LOADING

Type to search

So tók Tinna føroyska metið á 100 m teininum

sprint tíðindi úrslit

So tók Tinna føroyska metið á 100 m teininum

Tá Tinna kom á mál við tíðini 12,92 sek í kappingini Copenhagen Open í Hvidovre, var tað triðju ferð á rað, hon rann skjótari enn føroyska metið, men har undanvindurin var ov nógvur (meir enn 2 m/s) í undanfarnu kappingunum, so var mótvindur hesaferð, og harvið kann úrslitið góðkennast sum met.

Tinna, hevur tikið seg støðugt fram til venjing allan vetur, og longu í fyrstu kapping í 2022 skar hon 0,25 sek av sínum persónliga metið. Sama dag tangeraði hon føroyska metið, men undanvindurin var ov nógvur. Eina viku seinni royndi hon seg á stórkapping á Tórsbreyt, men her var hon 0,09 sek omanfyri føroyska metið í lítlum mótvindi. Vikuna eftir var tað so Sparta Copenhagen Games. Í innleiðandi riðlinum rann hon 0,11 sek undir føroyska metið, men undanvindurin var 0,8 m/s ov nógvur. Í finaluni rann hon 0,16 sek undir føroyska metið, men nú var undanvindurin 0,1 m/s ov nógvur. Leygardagin 11. juni royndi hon seg í kappingini Copenhagen Open í Hvidovre. Her var hon í tí eina riðlinum, har tey runnu í mótvindi, ikki gott um man vil renna skjótt, men støði hjá Tinnu er so mikið høgt nú, at hon rann teinin uppá 12,92 sek (w: -1,0 m/s), sum er 0,07 sek skjótari enn føroyska metið. Í finaluni rann hon 12,77 sek, men nú var undanvindurin aftur ov nógvur.

Vegurin til metið hjá Tinnu hevur verið rættuliga støðugur, tí eftir at hon bøtti um sítt persónliga met til 13,86 sek á Føroyaleikum 2021, hevur hon í miðal bøtt um sítt persónliga met við 0,15 sek í hvørjari kapping. Í teimum seks kappingunum, har undanvindurin var undir 2 m/s, bøtti hon um sítt persónliga met í teimum f‎ýra. Í teimum sjey kappingunum hon hevur luttikið í í ár, var vindur meir enn mest loyvdu 2 m/s fýra ferðir.

Tøl:

  • Persónligt met: 12,92 sek (13,02 sek undan kappingini)
  • Føroyskt met: 12,92 sek (12,99 sek undan kappingini)
  • Oyggjaleikakrav: 13,30 sek

Trending & Hot