LOADING

Type to search

FMU 2021 – dagur 2

Kast Lop miðtein sprint tíðindi Uncategorized

FMU 2021 – dagur 2

Share

Aftur nógv góð úrslit annan dagin á ársins meistaraheitið fyri ung á Tórsbreyt.

Gentur 8-9 ár

Tinna Horsdal, sum einans er 7 ára gomul, og tískil upp til tvey ár yngri enn hinar í bólkinum, byrjaði dagin við at renna 60 m. Hon hevði fingið tilluta geil 1, sum er tann innanst móti miðjuni av Tórsbreyt. 60 m er langt tá ein skal spurta, sum 7 ára gamal, men Tinna kempaði væl allan vegin til hon kom um mállinjuna, har klokkan segði 14,84 sek (w: 0,0  m/s)

Tinna Horsdal

Næsta kappingargreinin Tinna royndi seg í var bóltkast. Bóltkast er grein fyri børn, sum er fyrireiking til spjótkast. Tinna legði út við at kasta 150 g tunga bóltin út á 7,29 m. Í øðrum umfari økti hon til 8,54 m. Hon royndi at koma enn longri í triðja, men hesaferð kom hon ikki longri.

Tinna royndi seg eisini í longdarlopi. Her skuldi hon leypa frá zonu, tvs at máta verður harfrá hon leypir, heldur enn frá plankanum, sum ‎n‎‎ýttur verður tá man er 14 ár og eldri. Tinna byrjaði við at leypa 1,71 m. hon økti tó við 11 cm í øðrum umfarið til 1,88 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð.

Dreingir 10-11 ár

Jóhan Waagstein, Rói Thomassen og Christian Dal Christiansen byrjaðu dagin við at renna innleiðandi á 60 m teininum. Í fyrra riðlinum var Rói á geil 2 og Christian í geil 3. Rói skar 0,61 sek av sínum persónliga metið við at renna 10,81 sek, meðan Christian skar heili 3,2 sek av við at renna 11,11 sek. Í seinna riðlinum var Jóhan á geil 5. Hetta var fyrstu ferð hann royndi seg á hesum teininum, men við tíðini 10,15 sek, var hann skjótastu av øllum í innleiðandi riðlunum, og ognaði sær harvið pláss í finaluni saman við Róa og Christian.

So var bóltkast á skrá, og her vóru allir tríggjir við aftur, men afturat teimum kom Jógvan Ziska Simonsen. Hendan kapping gjørdist sera spennandi. Jóhan legði seg á annað pláss við 32,59 m í fyrsta umfarið, meðan Christian legði seg á triðja pláss við 29,30 m, Rói á fjórða við 23,41 m og  Jógvan á fimta við 19,09 m. Jóhan tók fyrsta pláss við 36,20 m. Jógvan kom upp á fjórða við 29,21 m, meðan Rói við 26,72 m økti við 3 metrum, men eftir triðja fall til fimta pláss. Í triðja og síðsta umfarið økti Jóhan aftur, hesaferð ti 38,85 m og tryggjaði sær harvið gullið. Jógvan økti aftur, hesaferð til 30,73 m og tók harvið bronsuna. Christian og Rói øktu ikki og endaðu á ávikavist fjórða og fimta plássi.

Jóhan Waagstein
Jógvan Ziska Simonsen

Jóhan var tíðanverri noyddur til at geva avboð til finaluna á 60 m, har hann annars hevði skjótastu kvalifikatións-tíð. Í finaluni var ein mótvindur uppá 1,7 m/s, sum ávirkar, men Rói rann bara 0,03 sek frá sínum persónliga metið, meðan Christian, hóast mótvindin bøtti um sítt persónliga met við 0,2 sekundum. Teir gjørdust ávikavist nr 5 og 6 í finaluni.

Rói og Christian endaðu dagin við at renna 600 m, sum er 1½ umgangur á Tórsbreyt. Her var skjótt at teir báðir dystastust við ein annan um triðjapláss. Hesin dystur helt á allan vegin til mállinjuna. Her endaði Rói á fjórða plássi við 2 min 27,22 sek og Christian á fimta við 2 min 28,25 sek. Christina bøtti harvið um sitt persónliga met við 5 sekundum.

