LOADING

Type to search

Kvinnurnar runnu skjótt í Odense

kapping Lop sprint tíðindi úrslit

Kvinnurnar runnu skjótt í Odense

Síðan Tinna bøtti munandi um sítt persónliga met á 100 m í Hvidovre í September, hevur hon arbeitt við at bøta um øll aspektini av sprint. Her vísa mátingar, at starturin er effektivari, toppferðin hægri og hon megnar betri at halda ferðina enn somu tíð í fjør. Tí var leita eftir kappingum at fáa umsett hesa framgongd til úrslit. Av tí at ongin høll er í Føroyum, sum kann h‎ysa slíkum kappingum, so er neyðugt at leita uttanlands. Ætlanin var at fara til Íslands í januar, men tann kappingin bleiv avl‎yst vegna Korona, so var ætlanin at fara til Pallas Spelen við landsliðshópinum, men tann kappingin bleiv útsett vegna Korona. Tískilt bleiv Odense staðið, har hon fyrst slapp at royna seg. Her fekk hon selskap av Kristinu Verlandsdóttir Hayfield, Dánjal Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen.

Tinna kom væl úr blokkinum, og lá fremst í innleiðandi riðlinum eftir fyrstu metrarnar. Hon var tó í so uppsent, og kom tí ikki inn í hennara effektiva sprint-stíl. Tíðin gjørdist tó 8,24 sek, sum er 0,25 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður og bara 0,02 sek frá fimm ára gamla føroyska metinum. Harafturat var t´íðin undir elitukravið hjá FÍF. Í finaluni miseydnaðist starturin heilt, og tí bleiv tíðin eitt vet seinni enn innleiðandi, men tó langt undir hennara gamla persónliga met.

Kristina, sum gongur á frælsalinjuni á ítróttaeftirskúlanum í Vejle, skuldi eins og Tinna royna seg í síni fyrstu kapping síðan, hon bøtti munandi um sítt persónliga met á 800 m teininum í September. Hetta var opin kapping uttan aldursbólkar, og tí kappaðist Kristina móti vaksnum íðkarum. Hon valdi at leggja seg eftir eina, sum hevði runnið teinin góð 12 sek skjótari enn Kristina. Tíðanverri vísti tað seg at hendan ikki hevði ein góðan dag og tí fór Kristina framvið á síðsta umgangi. Harvið bøtti hon um sítt persónliga met inni við 15 sekundum. Tað besta var tó, at tíðin eisini var betri en hon megnaði uttandura í September og vissan um, at hon kundi havt runnið skjótari, um hon ikki hevði ligið aftanfyri so seinan rennara.

Dánjal Dahl Ljósheim, sum fyri einari viku síðan bøtti um føroyska metið innandura, og um sítt egna persónliga met á 400 m teininum, royndi seg á somu teinum í Odense. Hetta var tó ikki dagurin har Dánjal bøtti enn meir um metini, tí beinini vóru tung, og tískil blivu tíðirnar nakað verri enn í farnu viku. Hann rann 200 m teinin uppá 23,80 sek og 400 m uppá 53,66 sek.

Tórur royndi seg í tr‎ystøkk, men eins og Dánjal, so riggaði ikki hesaferð. Hansara longsta gjørdist 14,00 m, sum er nakað frá hansara egna føroyska metið.

Next Up

Trending & Hot