LOADING

Type to search

Dánjal føroyskt met á 300 m

sprint tíðindi úrslit

Dánjal føroyskt met á 300 m

Í vetur tók Dánjal Dahl Ljósheim føroysku metini á 200 m og 400 m, og á báðum teinunum var hann langt undir kravið til oyggjaleikirnar. Í fyrstu kapping uttandura í ár, tók hann føroyska metið á 300 m teininum hjá Tórur Mortensen, og var samstundis fyrsti føroyingur, sum rann teinin skjótari enn 36 sek.

Dánjal, sum venur í felagnum Sparta í Keypmannahavn, royndi seg á 300 m teininum í Tårnby Games. Hóast hann enn er í bólkinum D20-22, so kappaðist hann her saman við og móti monnum, har støði er væl hægri og motivatiónin samsvarandi størri. Dánjal lat heldur ongan iva vera um, at hann er komin væl gjøgnum venjingina fyrsta veturin í Danmark, tí við tíðini 35,95 sek var hann heili 0,19 sek undir føroyska metið, sum Tórur Mortensen setti í Tårnby í 2019.

Trending & Hot