LOADING

Type to search

Tórur og Dánjal á Tenerife á venjingarlegu

Lop sprint Uncategorized venjing

Tórur og Dánjal á Tenerife á venjingarlegu

Tórur Mortensen, sum hevur vant í Aarhus síðan á sumri 2020 og Dánjal Dahl Ljósheim, sum hevur vant í Keypmannahavn síðan á sumri 2021 vóru báði við feløgum sínum á venjarlegu á Tenerife í januar. Hóast báðir kunna venja innandura allan veturin, so gevur ein slíka venjingarlega í heitum veðrið á hávetri nakað ein ikki fær við at venja innandura.

Tórur venur í felagnum Aarhus 1900, har venjarin er Lars Nielsen, sum hevur hjálpt nógvum íðkarum til altjóða meistaraheitir. Longu fyrsta árið niðri, megnaði Tórur at ogna sær danska meistaraheitið bæði innandura og uttandura, og var hann við danska landsliðnum, har hann bøtti um føroyska metið við 42 cm. Venjingarlegan var gevandi fyri Tórur, sum m.a. megnaði at leypa omanfyri 15 m við bara 6 fet’s atrenning (oyggjaleikakravið er 13,50 m), so  tað sær út til at føroysku metini eru alvárliga hótt (15,15 m innandura og 15,45 m uttandura). Eftir at Tórur síðsta kappingarár megnaði at enda millum 10 teir fremstu á norðurlendska styrkilistanum, er málið í vetur NM fyri vaksin, sum verður um 12.-13. Februar í Uppsala í Svøríki.

Dánjal, sum í nógv ár vandi miðtein, skifti í 2019 til at venja langsprint. Tískil var síðsta árið áðrenn Dánjal flutti til Danmarkar n‎ytt til at broyta rennistílin til ein meir effektivan sprint-stíl. Hetta eydnaðist væl, og bleiv toppferðin munandi økt, og vístu allar mátingar at Dánjal var nú klárur til at gera seg galdandi í sprint, nú hann venur í Danmark hjá venjaranum Lars Pedersen, sum m.a. hevði sprintarar við á OL í Tokyo. Vetrarvenjingin hjá Dánjal hevur gingið væl, har hann m.a. hevur fingið vant nógv sprintúthaldni, sum er næsta trin omaná topferðina. Á venjingarleguni vístu venjingartíðir, at Dánjal er við at verða klárur at hótta føroyska metið innandura á 200 m, sum hann sjálvur eigur, og á 400 m.

Next Up

Trending & Hot