LOADING

Type to search

Nógvar ungar Hvirlur royndu seg á fyrsta sinnið á Tórsbreyt

Kast Lop miðtein sprint tíðindi Uncategorized úrslit

Nógvar ungar Hvirlur royndu seg á fyrsta sinnið á Tórsbreyt

Ársins fyrsta stórkapping var á Tórsbreyt í dag, og har vóru sera nógvar hvirlur á startlistanum, frá teimum yngstu til tey elstu. Serliga var tað hugaligt at síggja nógvar av teimum, sum n‎‎ýliga eru byrjað at venja, royna seg í síni fyrstu kapping. Hesar ungu hvirlur venja onkrar hósdagar á yngsta liðið, onkrar venja t‎ýsdagar á miðlingaliðinum, meðan aðrar aftur venja á elsta liðið, sum hevur fleiri venjingartíðir. Felags fyri allar venjingarnar er, at grundhugsjónin er langtíðarmenning, tvs at botnur verður lagdur áðrenn hugsa verður um, at fara eftir úrslitum. Hóast hetta, so vístu ungu hvirlurnar í dag, at støði hjá teimum øllum hækkar støðugt.

Gentur -7 ár

Heilar fimm hvirlur vóru klárar, tá yngstu genturnar skuldu royna seg við 150 g tungu bóltunum. Hesar vóru Jana Hammer, Katrina Róksdóttir á Neystabø, Frida Bogadóttir og Hanna Atladóttir. Hetta var fyrstu ferð, at tær royndu seg í hesi grein. Tær hugnaðu sær allar óført, og gjørdist úrslitið at Frida kastaði 6,61 m, Hanna 4,57 m, Jana 13,47 m, Katrina 10,64 m og Ranja 4,99 m.

Dreingir -7 ár

Eins og hjá gentunum, so var Hvirlan umboðað, men hjá dreingjunum vóru væl færri luttakarar, eisini úr Hvirluni, har Lui Ellendsson og Bastian Brandsson royndu seg fyri Hvirluna. Lui hevði roynt tað áður, meðan hetta var fyrstu ferð, at Bastian var við. Bastian kastaði 6,90 m, meðan Lui kastaði 15,85 m, sum er 8,58 m longri enn hann hevur megnað áður.

Gentur 8-9 ár

Jóna Bjørg Apol Berg hevur roynt seg áður, og var aftur til dystin fús, hesaferð saman við Gyðu Jamesdóttir. Fyrsta greinin var 60 m, har Gyða var klár á geil 5. Her rann Gyða seg til tíðina 12,99 sek hóast ein mótvind uppá 1,9 m/s.

Tær fóru so báðar til longdarlop, har Jóna Bjørg legði út við at leypa 2,47 m og Gyða 1,38 m. Í øðrum umfari økti Gyða við ½ m til 1,88 m. Tær gjørdu báðar sítt besta fyri at koma enn longur, men hesaferð endaðu tær á ávikavist 2,47 m og 1,88 m.

So var bóltkast á skránni, og her royndi Jóna Bjørg seg aftur. Hon legði út við at kasta heilar 15,77 m, sum er væl longri enn, hon hevur kastað áður. Hon økti í øðrum til 17,69 m, sum gjørdist hennara besta. Tað er smáar 5 metrar longri, enn hon hevur kastað áður.

Dreingir 8-9 ár

Hjá 8-9 ára gomlu dreingjunum royndu bæði Tumma Eli Høj Geyti og Tyrni Sølvason seg á fyrsta sinnið í kapping á Tórsbreyt. Fyrsta kappingin var 60 m. Her var Tummas Eli á geil 3 í fyrra riðli, har hann rann teinin uppá 14,19 sek. Tyrni var í seinna riðli, har hann rann teinin uppá 14,82 sek.

Teir fóru so báðir til longdarlop. Her leyp Tummas Eli 1,48 m í fyrstu royndini, meðan Tyrni leyp 1,30 m. Báðir øktu teir í øðrum umfarið; Tummas Eli til 1,85 m og Tyrni til 1,41 m. Tummas Eli økti aftur í triðju og síðstu royndini til 1,91 m. Teir endaðu sostatt á ávikavist 1,91 m og 1,34 m.

Síðsta greinin teir royndu seg í hesaferð var bóltkast. Her legði Tyrni út við at kasta 7,47 m, meðan Tummas Eli kastaði heilar 18,64 m. Hvørgin bøtti í øðrum umfarið, meðan Tummas Eli í triðja umfarið økti til 19,69 m.

Gentur 10-11 ár

Eva Maria Klein Simonsen var einasta Hvirla sum royndu seg í bólkinum Gentur 10-11 ár. Hon legði út við at leypa longdarlop. Her var hennara fyrsta lop heilar 2,33 m. Hon royndi í teimum næstu umførunum at koma enn longur, og hon kom tætt uppá, men tað longsta hesaferð var tað fyrsti, har hon leyp 2,33 m.

