LOADING

Type to search

Dánjal føroyskt met á 400 m

kapping sprint tíðindi úrslit

Dánjal føroyskt met á 400 m

Fyri tveimum vikum síðan bøtti Dánjal um sítt egna føroyska met á 200 m. Í dag var tað so 8 ára gamla metið á 400 m teininum, sum fall.

Tá Dánjal rann 400 m fyri einari viku síðan, og klokkan á málinum segði 53,66 sek, so lá tað ikki í kortunum, at hann fór at takað 8 ára gamla føroyska metið hjá Rúna Seloy, sum var 52,08 sek. Dánjal hevur tó brúkt síðstu vikuna, til at fáa hvílt tungu beinini, og annars fyrireika seg til eitt álop á føroyska metið.

Dagurin byrjaði við at hann rann 60 m. Hetta var einamest fyri at fáa ferð í beinini áðrenn 400 m kappingina. Tíðin á 60 m gjørdist 7,55 sek, sum er 0,04 sek seinni enn hansara persónliga met, men nú vóru beinini klár. 4½ tíma seinni fór hann so í blokkin til 400 m startin. Avtalan við venjaran var at leggja hart út. Málið á fyrstu 200 m var 24 sek, fyri síðan í mest møguligan mun at halda formin á mál.

Tá skotið fór, gjørdi Dánjal sum avtalað. Hann legði hart út og eftir fyrsta umgangin, sum er 200 m, segði klokkan 23,9 sek, tvs nærum neyvt tað, sum avtalað var. So var ein umgangur eftir, og nú fór møðin at vísa seg, men Dánjal megnaði væl at halda stílin, og tískil megnaði at hann at koma á mál við tíðini 51,07 sek. Tað er meir enn 1 sek skjótari enn føroyska metið. Tíðin er eisini lítið sekund skjótari enn oyggjaleikakravið.

Í morgin (sunnudagin) rennur hann 200 m. Nú hevur hann ferðina í beinunum til eina góða tíð, so størsta avbjóðingin er uttan iva møðin, sum uttan iva situr í beinunum, tá hann vaknar í morgin.

Tinna Berg Jørgensen, sum fyri einari viku síðan rann næstskjótastu tíð nakar føroyingur hevur runnið á 60 m teininum, royndi seg aftur á sama teini. Hennara eyðkendi effektivi startur sat aftur hesaferð, men aftur spenti hon upp móti endanum. Hon var aftur skjót hesaferð, men manglaði 0,02 sek í at bøta um tíðina frá síðstu viku. Eins og Dánjal skal hon royna seg á 200 m í morgin. Munurin er tó at Tinna hevur ikki vant special-úthaldni til henda tein, so tað verður spennandi at síggja hvussu langt góði starturin og høga toppferðin heldur á hesum teininum.

Next Up

Trending & Hot