LOADING

Type to search

Tórur Silvur og Dánjal nr 6 á DM

Lop sprint úrslit

Tórur Silvur og Dánjal nr 6 á DM

Tórur Mortensen og Dánjal Dahl Ljósheim royna seg hetta vikuskiftið sum einastu føroyingar í danska meistaraheitinum fyri vaksin. Tórur í trýstøkk og longdarlop og Dánjal á 200 m og 400 m.

Tórur hevur í løtuni trupulleikar við einum økli, og tí hevur tað verið trupult hjá honum at fáa tey longu lopini, men hann var tó til dystin fús tá kappingin byrjaði. Fyrstu lopini miseydnaðust. Í triðja var tað tó eitt sindur betur, men trupulleikin við øklinum gjørdi at fyrstu tvey avsettini, sum plagdu at vera vørumerkið hjá Tórur, ikki góðu tað nógva, meðan triðja, har hann setir av á hinum fótinum, sat væl. Longdin gjørdist 14,29 m, sum er góðan metur frá hansara føroyska meti. Við hesum legði hann seg á annað pláss í kappingini. Hetta pláss misti hann tó í fimta umfarið, men hann svaraði aftur beinan vegin við at leypa 14,56 m. í sætta og síðsta umfarið fekk hann eitt sindur meir kraft í fyrstu avsettini, og kom hann tí út á 14,99 m, sum er tað longsta hann hevur lopið í vetur. Tað restaðu tó 8 cm í at taka gullið hesaferð. At tr‎ýstøkk er ein avbjóðandi grein, sá ein m.a. við at bæði nr 1 og nr 3 einans fingu eitt lop máta hvør.

Dánjal royndi seg á 400 m, har hann var í geil 4 í B-finaluni. Í B-finaluni runnu teir, sum vóru styrkismettir nr 5-7. Dánjal legði ov varliga út, og tá hann kom úr øðrum svingi og fór inn á innastu geil, var hann á triðja plássi. Hann yvirhálaði í síðsta svingi, men hetta gjørdi nr 2 eisini, og tí noyddist Dánjal heilt út í triðju geil fyri at koma framum. Hetta megnaði hann, og vann B-finaluna við tíðini 51,86 sek. Í Føroyum er tað  bara Dánjal sjálvur, sum hevur runnið teinin skjótari.

Í morgin (Sunnudag) skal Tórur royna seg í longdarlopi, sum hann ikki venur, men hevur hann tó verði besti føroyingur í hesi grein eisini í rættuliga nógv ár. Dánjal skal royna seg á 200 m, har hann í ár hevur etablera seg sum skjótasta føroying.

Next Up

Trending & Hot