við at optimera sprint-positiónina (hvussu kropsburðurin er meðan hon sprintar). Tá skotið fór, sást at Ai verðuliga hevur tikið seg fram í startinum, tí hon var munandi skjótari avstað enn hon plagar. Elena hinvegin vísti, at hon megnar munandi betri at halda sprintpositiónina, enn hon hevur megnað og tí var hon, rættuliga óvanta, í tøttum dysti um gullið fyrstu 200 m. Enn hevur hon tó ikki vant sprintúthaldni (tað kemur tá nýggi renniteknikkurin hevur stabilisera seg) og tí misti hon eitt vet móti endanum, men við tíðin 49,39 sek, skar hon heili 1,33 sek av sínum persónliga meti og var bara eitt sekund frá gullinum. Ai var við tíðini 52,84 sek bara 0,03 sek frá sínum persónliga metið á fjórða plássi.

So áttu dreingirnir túr, og her var Arni Bartal Joensen aftur klárur. Hetta var, eins og á 100 m rimarenning, fyrstu ferð hann royndi seg á hesum teininum. Arni Bartal hevur einamest arbeitt við renniteknikkinum, har hann plagdi at vera ov t‎íttur og innefektivur. Hetta er hann við at broyta og í dag vísti hann, at hann tekur seg nógv fram. Tíðin hjá honum gjørdistg 57,26 sek, sum rakk til eitt bronsumerkið.

Vibeka Eihilt Sivertsen, sum kappast fyri Treysti hevur vant við Hvirluni í seinastuni, hon hevur partvís arbeitt við at broyta startin, har hon plagdi at taka ov lang fet og harvið enda við at hála heldur enn tr‎ýsta seg fram og renniteknikkinum í toppferð. Hetta var hennara fyrsta kapping síðan byrja var at arbeiða við hesum. N‎ýggji starturin sæt væl og kom hon væl skjótari upp í ferð enn hon plagdi. Frá 50 m og til 250 m rann hon nakað av tí flottasta, sum er runnið av føroyskari kvinnu, men so rakti hon harða mótvindin, sum saman við effektiva útlegginum gjørdi at hon misti nógva ferð móti endanum. Hon kom tó á mál við tíðini 65,03 sek, sum er tað skjótasta hon hevur runnnið í ár. Havandi í huga at ongin tillagin er gjørdi í venjingini fram til hesa kapping, so verður áhugavert at vita, hvussu langt tað røkkur komandi vikuskiftið tá Vibeka ferð at royna seg í danska meistaraheitinum fyri ung. Hon vann eitt trygt gullmerkið.

Fleiri myndir síggjast á: https://photos.app.goo.gl/jfakQ94T1uPfwait5

Next Up

Trending & Hot