LOADING

Type to search

So er ólavsøkan sett

tíðindi Uncategorized úrslit

So er ólavsøkan sett

Hóast tað bara eru góð 14 ár síðan Hvirlan bleiv stovnað, so luttók hon í síni 15. ólavsøkuskrúðgongu. Felagið er við at byggja upp, og hevur fult lið til allar venjingar á teimum trimum liðunum, sum venja á Tórsbreyt. Hetta sást við umboðum frá yngru liðunum, sum eru við at læra egnan kropp at kenna, meðan tey byggja upp rørsluføri og frá eldru liðunum, sum í nógv ár hava flutt egin mørk, har einstakir íðkarar eru komnir hartil, at teirra mørk nú eru føroysk met.

Flaggberi hesaferð var Kristina Verlandsdóttir Hayfield. Kristina er, við sínum positiva og umfevnandi lyndi ein, sum er við til at tryggja at einhvør bólkur hon er við í, er eitt gott stað at vera. Priemera greinin hjá Kristinu er miðteinur, men væl í trá  grundhugsjótina í Hvirluni, so er Kristina altið klár, um tað so er kast, lop, sprint ella miðteinur.

Trending & Hot