LOADING

Type to search

Eldru hvirlunar ganga støðugt fram

Kast Lop miðtein sprint tíðindi Uncategorized úrslit

Eldru hvirlunar ganga støðugt fram

Tá ungar hvirlur hava vant í nøkur ár, er møguligt at luttaka í alsamt meir krevjandi venjingum, sum byggja á tað grundarlag, sum er bygt upp. Harvið kunna hesar støðugt taka seg fram, og hetta vístu tær í dag, tí við nógvum persónligum metum og góðum placeringum byrjaði kappingarárið gott.

Gentur 14-15 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Ai Waagstein byrjaðu báðar dagin við at renna 100 m, sum tær báðar hava roynt áður. Elena var í geil 5 og Ai í geil 6. Her vístu báðar, at tær hava tikið seg nógv fram í vetur, tí við tíðini 14,89 sek skar Elena 0,59 sek av sínum persónliga metið, meðan Ai við tíðini 15,74 sek skar 0,36 sek av sínum persónliga metið.

Tær fóru so til hæddarlop, har Elena áður hevur lopið 1,20 m, meðan Ai ikki hevur roynt seg í hesi grein áður. Byrja var á 100 cm, sum báðar komu uppum í fyrstu royndini. Tað sama gjørdu tær á 105 cm og 110 cm. Á 115 cm kom Elena uppum í fyrstu royndini, meðan Ai kom uppum í triðju royndini. Ai var nær við at koma uppum 120 cm, men hesaferð endaði hon á 115 cm sum hennara besta. Elena helt á og kom uppum 120 cm í fyrstu royndini, 125 cm í næstu royndini og 130 cm og 135 cm í fyrstu royndini. Hon var sera nær við, at koma uppum 140 cm í síðstu royndini, men tíverri datt yvirliggjarin. Hon endaði sostatt við at bøta um sítt persónliga met við 15 cm. Tað rakk til eitt annað pláss, frammanfyri Ai á triðja plássi.

Ai royndi seg í spjótkast, sum í løtuni er hennara fremsta grein. Her lat hon heldur ongan iva vera um, hvør átti fremsta plássi, tí eftir at fyrsta kast ikki bleiv máta, kastaði hon spjótið heilt út á 26,57 m, sum var næstan dupult so langt sum tann, ið endaði á øðrum plássi. Ai hevði fleiri kast sum endaðu uttanfyri 30 m strikuna, men tíverri markeraðu tey ikki (oddurin á spjótinum skal nerta við fyrst fyri at kasti verður góðkent) og tískil endaði hon á 26,57 m, sum er góðar 2 metrar longri enn hon hevur kastað áður.

Bæði Ai og Elena endaðu dagin við at renna 1000 m, sum er 2½ umgangur á Tórsbreyt. Tá skotið fór, løgdu tær seg á fyrsta og annað pláss og so við og við økti Elena til Ai á øðrum plássi, sum aftur økti til gentuna á triðja plássi. Á málinum segði klokkan at Elena vann við tíðini 3 min 44,88 sek frammanfyri Ai, sum kom á mál við tíðin 3 min 57,98 sek.

Dreingir 14-15 ár

Arni Bartal Joensen var einsamøll hvirla í hesum bólkinum, men við at luttaka í øllum greinum, tryggjaði hann hvirluni góða umboðan. Hann byrjaði við at renna 100 m. Arni hevur arbeitt við at broyta mátan at renna uppá, hetta kann seinka í byrjanini, men hann var effektivur og megnaði at brúka n‎ýggja mátan at renna uppá og kom tískil á mál sum nummar tvey við tíðini 15,74 sek, sum er 0,88 sek skjótari enn hansara persónliga met.

Arni Bartal fór síðan til hæddarlop, har hann áður hevur lopið 100 cm. Her kom hann lætliga uppum 110 cm í fyrstu royndini, og bøtti harvið um sítt persónliga met við 10 cm. Hesaferð kom hann ikki longri, men við teimum 110 cm var hann á øðrum plássi bara 10 cm aftanfyri nummar eitt.

