LOADING

Type to search

Tey eldru taka seg støðugt fram

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Tey eldru taka seg støðugt fram

Aftur vístu hvirlurnar, at tey hava vant væl, og at tey duga væl at kappast. Tí har komu aftur nógv flott úrslit og persónlig met.

Gentur 14-15 ár

Ai Waagstein og Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaðu dagin á 200 m teininum, har tær vóru á ávikavist geil 1 og 2. Tá skotið fór lupu tær avstað, og komu tær væl inn í renningina, her var Elena við teimum fremru inntil 30 m vóru eftir og hon misti fótafesti, og var líka við at detta, hon fekk fóta sær og kom á málið við tíðini 31,35 sek (w: 0,6 m/s), sum er 1,39 sek skjótari enn hennara persónliga met. Ai koma á mál beint aftanfyri Elenu og við tíðini 32,35 sek skar hon 2,18 sek av sínum persónliga meti. Tær gjørdust ávikavist nr 5 og 6 í finaluni.

Elena royndi seg síðan í tr‎ystøkk, har hennara besta lop undan kappingin var 8,21 m, men tað var í somu, tvs har máta verður harfrá hon leypur, heldur enn nú, har hon leypur frá planka, og máta tískil verður máta frá plankanum, óansæð hvussu langt aftanfyri man leypur. Longu í fyrsta lopið leyp hon 8,03 m. Næsta var eitt vet styttri, men í triðja kom hon út á 8,44 m og í fjórða heilt út á 8,70 m, sum gjørdi at hon ognaði sær triðja pláss í kappingini.

So fór Ai at royna seg við 0,75 kg tunga diskinum. Her legði hon út við at kasta 15,81 m. hetta økti hon til 19,17 m í øðrum umfarið og eftir eitt miseydna kast í triðja, kom hon heilt útum 20 m strikuna í fjórða tá hon kastaði 21,09 m, og ognaði sær harvið eitt trygt fyrsta pláss.

Elena og Ai endaðu dagin við at renna 800 m. Her legði Elena varliga út, men eftir at hava ligið á øðrum plássi fyrstu 400 m fór hon framvið, og hugdi hon ongantíð afturumaftur, tí hon rann við einum støðugum tempo, sum ongin megnaði at fylgja frá byrjan til enda. Ai legði varliga út, og lá leingi á einum triðja plássi, og tá 100 m vóru eftir, sá tað út til at hon fór at enda á triðja plássi, men uppá síðstu 100 m minkaði hon so skjótt um munin, at hon megnaði at renna seg fram á annað pláss beint áðrenn mállinjuna. Tær endaðu sostatt sum nr 1 og 2 við tíðunum 2 min 48,85 sek og 2 min 56,78 sek. Harvið bøtti Elena um sítt persónliga við 3½ sek, meðan Ai bøtti um sítt við 5½ sek.

Dreingir 14-15 ár

Arni Bartal Joensen hevur arbeitt miðvíst við at broyta mátan at renna uppá. Hetta plagar at kosta meðan broyting ferð fram, men hann vísti í fyrsta teinum, sum var 200 m, har longu meðan hann arbeiðir við hesi broyting, er ferðin farin upp. Tíðin hjá honum á 200 m gjørdist 35,36 sek, sum er 0,9 sek skjótari enn gamla persónliga metið. Tað rakk til eitt annað pláss.

Næsta kappingin hjá Arna Bartal var tr‎ýstøkk. Hetta var fyrstu ferð Arni Bartal royndi seg í hesi greinini. Arni Bartal legði út við at leypa 7,07 m, mann steðgaði tó ikki har, tí í næsta lopinum kom hann út á 7,20 og í triðja heilt út á 7,43 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Harvið fór hann heim við fyrsta plássi.

So var diskuskast á skránni, og her var Arni Bartal klárur við 1,0 kg tunga diskinum. Hetta var hansara fyrsta kapping í hesi grein. Hann byrjaði í fyrsta umfarið við at leggja seg á fyrsta pláss við einum kasti uppá 12,57 m. Her økti hann í triðja ti 13,93 m, sum var nóg mikið til at vinna kappingina, men hann økti enn meir í fjórða og síðsta umfarið. Hesaferð til 15,59 m, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Arni Bartal var aftur klárur tá síðsta kappingin var skotin í gongd. Tað var 800 m. Her legði hann hart út, men setti so ferðina eitt vet niður. Hesa ferðina helt hann til 100 m vóru eftir. Tá setti hann ein spurt inn og kom harvið á mál sum nr 2 við tíðini 3 min 13,29 sek

Dreingir 16-17 ár

Villiam á Lava Persson, sum n‎ýliga er byrjaður at venja kast, royndi seg á fyrsta sinnið í kapping við 1,5 kg tunga diskinum. Her legði hann út við at kasta 12,56 m. Næsta kasti miseydnaðist, og so komu tvey kast, sum vóru eitt lítið vet styttri enn tað fyrsta. Síðstu tvey køstini miseydnaðust og harvið endaði Villiam við at gerast nr 2 við longdini 12,56 m.