Rói Thomassen og Christian Dal Christiansen

Gentur 12-13 ár

Elin Johnsdóttir og Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaðu dagin við spjótkast. Hjá Elin var hetta fyrstu ferð hon royndi seg við 400 g tunga spjótinum, meðan hetta var onnur kappingin hjá Elenu, sum einamest venur renning og lop. Elin legði út við at kasta 6,03 m, sum rakk til eitt annað pláss eftir fyrsta umfarð var liðugt. Í øðrum fóru fyrst ein framvið, og tá so Elena kastaði 7,10 m, lá Elin á fjórða plássi tá hon royndi seg, men við at kasta heilt út á 8,95 m, tók hon annað pláss aftur. Hvørgin kom longri, og tískil endaði Elin við at ogna sær silvurmerkið, meðan Elena gjørdist eitt vet ov stutt til at ogna sær bronsumerkið.

Elin Johnsdóttir

Næsta greinin var 80 m og her skuldi Elena royna seg í fyrra riðlinum, har hon var á geil 4. Elena hevur arbeitt við at koam fram á forfótin at renna, og hevur hetta broytt hennara rennistíl rættuliga nógv. Slíkar broytingar kosta ofta í byrjani, men tað var ikki til at síggja tí við tíðini 12,85 sek skar hon 0,17 sek av sínum persónliga metið. Í øðrum riðli var Elin á geil 4. Hon tyktist longu trygg við at brúka startblokkin, sum annars krevur tilvenjing. Hon kempaði væl allar 80 m, og við tíðini 13,84 sek var hon bara 0,32 sek frá einum plássi í finaluni.

Elena Ellindsdóttir Olsen

So fór Elena víðari til hæddarlop. Her var Bjalla Beintudóttir Dalsgarð eisini við. Upphiting gekk ikki heilt eftir vild, men so við og við byrjaði atrenningin at sita. Tá so kappingin byrjaði sat tað, tí báðar komu lættliga uppum fyrstu hæddirnar. Tá so yvirliggjarin fór upp á 1,15 m, so tók Bjalla sítt persónliga met við 5 sentrimetrum. Hon royndi 1,20 m, har serliga síðsta royndin var nær við, men hesaferð endaði hon á 1,15 m, sum rakk til bronsumerkið. Við at leypa uppum 1,20 í fyrstu royndini bøtti Elena eisini um sítt persónliga met við 5 sentimetrum. Hetta bleiv endaliga úrslitið hjá henni, sum rakk til eitt silvurmerki.

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð

Í finaluni á 80 m teininum var Elena á geil 2. Eins og innleiðandi, so kom hon væl avstað úr blokkinum. Tá hon kom upp í renning, sást at n‎ýggi stílurin riggaði væl, og aftur vísti Elena at hon tekur seg skjótt fram, tí aftur skar hon munandi av sínum persónliga metið, hesaferð til 12,63 sek. Tað rakk til eitt fjórða pláss í kappingini.

Dreingir 12-13 ár

William E.S. Kruse og Arni Bartal Joensen byrjaðu við Spjótkast, har teir báðir høvdu ein harðan dyst um bronsumerkið. Arni Bartal tók leiðsluna í hesum dystinum í fyrsta umfarið við 12,88 m. William royndi at svara aftur í øðrum, men við 12,71 m var hann ov stuttur. Arni Bartal legði aftur luft millum seg og William í øðrum umfarið við at kasta 14,38 m. Í triðja umfarið sat tað hjá William, sum kom heilt út á 17,27 m, og fór harvið framvið Arna Bartal, sum í síðsta umfarið kom út á 14,12 m. Harvið fór William heim við bronsumerkinum, bara 1½ m frá silvurmerkinum.

