LOADING

Type to search

Stuttleikir; ársins brak á Tórsbreyt

Kast Lop sprint tíðindi úrslit

Stuttleikir; ársins brak á Tórsbreyt

Fleiri enn 100 børn møttu á Tórsbreyt í góðveðrinum tá Stuttleikir byrjaðu. Hesi vóru spent at royna seg á 60 m teininum, í bóltkast og í longdarlop. Tá borgarstjórin Heðin Mortensen hevði sett leikirnar, runnu børnini til tað greinina tey ynsktu at royna fyrst, og her var tað sera stuttligt at síggja, hvussu tey k‎‎‎ýttu seg í royndunum, og hugna sær meðan tey bíðjaðu eftir at sleppa framat aftur at royna seg. Fyri avrikið fingu børnini eitt heiðursmerkið og so kundu tey fáa orku við einari frugt og einum Mist afturvið.

Foreldur, ommur, abbar og onnur, sum vóru komin við børnumum njótaðu eina góða n‎ýbakaða vaflu afturvið einum kaffimunni ella temunni.

Ungir fyriskiparar

Onki tiltak uttan fyriskipan, og í andanum hjá stuttleikum við at menna egið evnir, so eru tað ungir íðkarar í Hvirluni, sum skipa fyri tiltakinum. Á hendan hátt fáa ungu íðkararnir eisini kensluna av, hvat tað vil siga at skipa fyri, og vónandi koma nakrir at hugsa um leiðslu og fyriskipan, tá tey blíva eldri, tí onki felag kann liva uttan góða nevnd og hjálparar.

Undan tiltakinum fingu ungu hvirlurnar í lag avtalur við stuðlar, tey gjørdu avtalur við hjálparar, fingu borgarstjóran at seta leikirnar osf. Á degnum gjørdu tey Tórsbreyt klára og skipaðu dómaratoymir, har tey sjálvi hjálptu til. Afturfyri fara allar inntøkurnar frá tiltakinum beinleiðis til venjingarlegu hjá hesum ungu íðkarunum.

Tankin handan Stuttleikir

Hjartatátturin í Hvirluni er, at tað skal vera pláss fyri øllum, og at øll skulu kunna mennast, har tey eru. Ein liður í hesum er tiltakið Stuttleikir, har tey yngstu sleppa at royna seg á 60 m, í bóltkast og í longdarlopi. Her fáa tey egið avrik skriva á skreytblað, sum tey kunna taka heim við. Tankin aftanfyri hetta er at tey á henda hátt síggja, hvat tey sjálvi megna, heldur enn at samanbera seg við onnur, tí tað er einans egið avrik, ein kann broyta.

Stuðla tiltakinum høvdu: SMS, Kids leikur, Kemilux, MBM/Mist og FK

Røðan í Heðin Mortensen helt kann lesast her

Fleiri myndir eru her

Trending & Hot