LOADING

Type to search

Nógv góð úrslit hjá eldru Hvirlunum.

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Nógv góð úrslit hjá eldru Hvirlunum.

Triðja og síðsta stórkapping var á Tórsbreyt leygardagin, og hesaferð vóru veðurguðarnir ikki í besta lag, tí har var væl av vindi, umframt at tað var rættuliga váttligt. Hetta darvaði tó ikki eldru hvirlunum, sum fingu nógv góð úrslit í avbjóðandi umstøðunum.

Gentur 14-15 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Ai Waagstein løgdu út við at renna 400 m. Tá skotið fór, var skjótt at Elena lá í tøttum dysti um fyrsta pláss, meðan Ai lá í tøttum dysti um triðja pláss. Hetta helt seg allan vegin á mál, har Elena við tíðini 1 min 12,74 sek gjørdist nr tvey, meðan Ai við tíðini 1 min 15,23 sek gjørdist nr 3. Tíðin hjá Elenu er 7,86 sek skjótari, enn hon hevur runnið teini áður, meðan Ai bara var 0,15 sek frá sínum pesónliga meti.

Elena og Ai fór síðan til 1500 m startin. Hetta var fyrstu ferð Elena royndi seg á hesum teininum, meðan Ai hevði roynt teinin einaferð fyrr. Tá skotið fór, løgdu tær hinar nakað afturum, og tískil gjørdist kappingin eitt sindur tom. Tær fylgdust í róligum tempo til tær síðstu 100 m øktu tempo fyri at vita, hvør var sterkast. Hendan dystin vann Elena, sum kom á mál við tíðini 6 min 5,49 sek, meðan Ai rann teinin uppá 6 min 7,41 sek. Har er tó ongin ivi um, at tær báðar hava væl meir í sær.

Ai royndi seg eisini í kúlustoyt. Her legði hon út við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 7,47 m. Harvið hevði hon longu avgjørt kappingina. Hon økti tó til 7,57 m í triðja umfarið, og slerdi harvið sigurin fastan.

So var longdarlop á skránni, og aftur vóru báðar við, tá byrja varð. Hjá Elenu var hetta fyrsta roynd við lop á planka. Elena legði út við at leypa 3,67 m, meðan Ai leyp 3,16 m. Ai økti í øðrum til 3,25 m, meðan Elena økti í triðja til 3,72 og aftur í fjórða og síðsta til 3,75 m. Elena ognaði sær harvið eitt triðja pláss, meðan Ai endaði á fimta plássi.

Dreingir 14-15 ár

Arni Bartal Joensen legði út við at renna 400 m. Her var væl av vindi, sum kostaði nógva orku fyrru helvt av teininum, og ávirkaði hetta, men Arni Bartal hevur flutt seg nógv, og kempaði væl í mótvindinum. Hetta gjørdi, at hann rann teinin uppá 1 min 27,52 sek, sum er 29,2 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Hann gjørdist nr 2 í kappingini.

Síðan royndi Arni Bartal seg á fyrsta sinnið við 4,0 kg tungu kúluni. Her legði hann út við at stoyta kúluna út á 4,47 m. Tað næsta miseydnaðist, meðan hann í triðja økti til 4,49 m. Tað fjórða og síðsta var eitt vet styttri, men Arni Bartal gjørdist við 4,48 m nr 2.

Triðja greinin hjá Arna Bartal var 1500 m. Her skal rennast smáðar 4 umgangir, og byrja var í nógva mótvindinum á norðaru langsíðuni. Her legði Arni Bartal varðliga út, og hesa ferðina helt hann til tað manglaðu 100 m. Tá setti hann ein ordiligan spurt inn, og megnaði hann at renna skjótari enn 7 min. Tíðin gjørdist 6 min 51,27 sek.

Síðsta kappingin hjá Arna Bartal var longdarlop, har hann á fyrsta sinnið skuldi royna at leypa frá planka. Atrenningin til plankan sat væl, og kom hann út á 2,78 m í fyrsta umfarið. Hann økti til 2,88 m í øðrum og so til 2,99 m í triðja, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Harvið gjørdist hann nr 2 í kappingini.

Gentur 16-17 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield royndi seg í kúlustoyt, har hon hevði eitt pers´´ónligt met, sum var neyvt 7 m. Hon vísti tó, at hon er blivin væl sterkari, tí long í fyrsta umfarið kom hon út á 7,35 m. Hon økti til 7,38 m í triðja, áðrenn hon í fjórða kom heilt út á 7,93 m. Tey bæði síðstu vóru eisini omanfri 7½ m, men hesaferð gjørdist tað longsta 7,93 m, sum er 93 cm longri enn hon hevur stoytt kúluna áður. Viðmerkjast kann, at øll seks vóru longri enn gamla persónliga metið. Kristina gjørdist harvið nr 1 í kappingini.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen royndi seg hesaferð við 4,0 kg tungu kúluni. Hon legði út við at stoyta kúluna út á 7,90 m. Hon økti í triðja til 8,17 m. aftur í fjórða økti hon, hesaferð til 8,19 m áðrenn hon í fimta kom heilt út á 8,41 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Tað rakk til eitt trygt fyrstapláss.

Kvinnur

Guðrið Káradóttir Petersen og Lydia Poula Simonsen royndu seg í kúlustoyt. Her legði L‎ydia út við at stoyta kúluna út á 8,58 m, meðan Guðrið í fyrsta umfarið kom út á 7,32 m. Báðar øktu í øðrum umfarið. Lydia til 8,80 m og Guðrið til 7,63 m. Í triðja kom Lydia út á 9,54 m, meðan Guðrið kom út á 8,19 m, sum endaði við at vera hennara besta hesaferð. L‎ydia helt á við at økja, í fjórða til 9,91 m áðrenn hon í fimta kom útum 10 m strikuna við 10,04 m, sum gjørdist hennara longsta. Harvið endaðu tær sum ávikavist nr 1 og 2 í kappingini.

Fleiri myndir frá degnum: https://photos.app.goo.gl/iZtoQhasQwTKwTgt6

Trending & Hot