LOADING

Type to search

Aftur flott úrslit annan dagin av FM

kapping Kast langtein Lop sprint tíðindi Uncategorized úrslit

Aftur flott úrslit annan dagin av FM

Annar dagurin av ársins stóra FM fór fram í allar besta veðri, við nærum ongum vindi og einstøkum sólglottum. Hesum loftaðu hvirlurnar við nógvum persónligum metum og ársbesta umframt tvey oyggjaleikakrøv.

Fyrsta greinin á degnum var 5000 m, har Tummas Napoleon Arge aftur var klárur. Hann valdi at leggja seg undir liðina av manninum, sum hevur roynst sum tann besti langteinarennarin í landinum í seinastuni. Hesa støðuna helt hann fyrstu kilometrarnar, men so fór ferðin eitt vet upp, og Tummas Napoleon misti nakrar metrar. Hann helt tó á at kempa, og endaði við at renna á mál á einum triðja plássi. Tíðin gjørdist 17 min 24,37 sek, sum er heili 1 min og 11,69 sek skjótari enn hansara persónliga met.

Meðan mennirnir runnu 5000 m fór kappingin í hamarkast í gongd. Her legði Elin Niclasen, sum n‎ýliga er byrja at venja hamar út við at kasta 23,14 m, meðan kasti hjá Ai Waagstein fór í netið og bleiv tí ikki máta. Í Næsta umfarið kom Elin heilt út á 29,37 m, sum er 2,94 m longri enn hennara persónliga met, og 7,87 m longri enn hon hevði kastað við ársbyrjan. Ai kastaði 16,00 m í øðrum umfarið, men bøtti so til 17,93 m í triðja umfarið og bøtti harvið um sítt persónliga met við 1,85 m. í fjórða kom Elin aftur útum sítt gamla persónliga met, men tó ikki longri enn teir 29,37 m hon kastaði í øðrum umfarið. Ai bøtti aftur um sítt persónliga met í fimta umfarið til 18,71 m. Sostatt bøttu tær um síni persónligum met við ávikavist 2,94 m og 2,63 m, og ognaðu sær harvið gull og silvurmerkið í kappingini. Heri Ziska vann kappingina hjá monnum við einum kasti uppá 33,15 m.

Villiam á Lava Persson royndi seg í longarlopið, har hann undan kappingini hevði lopið neyvt 4,00 m sum sítt besta. Hetta var tó dagurin har hann gjørdi eitt stórt lop fram, tí longu í fyrsta lopið fekk hann ferðina við sær inn í lopið og lendi heilt úti á 4,32 m. Í næsta lopið var hann eitt sindur varin, men leyp hóast longri enn gamla persónliga metið. Í triðja umfarið sat tað aftur betri og leyp hann 4,22 m. í fimta fekk hann sína bestu atrenning, men tíðanverri miseydnaðist lendingin, men allíkavæl var hann aftur uttanfyri 4 m strikuna. Hann valdi hereftir at steðga, men tað er flott eftir ongantíð áður at hava lopið longri enn 4 m, at leypa øll lopini longri enn 4 m á FM. Fyri hetta ognaði hann sær broncumerkið í kappingini.

So skuldi Tinna Berg Jørgensen royna seg í longdarlopið. Her miseydnaðist fyrsta lopið, men í næsta kom hon, hóast hon var í so aggresiv á plankan, út á 4,76 m (w: -2,0 m/s), sum er persónligt met. Í triðja kom hon eitt vet longri, men enn trampaði hon ov nógv á plankan. Í fjórða rakti hon plankan betri, men ferðin var eitt vet lægri, men við 4,77 m (w:-2,7 m/s) legði hon ein cm afturat sínum besta. Í fimta sat alt endiliga, og var lopið væl longri enn hini (video), men tíðanverri var lopið dømt yvirtrakk, og bleiv tí ikki máta. Hennara longsta gjørdist tískil 4,77 m, sum er 8 cm longri enn hennara persónliga met. Hetta rakk til eitt gullmerkið í kappingini.

Dagsins síðsta kapping var spjótkast, har heilar f‎ýra hvirlur royndu seg. Hendan kappingin gjørdist sera spennandi við Elin Niclasen, sum eigur føroyska metið og Sunniva Bogadóttir, sum átti metið til Elin tók tað, skiftust um at verða á odda. Elin legði seg á odda í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 33,66 m. Sunniva svaraði aftur í triðja við at kasta 34,53 m, men her var Elin skjót og longu sama umfarið kastaði hon 35,53 m og tók harvið leiðsluna aftur. Í fimta økti Sunniva til 35,03 m, men var enn ½ m aftanfyri Elin. Í sætta og síðsta umfarið kom Sunniva út á 36,12 m, og tók harvið aftur fyrsta pláss. Elin royndi at svara aftur, men hesaferð rakk ikki. Aftanfyri tær báðar hevði Ai Waagsetein ogna sær broncuerkið við, at bøta um sítt persónliga met við heili 2,27 m til 29,04 m. Tinna Berg Jørgensen, sum kom beint frá longdarlop kastaði 23,93 m áðrenn hon valdi at steðga. Bæði Sunniva og Elin komu útum oyggjaleikakravið, meðan Ai við at kasta 600 g spjótið út á 29,04 m vísti at hon uttan iva megnar at kasta 500 g spjótið útum 30 m, sum er talentkravið í hennara aldursbólki.

Fleiri myndir síggjast her: https://photos.app.goo.gl/LgqUBgC9cNhbz39x7

Trending & Hot