William E. S. Kruse

Báðir fóru so beina leið til finaluna á 80 m, har Arni Bartal var í geil 5 og William í geil 6. Aftur gjørdist tað ein dystur millum teir báðar um bronsumerkið, hesaferð var tað tó Arni Bartal, sum gjørdist tann drúgvari, tí við tíðini 13,67 sek var hann eitt vet frammanfyri William, sum við tíðini 14,02 sek gjørdist nummar f‎‎ýra í tøttu kappingini.

Arni Bartal

Arni Bartal royndi seg eisini í hæddarlop, her var byrjunarhæddin 1,00 m. Hesa hædd kom Arni Bartal uppum uttan trupulleikar, men tá yvirliggjarin fór upp á 1,05 m steðgaði hjá Arna Bartal, tí hóast góðar royndir, so kom hann ikki hægri hesaferð. Hann fekk silvurmerkið fyri avrikið.

Gentur 14-15 ár

Ai Waagstein, sum venur flestu greinar, byrjaði dagin við at royna seg á fyrsta sinnið við 100 m. Tá skotið fór var hon skjót avstað, men misti tó eitt sindur í mun til hinar. Hon kempaði tó væl, men megnaði ikki at renna seg fram á annað pláss. Fyri tíðina 16,10 sek (w: 0,0 m/s) fekk hon bronsumerkið.

Næsta kappingin hjá Ai var spjótkast, sum er grein, har hon hevur kastað væl til venjing. Hon legði, sum vant út við at kasta persónligt met, tí fyrsta kasti kom heilt út á 26,24 m, sum er 1,64 m longri enn hon hevur kastað áður. Næsta kasti sat eisini væl, men var eitt vet styttri. Í triðja umfarið fekk hon verðuliga ferð á spjótið, og lendi tað heilt út móti 30 m strikuni, tíðanverri markeraði tað ikki (oddurin av spjótinum skal nerta jørðina fyrst fyri at kasti skal telja við), og var tí ikki mátað. Hon royndi tríggjar ferðir afturat, men hesaferð kom hon ikki longri, men við 26,24 m vann hon eitt trygt gullmerkið.

Ai Waagstein

Dreingir 16-17 ár

Tór Magnus Kjær Kruse, sum byrjaði at venja frælsar í ár, hevur støðugt tikið seg fram. Tað var tí við spenningi at hann byrjaði sína luttøku á sínum fyrsta FM fyri ung. Hann var á uttastu geil. Hann hevur onkuntið verði í so ótolin í startinum, men hesaferð var hann tolin, og fekk hann tí nógv meir ferð burturúr hvørjum fetið. Harvið var hann nærvið hinar í byrjani, og so var uppgávan at halda stílin, og tað megnaði hann væl allan vegin. Á málinum segði tíðin 13,81 sek, sum er 1,62 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Fyri tað fekk hann silvurmerkið.

Tór Magnus Kjær Kruse

Tór Magnus royndi seg eisini við 700 g tunga spjótinum. Hetta er grein hann ikki hevur vant, og var tað uttan iva orsøkin til at fyrstu kastini miseydnaðust, men í triðja koma hann út á 17,18 m. í fimta økti hann til 19,95 m, sum gjørdist tað longsta, og hetta fekk hann gullmerkið fyri.

Tór Magnus endaði dagin við at leypa longdarlop. Her byrjaði Tór Magnus við stuttari atrenning, og tí var ferðin hann kom inn til plankan við ikki so høg. Hann legði tó út við at leypa 3,85 m. Í triðja økti hann til 4,09 m. Eftir fjórða umfarið var avtala at leggja 4 fet afturat atrenningini. Hetta er óvanligt, men av tí at ferðin hjá Magnus var í so lá, og hann annars var sera tryggur í atrenningini so var satsa. Hetta riggaði væl, tí eftir at smájustera í fimta lopið, so kom hann heilt út á 4,30 m. Fyri hetta fekk hann eitt broncumerkið.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen og Olivia Sunadóttir Hansen byrjaðu dagin við diskuskast. Hjá Oliviu, sum n‎‎ýliga er byrja at venja, var hetta fyrsta kapping í frælsari ítrótt. Elin, sum venur Spjótkast burturav, vísti longu frá byrjan at hon er kropsliga væl fyri, tí uttan atrenning kastaði hon diskin heilt út á 21,19 m. í øðrum umfarið økti hon til 22,33 m. Hetta helt sær til síðsta umfarið, tá hon økti enn eina ferð til 22,75 m, sum er góðar 2 metrar longri enn hon hevur kastað fyrr í ár. Olivia skuldi líka koma í gongd, og eftir nøkur miseydnaði kast, fekk hon tað at sita í fimta umfarið, tá hon kastaði 14,19 m. Hon økti til 14,58 m í sætta og síðsta umfarið. Tær fingur ávikavist gull og silvur fyri avrikið.

