LOADING

Type to search

DMU dag 2: Aftur góð úrslit

Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

DMU dag 2: Aftur góð úrslit

Share

Annan dagin av ársins kapping um danska meistarheitið fyri ung royndi Kristina seg á 800 m teininum (G16-17 ár), Miso á 200 m (D18-19 ár) og Tinna í longdarlop (G20-22 ár).

Fyrst at royna seg var Kristina Verlandsdóttir Hayfield. Hon er n‎‎ýliga byrja á linjuni fyri frælsa ítrótt á ítróttareftirskúla í Vejle. Venjing í Føroyum var løgd soleiðis til rættis at venjingin á ítróttareftirskúlanum kom at byggja uppá, og sær hetta út til at eydnast væl, tí har hon í Føroyum primert hevði fokus á renni teknik og ferð, so er fokus nú á alment og special úthaldni. Tíðanverri gjørdist hon sjúk góða viku undan DMU, og tí fór nakað av forminum hon hevur bygt upp. Tað var tí við blandaðum kenslum hon fór til start á 800 m. Hon valdi tó at leggja hart út og fylgja við teimum meir royndu miðteina rennarunum, og gjørdi hetta at hon var væl við eftir fyrstu 400 m, sum hon rann uppá 1 min 13 sek. Tá hon fór út á næsta umgang kom spjaðing í, men Kristina royndi at halda fast, men misti tó eitt sindur í mun til fyrra umgang. Næsti umgang rann hon uppá 1 min 20, soleiðis at endaliga tíðin gjørdist 2 min 33,78 sek, sum er 4,28 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Í alt hevur hon bøtt sítt persónliga met við heili 10,36 sek í 2021!

So fór Miso Buha at royna seg á 200 m. Eftir at hann flutti heim aftur at venja í summar, hevur venjingin einamest snúð seg um tr‎ystøkk, tí var tað ikki við teimum heilt stóru forvantningunum hann fór í startblokkin tá A-finalan fór í gongd. Miso er tó skjótur, og hóast starturin og fyrstu metrarnir ikki sótu heilt, so kempaði hann væl og tók seg inn á hinar í síðstu 100 m og fór framvið nøkrum móti endanum. Tíðin gjørdist 23,44 sek, sum er tað skjótasta hann hevur runnið í ár.

Síðst var tað so Tinna Berg Jørgensen, sum skuldi royna seg í longdarlopi. Styrkin hjá Tinnu í longdarlopinum er ferðin hon hevur við sær inn í lopið. Veikleikin er, at hon vegna skaða, ikki hevur fingið vant lopstyrki, og tí ikki fær konvertera ferðina til longd. Ein ting, sum í seinastuni hevur verði ein trupulleiki er yvirtrakk, men hesaferð var tað ikki ein trupulleiki, og av tí at venjarin var í so varðin, so endaði Tinna við at leypa 20 cm frá plankanum í fleiri av lopunum. Tinna leyp seks stabil lop, har rútma og teknikkur sat væl í teimum flestu. Tey betru lógu øll millum 4,50 og 4,60, har tað longsta (4,57 m) kom í triðja umfarið.