LOADING

Type to search

Yngru hvirlurnar mennast støðugt

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Yngru hvirlurnar mennast støðugt

Hvirlan var aftur umboðað í allar flestu kappingum, tá yngru hvirlurnar rouyndu seg í síðstu stórkapping á hesum sinnið. Dagurin endaði við at nógvar av ungu hvirlunum fóru heim við heiðursmerkjum fyri síni avrik, tað er sjálvandi stuttligt, men tað t‎ýdningarmesta í hesum aldrinum er, at mennast breitt og finna gleðina við rørslurni og læra at taka av avbjóðingini, í venjing so sum kapping og altíð gera sítt besta.

Gentur -7 ár

Hjá teimum yngstu var longdarlop á skránni hesaferð, og her vóru heilar sjey ungar hvirlur við. Tá tey yngru leypa, so verður lopið frá zonu, tvs at síðsta kontakt áðrenn lopið verður út í sandin, er millum tvær hvítar strikur á breytini. Hetta kann vera avbjóðandi at byrja við, og vóru tað eisini fleiri sum traðkaðu aftanfyri sonuna og tískil blivu lopini ikki góðkend. Endin var at Frida Bogadóttir leyp 2,32 m, Katrina Róksdóttir á Neystabø leyp 2,41 m, Jana Hammer leyp 2,06 m, Luna Maria Apol Berg leyp 1,90 m, Martha Hammer leyp 1,35 m, Ranja Terjadóttir leyp 1,61 m, meðan Hanna Atladóttir fekk onki góðkent lop hesaferð.

Gentur 8-9 ár

Jóna Bjørg Apol Berg byrjaði sín dag við bóltkast. Her kom hon út á 17,64 m í fyrsta umfarið. Næsta var nakað styttri, men í triðja var betur, men tó ikki heilt líka langt sum í fyrsta. Harvið gjørdist tað longsta hesaferð 17,64 m.

Jóna Bjørg fór síðan til 80 m startin, har hon var í geil 2. Tá skotið fór leyp hon avstað, og her kempaði hon ein harðan dyst allan vegin. Harvið gjørdist tíðin so góð sum 14,27 sek.

So var longdarlop á skránni, og aftur var Jóna Bjørg klár. Hon legði út við at leypa 2,05 m. Í øðrum umfarið gjørdi hon tíðanverri yvirtrakk, men í triðja og síðsta økti hon til 2,12 m, sum sostatt gjørdist tað longsta hesaferð.

Dreingir 8-9 ár

Tyrni Sølvason og Tummas Eli Geyti byrjaðu við longdarlop. Tyrni legði út við at leypa 1,52 m, sum er longri enn hann hevur gjørt áður. Tummas Eli kom út á 1,78 m í fyrsta umfarið. Hvørgin bøtti í øðrum umfarið, men í triðja leyp Tyrni 1,68 m, sum er heilar 26 cm longri, enn hann hevur lopið áður, meðan Tummas Eli kom heilt út á 1,82 m.

Báðir fóru so til 80 m startin, og eins og hjá Jónu Bjørg, so var hetta teirra fyrsta roynd á hesum teininum. Teir vóru í ávikavist geil 3 og 4. Í nógva vindinum runnu teir 80 m uppá ávikavist 16,48 sek (Tummas Eli) og 18,44 sek (Tyrni).

Triðja kappingin var bóltkast, og aftur vóru báðir klárir tá byrja varð. Tyrni legði út við at kasta 7,20 m, meðan Tummas Eli kastaði heilt út á 21,90 m. Tyrni økti í øðrum til 7,41 m, sum gjørdist tað longsta hjá honum hesaferð. Tummas Eli økti í triðja heilt út á 23,98 m, sum er heilar 4,29 m longri enn hann hevur kastað áður.

Gentur 10-11 ár

Eva Maria Klein Olsen var klár tá bóltkast byrjaði. Her legði hon út við at kasta 150 g tunga bóltin út á 11,73 m. Næsta miseydnaðist, men í triðja var betur aftur, men tó nakrar centimetrar styttri enn í fyrsta umfarið. Hon endaði sostatt við at kasta 11,73 m, sum bara er 18 cm frá hennara persónliga metið.