Olivia Sundaóttir Hansen

Báðar fóru tær til Spjótkast. Her vísti Elin longu í fyrsta umfarið at hon er í serflokki her heima í løtuni við at kasta 34,86 m. Í øðrum og triðja umfarið kemur hon ov langt fram undir spjótið í síðsta fetinum, og tískil miseydnaðust kastini. Í fjórða var hon meir upprætt og kom meir fram ígjøgnum síðsta fet, og kom spjótið heilt út á 36,26 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Fyrstu tvey kastini hjá Oliviu miseydnaðust, men í triðja kom hon heilt út 18,31 m, og kom harvið upp á annað pláss í kappingini. Hon royndi at koma longur út, men hesaferð gjørdist 18,31 m tað longsta. Tað rakk til eitt silvurmerkið aftanfyri Elin.

Elin Niclasen

Gentur 20-22 ár

Tinna Berg Jørgensen, sum primert venur sprint og longdarlop, byrjaði dagin við at kasta diskus. Hon legði út við at kasta 16,67 m. Hon økti í øðrum til 17,08. Eftir tvær royndir afturat, sum ikki bøtti um úrslitið, valdi hon at steðga fyri at byrja upphiting til 100 m finaluna. Hon fekk gull fyri avrikið.

Starturin hjá Tinnu hevur verði á góðari leið, tíð hevur fokus verði at økja um toppferðina og evnini at halda høga ferð longst møguligt. Venjingin í løtuni er tó primert fokusera uppá at vera væl fyri til dystin um danska meistaraheitið fyri ung komandi vikuskiftið, og tí er Tinna eitt sindur tung í beinunum. Hon var tó, sum vant, skjót avstað og kom gott upp í ferð. Hon var eitt sindur anspent, men helt tó eina góða rútmu allan vegin. Hóast tungu beinini rann hon teinin uppá 13,65 sek, sum bara er 0,02 sek frá hennara persónliga metið. Tað rakk til eitt trygt gullmerkið.

Tinna Berg Jørgensen

Triðja kappingargreinin hjá Tinnu, var spjótkast. Her vísti hon longu í fyrsta umfarið, at hon er væl fyri, tí við 25,44 m legði hon góðar 5 metrar omaná sítt persónliga met. Næsta kasti var bara eitt vet styttri. So skuldi satsast, men hesaferð rakk ikki, tí hóast kastini tyktust long, so markerðaði spjótið ikki í triðja og fjórða umfarið. Fimta gjørdist so aftur góðar 24 m. Hon fekk gullmerkið fyri teir 25,44 m hon kastaði í fyrsta umfarið. Tinna endaði sín dag við at royna seg í longdarlop. Av tí at hon hevur flutt seg so nógv í sprint er atrenningin broytt, tí støðugt økjandi ferð, merkir at hon støðugt má broyta atrenning. Tá hon so eisini er eitt sindur troytt í løtuni, blívur tað komplekst. Í fyrstu royndini var hon eitt sindur varðin. Longdin bleiv mátað til 4,38 m. So fór ferðin og intensiteturin upp, men tíðanverri vóru næstu tvey lopini yvirtrakk. Í triðja umfarið kom hon út á 4,55 m, meðan tey síðstu tvey aftur blivu yvirtrakk. Eitt av lopunum, har hon gjørdi yvirtrakk, bleiv máta, tað var 4,83 m. So Tinna er klár at leypa langt, um hon annars fær atrenning og timing at sita

Previous Article
Next Article

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *