LOADING

Type to search

Dánjal silvur og Tórur nr 5 á DM

Lop sprint tíðindi úrslit

Dánjal silvur og Tórur nr 5 á DM

Annan dagin á ársins innandura DM skuldi Dánjal royna seg á 200 m og Tórur í Longdarlop. Hvørgin er primergreinin, men er altíð stuttligt at royna seg. Tað gekk so mikið væl hjá Dánjal, at hann fekk boð um at renna síðsta túr á 4×200 m hjá felagnum Sparta.

Dánjal byrjaði dagin við 200 m, har hann var á geil 3 í fimta riðli. Starturin hevur verði stóra avbjóðingin hjá Dánjal í vetur, og aftur hesaferð sat hann ikki heilt. Hann kempaði tó væl, og kom inn á einum øðrum plássi við tíðini 23,29 sek, sum er 0,17 sek frá føroyska metinum, hann setti fyri tveimum vikum síðan í Malmø. Hetta rakk til eitt níggjunda pláss samanlagt. Hann var tó næstskjótastur hjá felagnum Sparta, sum hann venur við, nú hann er fluttur til Keypmannahavn at lesa, og tí var hann tikin við á 4×200 m liðið, sum skuldi royna seg seinni á degnum.

Tórur, sum fyrra dagin vann eitt silvurmerkið í tr‎‎‎ýstøkk, sum er primergreinin, skuldi í dag royna seg í longdarlop. Hóast longdarlop ikki er tað primera hjá Tórur, so er hann tann, sum støðugt hevur lopið longst her heima seinnu árini, og er tað bara Ási Mikkelsen, sum hevur lopið longri. Tórur hevði trupulleikar við at fáa atrenningina at sita, men kom út á 6,59 m í fyrsta lopið. Næsta var eitt sindur styttri, men í triðja fekk hann meir ferð inn í lopið, og lendi hann tískil á 6,79 m, sum tryggjaði honum sjeynda pláss og harvið trý lop afturat í finaluni. Fyrstu tvey lopini í finaluni vóru meinlík triða lopið, men eitt vet styttri, men í fimta kom verulig ferð á, men tíðverri kom hann ikki inn á plankan í avsettinum. Tvs at hann leyp meir enn 20 cm aftanfyri, har máta var frá. Lopið bleiv máta til 6,98 m og harvið tryggjaði Tórur sær eitt fimta pláss í finaluni. Um hann hevði rakt plankan, og tískil fekk teir 20 cm afturat, so hevði tað rokkið til heiðursmerkið og føroyskt met, tí broncan fór fyri 7,17 m og føroyska metið, sum fyllir 25 ár týsdagin, er 7,05 m. Tað er tó gott, at síggja at Tórur er klárur at taka metið.

So var 4×200 m á skrá. Her hevði Dánjal fingið heiðurin av, at renna síðsta túr. Ætlanin kiksaði tí annar maður fekk tað ikki at rigga, og tí var Dánjal sendur avstað bara 3-4 metrar frammanfyri broncuvinnaran á 200 m teinum. Hesin rann teinin eitt heilt sekund skjótari enn Dánjal, men Dánjal er fightari, og tí var vantandi skjóta yvirhálingin av ongum. Hin kempaði inn í fyrsta sving, men Dánjal helt, og á fyrstu langsíðu helt hann enn, og tá hann kom úr øðrum svingið var hann enn á odda, men so var tað spurturin til strikuna, og her helt Dánjal heilt til beint áðrenn strikuna, tá hin at enda fór framvið og vann 0,16 sek frammanfyri Dánjal. Dánjal fekk sostatt silvurmerkið við felagnum, men tað besta var, at tíðin hjá Dánjal á teimum 200 m var 22,2 sek, sum er eitt lítið sekund skjótari enn føroyska metið. Tað telur tó ikki sum met, tí hann startaði ikki frá standandi.

Trending & Hot