LOADING

Type to search

Tinna tók aftur føroyska metið á 100 m

sprint tíðindi úrslit

Tinna tók aftur føroyska metið á 100 m

Tinna Berg Jørgensen luttekur í hesum døgum í stóru kappingini VU-spelen í Gøteborg, har hon byrjaði við 100 m teininum, sum er hennara primera grein. Úrslitið gjørdist enn eitt føroyskt met, bara 7 dagar eftir, at hon á fyrsta sinnið tók metið á teininum.

Eftir eina periodu við minni venjing vegna yvirbelastning, hevur venjingin seinastu 8 vikurnar gingið stak væl. Fokus var í fyrstani acceleration og toppferð, men tvær vikur av intensari sprintúthaldinheit var koyrd inn seinnu helvt av Mai. Hetta gav tað lítla eyka, sum gjørdi at hon megnaði at bøta um føroyska metið, hóast hon rann í móti vindinum. Eftir metið var einans pláss til tríggjar venjingar áðrenn fráferð til Gøteborg. Her var byrjað við topferð, hesaferð tó sum sokallað flúgvandi 20 m heldur enn ins&outs. Munurin er, at á flúgvandi er tað ein max-sprint uppá 20 m, meðan tað á ins&outs eru fleiri, har endamálið við teininum millum max-sprintirnar er at læra at halda ferðina uttan at pressa. Ins&outs krevja meir, og tí var tað ikki við upp til týdningarmestu kappingina áðrenn summarferiuna. Næsta venjingin var intensivt sprintúthaldni, har hon rann 120, 100 og 80 m við fullari restitutión. Tíðirnar á hesum teinunum vóru allar betur, enn hon hevur megnað áður. Tað vísti at sprintúthaldni so spakuliga er við at koma. Síðsta venjingin var ein fínpussing av startinum. Her er ikki tað nógva at gera, annað enn at halda fast í tí, sum higartil hevur riggað stak væl í øllum kappingunum. So var fari til Gøteborg hósdag, og við framkomu, var ein løtt venjing fyri at fáa ferðina úr beinunum, og so aftur ein løtt venjing fríggjadag fyri at halda beinini kappingarklár.

Starturin í innleiðandi riðlinum. Tinna er í geil 6 (triðjnærmast kamera)

Leygardag var 100 m á skrá. Her var Tinna í triðja riðli. Í øðrum riðli misti Tinna føroyska metið, hon setti fyri einari viku síðan. Tí var tað eyka spennandi, og kanska var tað orsøkin til at Tinna tjóðstartaði í fyrstu royndini, men hetta nervaði hana ikki, tí hon var, eins og vanligt, tann skjótasta avstað, tá skotið fór, og var hon skjótt upp í sín effektiva sprint-stíl, sum hon helt á mál. Her segði klokkan 12,78 sek, og av tí at undanvindurin bara var 0,4 m/s, so hevði hon tikið føroyska metið, bara  5 min eftir at hon misti tað.

Tinna á geil 6.

Góðan tíma seinni var finalan á skránni. Hesaferð sat starturin ikki heilt, men hon hevur eina góða acceleratión, og tí var hon væl við í byrjani, og nógva venjingin sást aftur í, at hon megnaði at halda formin allan vegin. Hon gjørdist nr 5, við somu tíð, sum nummar 4 í b-finaluni. Tíðin var 12,76, sek, sum er 0,02 sek skjótari enn føroyska metið, men um tað er nakað, sum er afturvendandi hjá Tinnu í ár, so er tað, at hon rennur skjótari enn føroyska metið, men vindurin er ov nógvur.

Næsta uppgávan er 200 m, sum er í morgin (sunnudagin). Hetta er grein Tinna ikki prioriterar, men málið er tó at bøta um persónliga metið, og so vita hvussu langt tað røkkur.

Tøl:

  • Persónligt met: 12,78 sek (var 13,27 sek við ársbyrjan)
  • Føroyskt met: 12,78 sek (var 12,99 sek við ársbyrjan)
  • Oyggjaleikakrav: 13,30 sek

Trending & Hot