LOADING

Type to search

Kristina tekur seg fram við risafetum

miðtein tíðindi úrslit

Kristina tekur seg fram við risafetum

Tað er sjálvsamt at Kristina Verlandsdóttir Hayfield kappast á miðteini uttan at bøta um síni persónligu met, og so var aftur tá hon luttók á innandura DMU í Skive í vikuskiftinum. Her bøtti hon um síni persónligu met á bæði 800 m og 1500 m teininum.

Tá Kristina valdi at fara á ítróttar eftirskúla í Vejle, bleiv fokus í venjingini broytt frá grundvenjing til specifikka fyrireiking til tað venjing, sum vantandi fór at vera tað primera á skúlanum. Tvs at í staðin fyri at fastlæsa tann optimeraða renniteknikkin, og framhaldandi økja um ferð-kapacitetin, so var fokus flutt yvir til, at venja Kristinu við eina munandi størri venjingarmongd.

Tá hon so kom á skúlan var venjingarmongdin, sum vantað, munandi hægri enn hon var von við, men hetta megnaði hon at taka uttan stórvegis trupulleikar. Fyrsta testin av hvussu langt hon hevði flutt seg var fyrst í februar, har hon megnaði at skera 15 sek av sínum persónliga metið á 800 m. Á DMU var málið so, at skera enn meir av, ein munandi truplari uppgáva, nú hon longu hevur flutt metið so langt í vetur. Byrjanin í finaluni var alt annað enn optimal, tí tempo var sera lágt fyrstu 150 m, men so kom meir ferð á felti og Kristina fór við. Seina úleggi kostaði nakað, men tó megnaði Kristina at skera enn eitt ½ sek av sínum persónliga metið, so tað nú er 2 min 33,05 sek.

Annan dagin var tað 1500 m, sum var á skrá. Her var Kristina tilmeldað við ringastu tíð, og tí valdi hon at leggja seg aftast, men hon sá skjótt, at tempo var ikki nøktandi, tí valdi hon at yvirhála tvær, sum lógu beint frammanfyri tá 250 m vóru farnir. Hinar vóru farnar nakað frá henni, og merkti tað at Kristina lá einsamøll og rann restina av teimum 1500 m við tveimum í hølunum. Nakað sum er munandi meir krevjandi enn at fylgja við einari, sum liggur beint frammanfyri. Tíðin gjørdist 5 min 23,82 sek, sum er heili 18 sek skjótari enn hennara persónliga met frá 2021.

Trending & Hot