LOADING

Type to search

DMU: 3 startir => 2 gull, 1 føroyskt met

Kast Lop sprint tíðindi Uncategorized úrslit

DMU: 3 startir => 2 gull, 1 føroyskt met

Share

Danir kappast um hvør eigur bestu ungu íðkararnar í frælsari ítrótt. Her kunna føroyingar luttaka umboðandi síni føroysku feløg, og so er Hvirlan sjálvandi við. Kappast verður bæði leygardag og sunnudag. Leygardagin royndu Elin (spjótkast), Miso (Tr‎‎ýstøkk) og Tinna (100 m) seg.

Fyrst í eldin var Elin Niclasen, sum kappaðist í bólkinum G18-19 ár. Eftir tilmeldingunum at døma, so fór hetta at vera ein spennandi kapping, har Elin var styrkismett nr 1 við teimum 36 m hon hevur kastað fyrr í ár, meðan tvær, sum báðar høvdu kastað góðar 34 m í ár, vóru styrkismettar nr 2 og 3. Hendan spenning tók Elin tó og punkteraði í fysta kasti, tí við at kasta heilar 42,78 m og harvið bøta um føroyska metið hjá kvinnum við góðum 4 metrum hevði hon effektivt sæð longu ognað sær gullið. Hinar royndu sítt besta, og har endaði tað við, at tær høvdu ein sera tættan dyst um silvurmerkið, tí einans 15 cm vóru á muni millum tær tá av tornaði, men báðar endaðu uml 7 metrar aftanfyri Elin. Viðmerkjast kann at einans ein í bólkinum 20-22 ár kastaði longri enn Elin.

Ímeðan Elin kastaði spjót, gjørdi Miso Buha seg kláran at kappast í tr‎ystøkk. Hetta er grein, har hann fyrr í ár gjørdist nummar trý í kappingini um DM hjá teimum vaksnu, sum Tórur Mortensen vann. Miso var styrkismettur sum nummar eitt, men einans stutt frammanfyri tann, sum var styrkismettur sum nummar tvey. Miso hevur havt trupulleikar við at fáa atrenningina at passa, og hevur tað skapt eitt óróð í lopini hjá honum. Hann byrjaði tó róligt, og kom út á 13,18 m, og legði hann seg harvið á fyrsta pláss. Í næsta lopinum leyp hann í so høgt, og stegaði hann tí. Í triðja lopið kom hann væl fram í fyrsta avsetti, men ferðin var ov lág. Fjórða miseydnaðist aftur, meðan hann í fimta fekk ferðina við í lopið, og øll lopini sótu væl. Tíðanverri var tað yvirtrakk við lítlum centimetri. Eftir markeringum við sandin at døma, var tað umleið 14 m. Síðsta misdeydnaðist eisini. Tað vísti seg tó at gulli ongantið var í vanda, tí hann, ið var styrkismettur sum nummar tvey, hevði enn størri avbjóðingar við atrenningini, og fekk onki góðkent lop. Miso vann tískil trygt 1½ m frammanfyri nummar tvey.

Síðst í eldin var Tinna Berg Jørgensen, sum skuldi royna seg á 100 m. Her var beinleiðis finala, og støði var høgt. Tann skjótasta hevði runnið teinin meir enn eitt sekund skjótari enn føroyska metið, og harvið smá 2 sek skjótari enn Tinna hevði runnið teinin áður, meðan tann, sum var styrkismett til at enda næstaftast, hevði runnið teinin 0,2 sek skjótari enn Tinna. Tá skotið fór var Tinna ein tann skjótasta avstað og eftir fyrstu metrarnar var hon væl við. Hon kom so upp at renna og megnaði at halda stílin leingi, og helt hon í hinum. Móti endanum byrjaði hon at spenna eitt sindur, men misti tó ikki tað stóra. Úrslitið gjørdist at hon endaði á einum sætta plássi, bara 1 sek aftanfyri tað fremstu. Við tíðini 13,27 sek, skar hon 0,36 sek av sínum persónliga metið, og harvið hevur hon í ár skorið 0,77 sek av sínum persónliga meti.