LOADING

Type to search

Tey yngstu stórnjótaðu stórkappingina

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Tey yngstu stórnjótaðu stórkappingina

Hvirlan var aftur sera væl umboðað í yngru bólkunum, at so nógvir av ungu íðkarunum í kýta seg, í renning, kast og lop og so skjótt kappingin er av, hvussu tey hugna sær til næstu kapping ferð í gongd, er nakað av tí við hesum kappingunum. Øll avrikaðu tey væl, og vónandi koma øll, og onnur við næstu ferð.

Dreingir -7 ár

Lui Ellindsson Olsen og Bastian Brandsson vóru klárir á linjuni, tá skotið fór hjá dreingjunum, sum eru yngri enn 8 ár. Teir spentu í, tá skotið fór og skjótt gekk. Lui rann teinin upa 8,08 sek, sum er góð 3 sek skjótari, enn hann hevur runnið teinin áður, meðan Bastian í síni fyrstu kapping á teininum kom á mál í tíðini 9,38 sek.

Gentur -7 ár

Tað vóru heilar 10 gentur sum royndu seg á 40 m, harav tær seks vóru í reyðu hvirlubúnanum. Í fyrra riðlinum vóru Jana Hammer, Katrina Róksdóttir á Neystabø og Luna Maria Apol Berg, í seinna riðli vóru Frida Bogadóttir, Martha Hammer og Hanna Atladóttir. Tá skotini fóru lupu tær avstað, allar sum ein, og so spelaðu tær móti mállinjuni. Á málinum segði klokkan at tær høvdu runnið teinin uppá 8,68 sek (Frida), 10.16 sek (Martha), 10,46 sek (Hanna), 8,86 sek (Luna Maria), 8,64 sek (Katrina) og 8,13 sek (Jana).

Gentur 8-9 ár

Jóna Bjørg Apol Berg, Tinna Horsdal og Gyða Jamesdóttir byrjaðu sína luttøku í næstu stórkapping við at leypa longdarlop. Her løgdu bæði Gyða og Tinna út við at leypa longri enn tær hava gjørt áður. Gyða leyp 1,93 m, meðan Tinna Leyp 1,94 m. Í øðrum umfarið kom Jóna Bjørg heilt út á 2,29 m, meðan Tinna og Gyða lupu eitt vet styttri enn í fyrsta umfarið. Allar royndu tær at koma enn longri í triðja og seinasta umfarið, men tað gekk ikki hesaferð.

Allar tríggjar fóru so til 40 m, sum er stytsti sprintteinurin. Hetta var fyrstu ferð at Gyða og Tinna royndu seg á hesum teininum. Tær vóru í geilunum 4-6, við Gyðu á geil 4, Tinnu á geil 5 og Jónu Bjørg á geil 6. Tá skotið fór snúði tað seg um at koma avstað, og tað gjørdu tær, og stutt eftir vóru tær allar komnar á mál. Her segði klokkan at Jóna Bjørg hevði runni teinin uppá 7,57 sek, Gyða uppá 8,50 sek og Tinna 9,47 sek. Jóna Bjørg, sum royndi teinin á øðrum sinnið, rann teinin 1,04 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður.

Gyða og Jóna Bjørg fóru síðan til bóltkast, har Gyða legði út við at kasta 4,90 m, meðan Jóna Bjørg kastaði 17,92 m. í øðrum umfarið økti Gyða til 8.40 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí í síðsta umfarið kom hon út á 9,27 m. Jóna Bjørg økti eisini í síðsta, hon kom út á 19,93 m.

Dreingir 8-9 ár

Tummas Eli Høj Geyti og Tyrni Sølvason byrjaðu við longdarlop, har teir eisini royndu seg í síðstu stórkapping. Í fyrsta umfarið leyp Tummas Eli 2,94 m (w: 1,7 m/s), sum er góðan metur longri enn hann leyp í fyrstu stórkapping. Tyrni legði eisini afturat sínum besta frá fyrru kappingini, tá hann í fyrsta umfarið leyp 1,45 m (w: 2,1 m/s). Tummas Eli leyp aftur útum 2 m næstu lopunum, meðan Tyrni eisini var nær við at bøta um sítt fyrsta, men hesaferð kom longsta lopið hjá báðum í fyrsta umfari.

Báðir fóru so at royna seg í bóltkast. Her legði Tyrni út við at bøta um sítt persónliga met til 8,09 m, meðan fyrsta kast hjá Tummas Eli miseydnaðist. Í øðrum umfarið økti Tyrni til 8,96 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met við 1,49 m, meðan Tummas Eli kom út á 18,13 m. Hetta gjørdist tað longsta hjá teimum báðum hesaferð.

Næst á skránni var 40 m teinurin, har Tyrni var á geil 3 og Tummas Eli á geil 4. Aftur vístu teir hvussu teimum dámar at kappast, og á málinum vóru teir lønaðir við tíðunum 8,80 sek (Tummas Eli) og 9,42 sek (Tyrni).

Gentur 10-11 ár

Eva Maria Klein Olsen byrjaði sín dag á Tórsbreyt við at renna 200 m teinin, har hon var í geil fimm. Hetta var fyrstu ferð hon royndi seg í hesi grein, men hon kom tó væl avstað, og pressað runt svingið, tá hon so kom á langsíðuna, var tað ein spurningur um at halda ferðina, og eydnaðist hetta stak væl. Tíðin hjá Evu Mariu gjørdist 38,34 sek (w: 1,4 m/s).

