LOADING

Type to search

Kirkjurenning – ein góð byrjan uppá Jólini

tíðindi

Kirkjurenning – ein góð byrjan uppá Jólini

Nógv fólk møttu á Tórsbreyt jólaaftansmorgun tá Hvirlan aftur skipaði fyri Kirkjurenning. Hóast kalt, so var veðrið av tí allar besta.

Hesir báðir vóru komnir at hyggja at tá starturin fór

Upprunin til Kirkjurenning er at Rigmor Napoleonsdóttir Arge í 2003, eftir íblástri frá uppihaldi í Noregi, rann allar kirkjurnar í Tórshavn og Kirkjubø. ´í 2005 tók hon stig til tað Kirkjurenning vit kenna, har byrja verður á Tórsbreyt, so verður runnið, fyrst til kirkjurnar í Tórshavn í 2005, so út á Argir, so til Kirkjubøðar har tikið var ímóti við vatn/kaffi og onkrum søtum til heimferðina, at enda var so runnið til Hoyvíkar kirkju og so aftur á Tórsbreyt. Her er so fólk kunna velja sær teinin við at venda heim eftir at hava vitja eitt ávíst tal av kirkjum. Áðren Korona stóðu fólk klár á Tórsbreyt við kaffi, vatn, heitari ribena saft onkrum afturvið. Vegna smittuvanda var hetta ikki gjørt í ár.

Trending & Hot