LOADING

Type to search

Tinna tvær ferðir undir føroyska metið á 100 m

sprint tíðindi úrslit

Tinna tvær ferðir undir føroyska metið á 100 m

Í kappingini Copenhagen Games megnaði Tinna tvær ferðir at renna langt undir føroyska metið á 100 m. Innleiðandi, rann hon 12,88 sek, sum er 0,11 sek skjótari enn føroyska metið. Tíðverri var undanvindurin 2,8 m/s, og harvið 0,8 m/s meir enn loyvt. Tíðin tryggjaði tó Tinnu eitt pláss í finaluni, sum var ein tíma seinni. Hesaferð segði klokkan 12,83 sek, ella 0,16 sek undir føroyska metið. Tíðverri var vindurin aftur ov nógvur, fyri at vera heilt neyvur, so var vindurin hesaferð 2,1 m/s, ella bara 0,1 m/s meir enn loyvt. So enn eitur hennara persónliga met 13,02 sek og føroyska metið sleppur enn at standa á 12,99 sek.

Tinna kann tó taka nógv gott við sær heim, tí starturin er farin at sita, tí sum video omanfyri vísur, so er hon líka skjót teir fyrstu 10 m sum kvinnan, sum eigur danska metið á 60 m. Eisini er toppferðin á góðari leið, meðan sprintúthaldni er veika punkti. Hetta visti Tinna, tí venjingin, hevur vegna smærri yvirbelastningar, verði tillaga, og her var valt at taka sprint-úthaldni úr venjingini, fyri at optimera start og acceleratión og topferð. Orsøkin er at tað er munandi lættari at læra at halda eina høga ferð, enn at læra at økja um ferðina. Nú verður fokus so flutt yvir á sprintúthaldni, har málið í fyrsta umgang er VU-spelen í Gøteborg miðjan Juni og síðan kappingar í august/september.

statistikkur:

  • Føroyskt met: 12,99 sek
  • Persónligt met hjá tinnu: 13,02 sek (var 13,27 sek við ársbyrjan)
  • Oyggjaleikakrav: 13,30 sek

Trending & Hot