Eva Maria fór so til longdarlop, har hon longu í fyrsta lopið legði 16 cm afturat sínum 12 daga gamla persónliga metið. Næsta lopið miseydnaðist, men í triðja kom hon heilt út á 2,55 m, og legði harvið í alt 22 cm afturat sínum persónliga meti.

Triðja kappingin hjá Evu Mariu var bóltkast. Hetta var fyrstu ferð hon royndi seg í bóltkast, og legði hon út við at kasta 10,08 m. Næsta kasti miseydnaðist, meðan hon í triðja kom heilt út á 11,91 m, sum sostatt gjørdist hennara besta hesaferð.

Dreingir 10-11 ár

Eyðun Ellindsson Olsen royndi seg fyrst á 200 m teininum, har hann var á geil 4. Her miseydnaðist starturin eitt sindur, men hann kempaði seg væl upp í ferð, og alla langsíðuna sást hvussu nógv hann legði fyri. Úrslitið gjørdist 36,84 sek (2: 0,7 m/s), í hansara fyrstu roynd á hesum teininum.

So var longdarlop á skránni hjá Eyðun. Her legði Eyðun út við at leypa 2,74 m (w: 2,8). Hetta økti hann út á 3,00 m (2: 2,7 m/s) í øðrum umfarið. Triðja var eisini langt, men tó eitt vet styttri enn teir 3,00 hann leyp í øðrum umfarið, so harvið gjørdist tað longsta hesaferð.

Síðsta kappingin hjá Eyðun var bóltkast. Her legði hann út við at kasta 150 g tunga bóltin út á 20,30 m. tað næsta bleiv eitt vet styttri, men í triðja økti hann til 20,64 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð.

Gentur 12-13 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð byrjaði við 0,75 kg tunga diskinum. Her kom hon út á 11,57 m í fyrsta kasti, og so setti hon ferðina upp. Hesaferð riggaði tað ikki heilt, tí hóast tað kom nógv kraft í diskin næstu tvey umførini, serliga í tí síðsta, har diskurin tíðverri endaði í netinum. Tískil endaði Bjalla við at kasa 11,57 m sum tað longsta hesaferð.

Bjalla fór síðan til 200 m startin. Her fekk hon ein sera góðan start, og kom úr svinginum í tættari kapping við tað fremstu. Henda kapping helt til einir 50 m vóru eftir, tá tað byrjaði at vísa seg at venjingin hjá Bjallu hevur fokus á at læra at renna rætt, fáa effektiva acceleratión og høga toppferð. Ikki fyrr enn tað er komi væl áleiðis gevur tað meining at byrja at arbeiða við ferð-úthaldni. At Bjalla hevur flutt seg í vetur sást á tíðini, tí við at renna teinin uppá 30,86 sek (w: 3,6 m/s), rann hon teinin 5,16 sek skjótari enn hon gjørdi í 2021, og ognaði hon sær harvið eitt annað pláss í kappingini.

Bjalla endaði sína luttøku í hesi stórkapping við trýstøkk. Her legði hon út við at leypa 7,12 m, sum bara var 15 cm frá hennara persónliga metið. Hon vildi útum metið, men í øðrum miseydnaðist tað. Í triðja sat tað og leyp hon 7,38 m, sum er hennara longsta lop nakrantíð.

Dreingir 12-13 ár

Baldur Báruson Persson, Gunnar A. Hansen, Jógvain Ingi Falkvard Joensen og William Erik Schilling Kruse stóðu allir klárir tá ungu menninir skuldu kasa 0,75 kg tunga diskin. Her legði Jógvan Ingi út við at kasta diskin út um 20 m strikuna, tíðverri var kasti uttanfyri kastirætningin og bleiv tí kolldømt. Kasti hjá Jóhan og Gunnar miseydnaðust somuleiðis, meðan Baldur legði 1½ m omaná sítt persónliga kast, tá hann kastaði diskin út á út á 12,05 m, meðan William kom heilt út á 16,10 m. Í øðrum umfarið kom Gunnar heilt út á 15,93 m, Jógvan Ingi út á 15,34 m og Jóhan út á 13,55 m. So var eitt umfar eftir, og her økti William til 16,66 m og Baldur økti til 13,19 m, og legði harvið enn ein metur afturat persónliga metinum.

Tá skotið fór á 200 m lupu William og Jóhan avstað. Báðir vóru skjótir avstað, og allan vegin á langsíðuni hildu teir formin. Klokkan segði at William rann teinin uppá 31,88 sek, meðan Jóhan rann teinin uppá 33,00 sek. Harvið runnu teir ávikavist 3,39 og 3,34 sek skjótari enn teir hava runnið teinin áður.

Jóhan var aftur klárur tá tr‎ystøkk byrjaði. Hetta var fyrstu ferð at hann royndi seg í hesi grein. Hann kom út á 7,33 m í fyrsta umfari. Hann økti í øðrum til 7,69 m. Hann steðgaði tó ikki har, tí í triðja og seinasta umfari kom hann heilt út á 7,77 m.

Jóhan endaði dagin við at renna 800 m. Hann legði hart út, men slakaði so eitt sindur av, og helt harfrá ferðina til 100 m vóru eftir. Tá setti hann ein spurt inn, og gjørdi tað, at hann bøtti um sítt persónliga met til 3 min 9,33 sek.

Fleiri myndir: https://photos.app.goo.gl/FvjbkfiuHbeYPh2VA

Trending & Hot