So var tíð at fara í starblokkin, tí næsta grein var 100 m. Hetta var eisini grein hon royndi seg í á fyrsta sinnið, men hon megnaði tó at renna teinin uppá 18,86 sek. So var ein steðgur, áðrenn Eva Maria skuldi gera seg klára til síðstu kapping. Tað var 600 m, sum er 1½ umgangur á Tórsbreyt. Henda tein rann hon uppá 2 min 48,66 sek.

Dreingir 10-11 ár

Eins og hjá gentunum, so var ein hvirla við í hesum aldursbólkinum. Tað var Eyðun Ellindsson, sum byrjaði dagin við at renna 100 m. Hetta var fyrstu ferð, hann royndi seg á hesum teininum, sum hann rann í stilli (vindmátarin segði 0,0 m/s). Tíðin gjørdist 17,86 sek.

Næsta greinin hjá Eyðun var Longdarlop, har hansara persónliga met var 2,75 m. Longu í fyrstu royndini koma hann heilt út á 3,04 m. Hann royndi at koma longur, men hesaferð bleiv tað longsta teir 3,04 m hann leyp í fyrsta umfarið.

Gentur 12-13 ár

Bjalla Allansdóttir Dalsgarð royndi seg á 100 m og í kúlustoyt, har kúlustoyt var fyrra greinin. Her økti hon longu í fyrstu royndini um sítt persónliga met við 41 cm. Tað næsta var eitt vet styttri, men í triðja økti hon aftur um sítt met, hesaferð við 17 cm afturat soleiðis at tað nú er 6,97 m, sum gjørdist hennara endaliga úrslit.

Bjalla fór síðan til 100 m, har hon hevði eitt persónligt met sum eitur 17,92 sek. Tað er eyðs‎ýnt, at hon hevur vant væl, tí tá hon kom á mál segði tíðin 15,34 sek, ella 2,58 sek skjótari enn hennara gamla persónliga met.

Dreingir 12-13 ár

Hjá 12-13 ára gomlu dreingjunum royndu Baldur Báruson Persson, Gunnar A. Hansen, Jóhan Waagstein, Willam Erik S.Kruse og Lukas Næs seg. Meðan Baldur, Jóhan og William hava roynt seg áður, var hetta fyrsta kappingin hjá Lukas og Gunnar. Fyrsta grein var kúlustoyt, og her royndu Gunnar, Baldur og Jóhan seg. Her kom Baldur út á 5,34 m og Jóhan út á 5,69 m í fyrsta umfarið. Gunnar kom út á 4,91 m í øðrum umfarið, har Jóhan økti til 5,91 m. Jóhan stegaði ikki har, tí hann økti aftur i triðja til 6,57 m. Sostatt endaðu hvirlurnar á 6,57 m (Jóhan), 5,34 m (Baldur) og 4,91 m (Gunnar). Hjá Baldur er hetta 1,10 m longri enn hann hevur megnað áður.

So var 100 m á skránni, og hesaferð vóru William, Jóhan og Lukas. William og Jóhan vóru í fyrra riðli, og her rann William teinin uppá 15,59 sek, meðan Jóhan beint í hølunum rann teinin uppá 15,87 sek. William bøtti um sítt persónliga met við heili 2,96 sek, meðan Jóhan bøtti um sítt við 1,14 sek. Í seinna riðli royndu Lukas seg. Hetta var hansara fyrsta kapping á Tórsbreyt, og her gjørdist úrslitið at hann rann teir 100 m uppá 17,30 sek.

Triðja greinin var 600 m, og aftur vóru William og Jóhan klárur tá skotið fór. Hjá báðum var hetta fyrsta royndin á hesum teininum. Báðir løgdu teir varliga út, men sum kappingin leið, so øktu teir um ferðina, inntil teir móti endanum settu ein ordans spurt inn. Tíðin hjá William gjørdist 2 min 9,72 sek, meðan tíðin hjá Jóhan gjørdist 2 min 11,45 sek.

Síðsta greinin var hæddarlop, og her royndu Lukas og Jóhan seg. Byrja var á 100 cm. Her kom Lukas uppum í fyrstu royndini, meðan Jóhan kom upp í næstu royndini. Á 105 cm endurtók Lukas bragdið við at leyp uppum í fyrstu royndini, meðan Jóhan kom uppum í triðju royndini. Lukas var nær við at koma uppum 110 cm, men hesaferð gjørdist hansara besta lop 105 cm. Jóhan tyktist hava lopið seg heitan, tí hann kom uppum 110 og 115 cm í fyrstu royndini. Á 120 cm kom hann uppum í triðju royndini og somuleiðis á 125 cm, sum gjørdist úrslitið hjá honum.

Fleri myndir frá degnum síggjast her: https://photos.app.goo.gl/Vcuew19Z5CiPwJes7


Trending & Hot