LOADING

Type to search

Tinna eisini skjót á 200 m

sprint tíðindi úrslit

Tinna eisini skjót á 200 m

Tinna Berg Jørgensen tók tey flestu av bóli, tá hon rann 200 m teinin skjótari enn 28 sek í síni fyrstu kapping á hesum teininum síðan 2015.

Fokus ívenjingini hjá Tinnu í vetur hevur verið, at optimera startin, økja um toppferðina og annars stabilisera sprint-teknikkin. Av tí at fokus einans var 60 m í vetur, so var onki gjørt í mun til sprin-úthaldni, sum er avgerand tá ein kemur útum 60 m. Tinna hevði tó hug at royna ein 200 m, fyri at vita hvar hon var í mun til, tað hon rann áðrenn skaðan, og støði annars her heima seinnu árini.

Hetta var fyrstu ferð síðan 2015, at hon skuldi starta í svingi, tað verði seg til venjing ella kapping. Har afturat er svingi bæði krapt og so hellur geilin eisini á innandura breyt. Hetta gjørdi at Tinnu tørvaði nakrar eyka upphitingar startir, men tá so skotið fór, sat starturin væl, og í mun til 60 m, har hon ikki hevur megna skiftið til toppferð, so riggaði tað hesaferð. Hetta gjørdi at hon kundi halda eina høga ferð uttan, at brenna alla orkuna av ov skjótt. So var fokus at halda formin í vónini at høga toppferðin kundi kompensera fyri manglandi venjing av sprintúthaldni, sum er so avgerandi á 200 m. Hetta riggaði hjá Tinnu, sum einans misti eitt lítið sindur av ferð á síðstu langsíðuni, men uttan at fella saman.

Tíðin gjørdist 27,80 sek, sum er 1,75 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður, og bara eitt sekund frá føroyska metinum.

Video: Jógvan Glerfoss

Next Up

Trending & Hot