So skuldu 1000 m rennast. Hendan teinin hevur Arni Bartal ikki roynt áður, men hann megnaði tó at renna teinin so skjótt sum 3 min 49,37 sek og harvið ogna sær eitt fyrsta pláss.

Síðsta kappingin var spjótkast, har Arni Bartal í ár skuldi royna seg við 600 g, í mun til tey 400 g hann kastaði í fjør. Hann legði út við at kasta 13,03 m. Hetta økti hann til 15,06 m í øðrum umfarið og til 16,36 m í triðja umfarið, sum gjørdist hansara besta. Aftur tryggjaði hetta honum eitt fyrsta pláss í kappingini.

Dreingir 16-17 ár

Villiam á Lava Persson hevði hesaferð valt at fokusera uppá longdarlop, har hann áður hevur lopið 3,75 m. Hansara fyrsta roynd var eitt sindur varðin, og bleiv mátað til 3,58 m. Hann fekk eitt sindur meir ferð á í næstu royndini og økti harvið við 10 cm til 3,68 m. Í triðju trippaði hann (tók nøkur stutt fet) inn móti plankanum, men megnaði tó at halda eina hægri ferð. Úrslitið gjørdist at hann á fyrsta sinnið leyp 4,00 m. fjórða og fimta royndir vóru báðar omanfyri gamla persónliga metið, men tó ikki longri enn teir 4 m hann leyp í triðju royndini, sum endaðu við at vera hansara besta á degnum. Hann ognaði sær sostatt eitt annað pláss í kappingini.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen hevur hvat trupulleikar við at fáa teknikkin í spjókast at sita, líka síðan hon var á venjingarlegu við landsliðnum. Tað sama hendi hesaferð, har hon misti ferð inn móti avlevering, samstundis sum hon gav eftir í bulinum, soleiðis at hon kom til at ”hála niður í spjótið” (tað er tá kraftin í spjótið siktar lægri enn spjótið peikar í avleveringini). Hóast hetta, so vann hon ein tryggan sigur við einum kasti uppá 32,48 m.

Kvinnur

Fyrsta greinin hjá kvinnunum var 100 m, har Tinna Berg Jørgensen royndi seg. Tinna, sum endaði 2021 við at bøta munandi um sítt persónliga met til 13,27 sek, hevur í ár aftur skava nógv av sínum persónliga metið. Vantandi var, at hon rann upp til sítt besta tí allar tær sterkastu kvinnurnar vóru við. Tinna lat tó ongan iva vera um, at hennara úrslit ikki koma av ongum, tí longu eftir fyrstu 10 m var hon fremst og økti hon allan vegin. Á málinum segði tíðin 13,08 sek, hóast ein lítlan mótvind.

So var spjótkast á skránni, og her var hvirlan umboðað av Guðrið Káradóttir Petersen, sum eigur føroyska metið í hamarkast, L‎ydiu Poulu Simonsen, sum eigur føroyska metið í kúlustoyt og diskuskast og Sunnivu Bogadóttir, sum átti føroyska metið í spjótkast til Elin tók tað í 2021. Sunniva er n‎ýliga skurðviðgjørd í knænum og tók tað tí róligt. Kappingin endaði við at gerast sera spennandi har Guðrið og L‎ydia skiftust um at liggja nummar eitt, til Sunniva í síðstu royndini ognaði sær fyrsta pláss við 26,59 m, frammanfyri L‎ydiu, sum kastaði 25,58 m, meðan Guðrið við 23,83 m gjørdist nummar f‎ýra.

Menn

Hjá monnunum var tað ein gamal kenningur, sum aftur var við. Tað var Helgi Suni Geyti, sum m.a. var á landsliðnum í spjótkast áðrenn hann steðgaði við at venja miðvíst. Hann vísti tó, at hann enn dugur at kasta, tí hann megnaði at kasta 800 g tunga spjótið heilt út á 40,72 m og fekk harvið eitt fyrsta pláss.

Fleiri myndir frá degnum síggjast her: https://photos.app.goo.gl/Vcuew19Z5CiPwJes7

Trending & Hot