LOADING

Type to search

Elin føroyskt met í Spjótkast

kapping Kast tíðindi úrslit

Elin føroyskt met í Spjótkast

Av tí at spjótkast krevur nógv pláss, er tað meir óvanligt at kasta spjót innandura, men í Væxjø í Svøríki, er ein fótbóltshøll, har pláss er fyri at kappast í Spjótkast. Her skipar Svenska vinarfelagið hjá Hvirluni IFK Væxjø fyri árligu kappingini “Væxjø innomhuskast”, har flestu av teimum bestu sviðunum og nógvir útlendigar á høgum støði plaga at royna segt.

Elin, sum á sínum føðingardegi kappaðist í bólkinum Gentur 18-19 ár, hevði fingið eina alt annað enn optimala fyrireiking, tí veðrið heima í Føroyum síðan jól hevur nærum gjørt tað ómøguligt at kasta spjót. Tí vóru forvantinginarnir ikki teir heilt stóru, hóast Elin farna kappingarár, kastaði longri enn allar tær hon kappaðist ímóti.

Tað sást í upphitingini at tað, sum arbeitt er við í vetur, hevur gjørt mun, men tá hon økti um intensitetin, so sást eisini at stabiliteturin, sum einans kemur umvegis kast við høgum intensitetið, ikki var har, tí timingin var eitt sindur við síðuna av. Í eini roynd at kompensera “hálaði Elin niður í spjótið”, sum tað eitur tá kraftvektorurin í kastinum peikar lægri spjótið peikar.

Fyrsta kasti í kappingini lendi á 31,42 m. Tey bæði næstu miseydnaðust heilt, men í fjórða umfarið fekk Elin meir kraft í spjótið. Hon hálaði enn niður í tað, og tí bleiv flogið ikki serliga gott, umframt at ov nógv kraft bleiv spilt burtur heldur enn koyrd í kastið. Fysiska yvirskotið gjørdi tó, at spjótið lendi heilt úti á 36,13 m. Fimta kasti misteydnaðist, meðan Elin í síðsta umfarið fekk teknikkin at rigga betur, men hesaferð manglaði kraftin. Tað bleiv tí eitt vet styttri enn tað longsta á degnum. Teir 36,13 m Elin kastaði í fjórða umfarið er nýtt føroyskt innandura met.

Eitt sindur óvanta, so endaði Elin á einum øðrum plássi í sterku kappingini, men tað týdningarmesta var, at hon fekk staðfest, at hon megnar at kasta langt, eisini tá fyrireikingarnar hava verið minni góðar. Kasti er eisini lítlan metur omanfyri oyggjaleikakravið.

Trending & Hot