Næsta kappingin hjá Evu Mariu var 80 m, sum hon ikki hevur roynt áður. Hendan teinin endaði hon við at renna uppá bara 13,94 sek.

Eva Maria endaði sín dag á Tórsbreyt við longdarlop. Her legði hon út við at leypa 2,40 m. Í næsta sat lopið, og kom hon heilt út á 2,87 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Harvið bøtti hon um sítt persónliga met við heili 32 cm.

Gentur 12-13 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð royndi seg fyrst við 400 g tunga spjótinum. Her legði hon út við at kasta 12,14 m, sum er væl longri enn hon hevur kastað áður. Næsta var nakrar centimetrar styttri, meðan hon í triðja megnaði at økja út á 12,76 m. Harvið legði hon heiar 3,03 m omaná sítt persónliga met.

Bjalla fór síðan í gongd við at innstilla blokkin, so hon var klár tá skotið fór til 80 m. Her sat starturin ikki heilt optimalt, men hon rann stak væl, og á málinum segði klokkan at Bjalla rann teinin uppá 12,07 sek, sum er 1,51 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Síðsta kappingin hjá Bjallu var longdarlop. Her leyp Bjalla 3,45 m í fyrsta umfarið. Í næsta gjørdi hon yvirtrakk, meðan tað triðja var eitt vet styttri enn tað fyrsta. Hon endaði sostatt við 3,45 m, sum er 18 cm longri enn hon hevur lopið áður.

Dreingir 12-13 ár

Baldur Báruson Persson, Gunnar A. Hansen, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Jóhan Waagstein vóru við tá spjótkast fór í gongd. Her legði Jógvan Ingi út við at kasta 15,48 m, meðan Gunnar, sum royndi seg í síni fyrstu kapping í spjótkast, kastaði 14,34 m. Jóhan kom heilt út á 19,48 m, meðan Baldur var óheppin og gjørdi yvirtrakk. Jógvan Ingi økti til 16,48 m í øðrum umfarið, meðan Baldur við 11,16 m legði 2,46 m omaná sítt persónliga met. Í triðja og síðsta umfarið sat betur hjá Jógvan Inga, sum kastaði sítt fyrsta kast í kapping út um 22 m strikuna. Tað bleiv mátað til 22,06 m, sum er 2,16 m longri enn hansara persónliga met. William, sum hevði ein dag har tað ikki riggaði, fekk onki góðkent kast.

William og Jóhan fóru síðan til 80 m startin, har Lukas Davidsen Næs var klárur sum triðja Hvirlan í hesi greinini. Her høvdu teir allir ein tættan dyst allan vegin á mál, har tað verðuliga var neyðugt við málfoto fyri at síggja mun. Endin gjørdist at William rann teinin uppá 12,45 sek, sum er 0,82 sek skjótari enn hann hevur runnið hann áður. Jóhann rann hann uppá 12,47 sek, sum er 0,97 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður, meðan Lukas á sínum fyrsta 80 m fekk tíðina 13,56 sek.

Jóhan royndi seg eisini á 1000 m teininum. Hetta var fyrstu ferð hann royndi hendan teinin. Hann rann í einum støðugum tempo, og endaði við at koma á mál við tíðini 4 min 2,69 sek.

Síðsta greinin var longdarlop, og her royndu Baldur, Jóhan, Lukas og William seg. William legði út við at leypa heilar 3,95 m, meðan Jóhan leyp 3,51 m, Lukas 3,37 m og Baldur 2,75 m. Allir royndu teir at koma longur, men hesaferð gekk ikki. Sostatt endaði William við at leypa 41 cm longri, enn hann hevur lopið áður, Baldur leyp 32 cm longri, enn hann hevur lopið áður, meðan Jóhan leyp 7 cm longri, enn hann hevur lopið áður. Hjá Lukas var hetta fyrstu ferð, hann royndi seg í hesi grein.

Fleiri myndir frá degnum:https://photos.app.goo.gl/iZtoQhasQwTKwTgt6

Trending & Hot