LOADING

Type to search

Elin Niclasen føroyskt met og Gull á DMU

Kast tíðindi úrslit

Elin Niclasen føroyskt met og Gull á DMU

Share

Eftir at Elin bleiv skurðviðgjørd í knæðnum stutt eftir at hon kastaði 37,62 m í finaluni um føroyska meistaraheitið í 2020, hevur hon stríðst við at koma í form aftur, til at bjóða føroyska metinum av, sum stendur á 38,46 m av. Í mai kastaði hon 32,14 m, í juli 34,37 m, í august 37,12 m. í dag skuldi hon so royna seg í síðstu kapping hetta kappingarárið. Tað var kappingin um danska meistaraheitið fyri kvinnur 18-19 ár í Hvidovre, har Elin var styrkismett nummar eitt, uml 2 metrar frammanfyri nummar tvey og tr‎ý.

Elin lat tó ongan iva vera um, at spenningurin um hvør fór við gullinum einans var á pappírinum, tí í fyrsta kasti kom hon heilt út á 42,78 m, og legði harvið 4,32 m afturat føroyska metinum. Bæði nr 2 og 3 kastaðu síni longstu kast í ár í finaluni, men tá avtornaði vann Elin gull næstan 7 metrar frammanfyri nummar tvey. Viðmerkjast kann at hóast Elin einans er 18 ár og tí skal kasta í junior bólkinum aftur í 2022, so kastaði hon nóg langt til at gerast nummar tvey ungsenior bólkinum (kvinnur 20-22 ár).

Um kasti hjá Elin kann annars sigast, at hon hevur lítla ferð, men fær sera gott impulsfet (síðsta fetið áðrenn kasti) har hon megnar at halda seg upprætta, fyri síðan at tima avleveringina nærum perfekt. Hon missur hondliðið í kastinum (tvs hon letur spjótið vippa upp eftir við at boyggja hondlið afturá), og tískil fær spjótið ikki optimalt flog. Eitt fastari hondlið har hon fekk reint flog á spjótið kann geva metrar afturat. Nú er tó pausa frá venjing í nakrar vikur, áðrenn farið verður undir at byggja upp til komandi kappingarár.