LOADING

Type to search

Dánjal bøtti aftur um føroyska metið á 200 m.

sprint tíðindi úrslit

Dánjal bøtti aftur um føroyska metið á 200 m.

Fyri triðju ferð í tvær vikur hevur Dánjal bøtt um eitt føroyskt met. Hesaferð var tað í Atleticum í Malmø, at hann bøtti um metið á 200 m teininum. Fyrimunurin hjá Dánjal er, at hann venur eina ferð um vikuna í just hesi høllini, tí høllin sum Sparta eigur í Keypmannahavn, ikki er nøktandi til venjing á tí støði hann er á í dag.

Størsta avbjóðingin hjá Dánjal tá hann fór at hita upp til 200 m var, at metið frá 400 m dagin fyri, enn sat tungt í beinunum. Hann hitaði tí upp leingi, men ferðøkingarnar vístu verðuliga, hvussu tung beinini vóru, men eftir at hava tikið nakrar byrjaði at loysna, og at enda føldist sum at Dánjal kundi renna nærum 100 %.

Hann var í næstseinasta av fimm riðlum, har teir, sum vóru styrkismettir nr 4-6 vóru, og har var undan kappingin styrkismettur sum nummar 6, men tann, ið var styrkismettur sum nr 5 gav avboð, so teir vóru bara tveir sum fóru í blokkin. Tá skotið fór visti Dánjal at starturin, sum miseydnaðist heilt síðsta vikuskiftið og eisini á 60 m dagin fyri, nú endiliga er við at koma uppá pláss, tí hann var skjótur av stað. Hann kom væl upp í toppferð á fyrstu langsíðuni, og helt ferðina inn í næsta svingi. Hetta gjørdi at teir fylgdust úr svinginum, og so var tað ein kampur um at koma fyrst um linjuna. Henda dystin vann Dánjal, og tíðin var so mikið góð, at hann rann seg inn á eitt samlað triðja pláss hjá teimum vaksnu í sterku kappingini.

Video: Jógvan Glerfoss

Málið um aftur at bøta um føroyska metið, náddi hann, tí klokkan á málinum segði 23,12 sek, sum er 0,13 sek skjótari enn hann rann, tá hann tók metið fyri 2 vikum síðan.

Next Up

Trending & Hot