LOADING

Type to search

Góð úrslit undir ringum umstøðum

Kast langtein Lop miðtein tíðindi úrslit

Góð úrslit undir ringum umstøðum

Tað tyktist sum at veðurguðarnir høvdu avgjørt, at berjast móti íðkarunum á Føroyaleikunum, men um so var, so vunnu íðkararnir, tí allir fóru teir heim við flottum úrslitum, hóast kulda, regn og nógvan vind.

100 m kvinnur, innleiðandi

Átta kvinnur høvdu boða frá luttøku á 100 m teininum, og tí var neyðugt við innleiðandi kapping um at koma í finaluna. Her var Tinna Berg Jørgensen í fyrra riðlinum. Tinna, sum setti føroyskt met fyri tveimum viku síðan, hevði avgjørt at fokusera uppá longdarlop á Føroyaleikum, men valdi tó at luttaka á 100 m. Í innleiðandi kappingini, rann hon so skjótt hon kundi út á 30 m, fyri síðan at renna lættan síðstu 70 m. Hóast hon sostatt ikki pressaði ferðina, so vann hon riðilin trygt við tíðini 12,98 sek (w: 6,2 m/s). Ai Waagstein var í øðrum riðli. Primera greinin hjá Ai er spjótkast, men hevur tó tikið seg støðugt fram á sprint eisini. Hon var styrkismett til ikki at koma í finaluna. Hon rann tó eftir møguleikanum, og gav tað hon átti. Tað rakk til eina tíð uppá 15,49 sek (w: 4,8 m/s), sum er tað skjótasta hon hevur runnið teinin.

Spjótkast, menn

Villaim á Lava Persson hevði avgjørt at royna seg á fyrsta sinnið við 800 g tunga mannfólkaspjótinum. Her legði hann út við at kasta 14,77 m. Næsta kasti var meinlíkt tí fyrsta, meðan hann í triðja var eitt sindur varðin. Í triðja kom hann betur fram í síðsta fetið, men trekti seg í sjálvari avleveringini. Hóast hann soleiðis trektir seg og ikki fekk alla kraftina fram í spjótið, so var kasti bara 9 cm styttri enn tað fyrsta. Hóast tað ikki var tað longsta, so var tað uttan iva tað besta hann kastaði, og vísur at hann, við smærri justeringum kann koma væl longri út. Hann fekk broncumerkið í kappingini.

Spjótkast, Kvinnur

Elin Niclasen og Ai Waagstein royndu seg við spjót, sum hjá báðum er primergreinin. Elin, sum eigur føroyska metið hevði avgjørt at taka ein dag, har hon tók nøkur trygg køst, fyri síðan at royna eina heilt aðra atrenning enn hon er von við, meðan hetta var fyrsta kapping hjá Ai við 600 g spjótinum. Fyrsta kasti hjá Elin sat væl, og lendi heilt úti á 33,96 m, hóast sera nógvan mótvind. Ai legði út við at kasta heilt út á 25,33 m. Næsta kasti hjá Elin var meinlíkt tí fyrsta, men gjørdist nakar centimetrar styttri, meðan tað miseydnaðist hjá Ai. Í triðja royndi Elin at fáa meir kraft í, men tað bleiv ov høgt, og nógvi mótvindurin gjørdi at tað nærum vendi í luftini og fleyg inneftir aftur. Í fjórða royndi E,lin so at kasta frá langari atrenning, og við munandi meir ferð, enn hon er von við. Hetta eydnaðist væl betur, enn tað hevur gjørt til venjing, men enn er timingin ikki nóg góð til at tað gevur longri kast. Hon kom tó útum 30 m, sum vísur at tað er spurningur um tíð, áðrenn tað ferð at rigga. Í fimta umfarið rakti Ai spjótið nærum perfekt, og kom heilt út á 26,31 m, sum gjørdist hennara longsta. Hon kastaði sostatt bara 26 centimetrar styttri við 600 g spjótinum, enn hon hevur gjørt við 500 g spjótinum fyrr í ár, so har er lítil ivi um, at hon ferð útum 30 m strikuna við 500 g spjótinum í ár. Tær vunnu ávikavist gull og silvur í kappingini.