Villiam royndi seg eisini í síni fyrstu tr‎ýstøkk kapping. Í byrjanini hevði hann trupult við at fáa atrenningina at sita, og tí blivu tey fyrstu tr‎ý lopini dømd yvirtrakk. Í fjórða gjørdi hann ikki yvirtrakk, nú leyp hann meir enn hálvan metur aftanfyri plankan. Lopið bleiv máta til 7,24 m. so økti hann ferðina aftur, og kom nærri plankanum. Hetta bleiv máta til 7,53 m. Í síðsta umfari kom besta lopið. Hóast hann leyp  góðar 30 cm frá plankanum, so bleiv lopið máta til 7,98 m. Harvið gjørdist hann nr 2 í kappingini.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen, sum eigur føroyska metið í spjótkast, byrjaði fyri viku síðan at venja eitt sindur av hamarkast eisini. Fyrimunurin við at venja hamar og spjót er at hamarkast styrki baksíðuna, sum er góð fyribyrging fyri teimum akslaskaðum, sum kunna koma av spjótkast, umframt at hamarkast gevur ein sterkan og stabilan bul, sum er avgerandi fyri at kunna fáa góða ferð á eitt spjót. At Elin er væl fyri kropsliga og tekniskt sást tá hon í øðrum kasti kom heilt út á 25,54 m. Hetta hóast hon enn einans kastar við einum umgangi. Í triðja økti hon til 26,43 m, sum gjørdist hennara besta hesaferð. Harvið fór hon heim við einum fyrstaplássi.

Kvinnur

Tinna Berg Jørgensen royndi seg á 200 m teininum. Eftir 4 harðar kappingar síðsta vikuskiftið hevur Tinna vant sprintúthaldni, og tí var ikki vantandi at hon kundi renna optimalt. Ætlanin var tí at n‎ýta kappingina sum eina góða venjing. Hetta var líka gott, tí at FÍF hevði valt tað sera óvanligu tilgongd at brúka fleiri ára  gomul persónlig met sum grundarlag undir styrkismetingin, og harvið banafordeiling. Harvið endaði Tinna, sum í vetur átti skjótastu tíð á 200 m og í summar hevur verði nógv tann skjótasta á 100 m teininum, heilt úti á geil 6. Tískil rann Tinna blind, í mun til hinar, sum kundu tillaga sína kapping eftir hvussu Tinna rann. Tá so skotið fór var Tinna, sum vant, tann skjótasta avstað, um enn hon ikki var heilt so skjót, sum hon plagar at vera. Tinna kom úr svinginum sum nr 1 og hóast møðina frá hørðu venjingini í beinunum, so helt hon fyrsta pláss heilt til einir 40 m vóru eftir, har hon bleiv yvirhála, og á sjálvari mállinjuni bleiv hon so yvirhála av henni, sum eigur føroyska metið. Tíðin hjá Tinnu gjørdist 27,40 sek (w: 0,3 m/s), sum bara er 0,4 sek frá oyggjaleikakravinum. Tíðin er eisini 0,4 sek skjótari enn hon rann innandura í vetur. Harvið heldur framgongdin hon hevur víst í øllum kappingum síðsta árið, fram.

Guðrið Káradóttir Petersen, sum eigur føroyska metið í hamarkast, var sjálvandi klár tá kappingin i hamarkast fór í gongd. Her legði hon út við einum tekniskt solidum kastið, har hamarin lendi á 36,80 m. Í næsta setti hon meir ferð á, men hon misti trýsti á hamaran í øðrum umgangi. Høga ferðin gjørdi tó at hamarin lendur úti á 41,85 m, sum er næstan 4 metrar longri enn oyggjaleikakravið. Triðja kasti var enn meir ferð á og kom hamarin enn longur út, hesar til 42,31 m. Í fjórða kastaði hon hamaran út á 42,35 m, sum bara er góðan 1½ m frá hennara føroyska meti. Hetta gjørdist tað longsta hesaferð.

Menn

Helgi Geyti er við at gera eitt ordans come-back í frælsari ítrótt, tí eftir at hann vann spjótkast fyri einari viku síðan, so var hamarkast á skránni hesaferð, og aftur legði hann hart út. Í fyrsta kasti kastaði hann 7,26 kg tunga hamaran út á 27,05 m. Næsta kasti var eitt vet styttri, meðan tað triðja miseydnaðist heilt, men í triðja kom hann heilt út á 28,10 m, sum bara er uml 1½ m frá hansara 7 ára gamla persónliga metið. Hann kom ikki longur út hesaferð, men vann ein tryggan sigur í kappingini.

Fleiri myndir: https://photos.app.goo.gl/FvjbkfiuHbeYPh2VA

Trending & Hot