LOADING

Type to search

Tórur tók 25 ára gamalt met

Lop tíðindi úrslit

Tórur tók 25 ára gamalt met

So fall enn eitt av teimum “gomlu” metunum innan frælsu ítróttina. Hesaferð var tað føroyska metið í longdarlop, sum harvið náddi at blíva 25 ár og ein dag gamalt.

Felagið, sum Tórur Mortensen venur við, nú hann er flutter til Danmarkar, skipar á hvøjrum árið fyri altjóða kapping í sprint og lop í høllini hjá felagnum í Marselisborgskoven uttan fyri Aarhus. Í ár var henda kappingin mikudagin 2. mars.

Í longdarlop hjá monnum vóru leyparar úr S‎‎yria, Bretlandi, Noregi, Danmark og Føroyum við. Tórur byrjaði varliga við at leypa 6,55 m og legði seg harvið á sætta pláss í kappingini. Næstu tvey lopini miseydnaðust, og tí fór Tórur inn í síðstu trý lopini á einum síðsta plássi í kappingini. Í fjórða umfarið leyp Tórur 6,94 m og kom sostatt aftur upp á sætta pláss. Henda støða helt sær til byrjanina av síðsta umfarið.

Í síðsta umfarið fekk Tórur ferð í atrenningina, og hesaferð sat timing í avsettininum og so fl‎eyg Tórur. Lopið bleiv mátað til 7,20 m. Harvið leyp Tórur seg heilt upp á eitt fjórða pláss í kappingini. So var at bíðja meðan hinir lupu, men ongin fór framvið, og harvið endaði Tórur á einum fjórða plássi, aftanfyri ein frá Sýria, ein breta og ein normann. Teir 7,20 m, sum Tórur leyp, er 15 cm longri enn føroyska metið sum Ási Mikkelsen setti 1. mars 1997 í Malmø.

Trending & Hot