Longdarlop, Kvinnur

Tinna Berg Jørgensen, sum higartil í ár hevur fokusera uppá 100 m, valdi hesaferð at fokusera uppá longdarlop, har hon hevur eitt persónligt met í eitur 4,69 m. Hon hevur bara vant tað 3 ferðir upp til kappingina og í alt 5 ferðir í ár, men hon er skjót, og hevur góða koordinatión, so um alt sat, so kundi tað blíva áhugavert. Í fyrsta lopið fekk hon nærum alt at sita perfekt, og lendi hon heilt úti á uml 5,50 m, men tíðanverri gjørdi hon yvirtrakk við 2-3 centimetrum. Í næsta gjødist yvirtrakki enn størri. Í triðja var hon varðin, hon kom inn, og tók ferð av atrenningini, men leyp hóast tað 4,85 m (W: 7,8 m/s). í fjórða fekk hon meir ferð við sær, men nú sást at avsett var ikki heilt tað sama. Hon leyp tó út á 5,06 m (w: 7,8 m/s). So var orkan uppi, tí í báðum teimum síðstu manglaði ferðin í atrenningini, og tískil miseydnaðust bæði lopini. Hon vann tó eitt trygt gullmerkið við teimum 5,06 m hon leyp í triðja umfarið.

5000 m, menn

Tummas Napoleon Arge, sum hevur flutt seg frá at vera ein av bestu sprintarunum í landinum, til at vera ein av bestu langteinarennarunum í landinum, royndu seg í síni fyrstu 5000 m kapping. Nógvi vindurin var ein stór avbjóðing, tí tungur mótvindur hálvan umgang kosta nógva orku, og tað fær ein ikki afturlønt í undanvindinum, tí var tað sum at renna tólv 200 m langar brekkur við 200 m á sløttum millum brekkurnar. Avgjørt ikki optimalt at renna skjótar tíðir, men kapping er, og her vísti Tummas Napoleon, at hann átti kappingina, tí hann legði seg á odda frá skotinum, og økti støðugt til hann kom á mál við tíðini 18 min 36,06 sek, sum var eitt minut frammanfyri nr 2. og vann sostatt eitt trygt gullmerki.

Longdarlop, Menn

Villiam á Lava Persson royndi seg eisini í longdarlop. Villiam hevur primert arbeitt við at halda ferðina ígjøgnum avsetti. Hetta riggaði í fyrsta lopið, har hann leyp 4,20 m (7,8 m/s), sum er tað longsta hann hevur lopið. Næsta lopið var líkt tí fyrsta, men tó 6 cm styttri. Í triðja gjørdi hann yvirtrakk, meðan hann í fjórða justeraði atrenningin, og misti ferð, og tískil gjørdist lopið styttri. Í fimta rann hann væl ígjøgnum og fekk eitt stak gott lop, men tíðverri var tað yvirtrakk. Byrjanin av atrenningin bleiv so flutt soleiðis, at tað loftaði mátanum Villiam rann uppá. Úrslitið gjørdist at Villiam í síðsta umfarið leyp 4,22 m (7,7 m/s), sum hann fekk silvurmerkið fyri.

800 m, kvinnur

Ai Waagstein royndi seg eisini á 800 m. Her hevði hon somu avbjóðing sum Tummas Napoleon á 5000 m. Fyrstu 200 m var í hørðum mótvindi, so 200 m í undanvindi áðrenn 200 m afturat í hørðum mótvindi. Hesin mótvindur útilokaðir góða tíð, men Ai er fightari, so hóast sera avbjóðandi umstøðurnar, so rann hon teinin uppá 3 min 9,87 sek. Fyri hetta fekk hon eitt silvurmerkið.

100 m, Menn

Villiam á Lava Persson fór frá longdarlop til 100 m. Her hevur hann arbeitt við toppferð og við at halda ferðina (sprintúthaldni). Hetta var fyrsta kapping, har hann hoyrdi n‎ýggja elektroniska startarin, og nervaði hetta hann, og tískil bleiv hann hangandi í blokkinum ½ sek eftir at skotið fór, til hann leyp avstað. At hann er blivin skjótari var eyðs‎ýnt, tá hann fór, og sást hetta aftur á málinum, har klokkan segði, at hann hevði runnið teinin uppá 14,94 sek (w: 6,0 m/s), sum er 1,26 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Villiam gjørdist nr 4 í kappingini.

100 m, kvinnur

Dagsins síðsta kapping var 100 m hjá kvinnum. Tað sást til upphiting og royndarstartir at beinini hjá Tinnu Berg Jørgensen vóru slitin eftir kappingina í longdarlop. Hon var tó til dystin fús. Tá skotið fór, manglaði hon eyðkenda explosivu acceleratiónia, sum higartil í ár fyrstu metrarnar sá hana lið um lið við kvinnuna, sum eigur danska metið á 100 m. Hesaferð var hon aftanfyri eftir 10 m, men arbeiðið við sprintúthaldni, hevur gjørt at hon betur megnar at halda ferðina. Hetta var orsøkin til at hon við tíðini 13,40 sek (w: 8,2 m/s) vann eitt trygt silvurmerkikð, bara 0,09 sek frá gullinum.

Fleiri myndir her: https://photos.app.goo.gl/voMPiaxacPp3f2rG9

Next Up

Trending & Hot