LOADING

Type to search

Dánjal nærkast 50 sek á 400 m.

sprint tíðindi úrslit

Dánjal nærkast 50 sek á 400 m.

Dánjal Dahl Ljósheim, sum higartil í ár hevur bøtt munandi um síni persónligu met á ávikavist 200 m og 400 m, byrjaði sína luttøku á VU-spelen á 400 m teininum. Her var hann í øðrum riðli, har teir sum vóru styrkismettir nr 9-16. Dánjal var á geil 4, og harvið hevði hann 4 uttanfyri seg, sum hann kundi fokusera uppá at fanga aftur (man byrjar longur frammi í svinginum á 400 m, tí uttaru geilarnar eru longri enn tær innaru).

Tíðanverri var rættuliga nógvur vindur í byrjanini, og kostaði hetta nakað av ferð, men ein av eginleikunum hjá Dánjal er, at hann orkar væl at halda ferðina. Hetta kom væl við, tí hóast nógva mótvindin í byrjanini, rann hann teinin uppá 50,01 sek, sum er 0,48 sek skjótari enn hansara persónliga met. Tað rakk til eitt annaðpláss í riðlinum, og eitt pláss sum nummar 8 samanlagt hjá monnunum.

Higartil í ár hevur Dánjal sostatt skorið 1,68 sek av sínum persónliga metið, hóast hann enn hevur til góðar, at fáa optimalar umstøður. Enn resta so 0,60 sek í føroyska metinum, sum Tórur Mortensen eigur.

Tøl:

  • Persónligt met: 50,01 sek (var 51,69 sek við ársbyrjan)
  • Føroyskt met: 49,41 sek
  • Oyggjaleikakrav: 52,00 sek

Trending & Hot