LOADING

Type to search

Dánjal eisini persónligt met á 200 m

sprint tíðindi úrslit

Dánjal eisini persónligt met á 200 m

Tað er ikki bara sum at siga tað, at renna ein 200 m dagin eftir at man hevur skorið næstan eitt hálvt sekund av sínum persónliga metið á 400 m teininum. Hetta megnaði Dánjal tó, tá hann rann 200 m á gamla Ullevi í Gøteborg í dag.

Dánjal var í øðrum riðli, har hann hevði fingið tilluta geil 4. Starturin, sum hevur verið veikleikin hjá Dánjal higartil í ár, var aftur eitt sindur miseydnaður. Fyri at kompensera, yvirstrekti hann, og misti harvið møguleikan fyri at accelerera optimalt í svinginum. Á veg úr svinginum fekk hann teknikkin uppá pláss, og síðstu 100 m fekk hann veruliga ferð á, við tí úrslitið at hann kom á mál við tíðini 22,88 sek, sum er tað skjótasta hann hevur runnið teinin.

Tøl:

  • Persónligt met: 22,88 sek (Var 23,28 sek við ársbyrjan.
  • Føroyskt met: 22,43 sek
  • Oyggjaleikakrav: 23,30 sek

Trending & Hot