LOADING

Type to search

Dánjal heldur á at bøta um síni persónligu met.

sprint tíðindi úrslit

Dánjal heldur á at bøta um síni persónligu met.

Dánjal Dahl Ljósheim rann sína fyrstu kapping uttandura í ár á sínum n‎yggja heimavølli í kappingini Copenhagen Open. Av tí at hann hevur runnið so væl í vetur, so var hann endaður í A-finaluni, har allir teir skjótastu vóru við. Hann rann á geil 2, sum ikki er fyrimunur hjá so langum rennara, men tað er tó gott at hava onkran frammanfyri at renna eftir, og her fekk Dánjal ein sera skjótan mann frammanfyri.

Dánjal legði í so varliga út og misti nógv til mannin beint uttanfyri fyrstu metrarnar, men so upp í effektivan rennistíl, og frá 200 m vísti hann at øll venjingin hevur givið honum ein kapacitet, hann ikki hevur havt áður, tí hann helt formin væl, og sjálvt móti endanum har syran verðuliga ger um seg, misti hann ikki formin. Hann endaði sostatt á einum triðja plássi í sterku kappingini, har hann var styrkismettur sum nr 7. Tíðin gjørdist 50,49 sek, sum er 0,58 sek skjótari enn hann rann teinin innandura í vetur. Oyggjaleikakravið er 52,00 sek, so tað er ikki nakað, sum Dánjal hugsar um longer.

Statistikkur:

  • Føroyskt met: 49,41 sek
  • Persónligt met hjá Dánjal: 50,49 sek (var 51,68 sek við ársbyrjan)
  • oyggjaleikakrav: 52,00 sek

Trending & Hot