LOADING

Type to search

FMU 2021 – dagur 1

Kast sprint tíðindi Uncategorized úrslit

FMU 2021 – dagur 1

Share

Kappingarnar um føroyameistaraheitið fyri ung byrjaði sum vant fríggjakvøld, har rimarenning, hamarkast og 300 m renning var á skrá.

Gentur 12-13 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Elin Johnsdóttir royndu seg á 300 m. Tað, sum var enn meir hugaligt var, at tað vóru heilir seks luttakarar. Tær gjørdu seg so klárar til startin, Elin á geil 1 og Elena á geil 4. So fór starturin, og vóru tær sum eitt skot avstað. Elena pressaði nógv í startinum og ávegis inn í svingið var hon í tøttum dysti við tvær aðrar um annað plássi. Hesin dystur helt áfram í svinginum, har Elena kom út á einum fjórða plássi, men henni so líkt, so fann hon nakað eyka, og rann seg fram á eitt flott annað pláss. Tíðin gjørdist 50,72 sek, sum er góð 3 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Hetta var fyrsta kapping í frælsari ítrótt hjá Elin, men hon rann teinin júst sum hann skuldi rennast. Pressaði í byrjani, fyri síðan at royna at halda ferðina sum best, og vóna at nakað var eftir síðstu metrarnar. Hon megnaði ikki at halda heilt somu ferð sum tær fremstu, men kom á mál víð tíðini 63,12 sek, sum er ein góð debut.

Elin Johnsdóttir
Elena Ellindsdóttir Olsen

Dreingir 12-13 ár

William E. S. Kruse hevði avgjørt at royna seg í 80 m rimarenning, har hann skuldi royna at renna uppum 76,2 cm høgu rimarnar. Hetta er grein hann ikki hevur roynt áður, og í venjing hevur heldur ikki veri fokus á hesi grein. Rimarnar kunna tykjast høgar, og tí avskrekkjandi tá man kemur við fullari ferð, tí kemur tað meir enn so fyri, at óroyndir íðkarar steðga. William hevði tó røttu tilgongd, tí hann var agressivur inn yvir hvørja rim, og hevði fokus á at koma víðari til næsta skjótast gjørligt. Hann hevði tí eina javna ferð, og kom lætt uppum allar rimarnar. Á málinum segði tíðin 18,07 sek (w: 2,0), sum hann fekk silvurmerkið fyri.

William E. S. Kruse

Gentur 14-15 ár

Ai Waagstein byrjaði dagin við 300 m, sum er teinur hon ikki hevur roynt áður. Hon legði hart út, men helt síðan ferðina gjøgnum svingi, har hon lá lið um lið við eina aðra. Úr svinginum fekk hin fótin framum, og hóst Ai pressaði allan vegin, so gjørdist hon eitt vet ov stutt til gullið hesaferð, men hon fekk silvurmerkið fyri tíðina 52,81 sek.

Ai Waagstein

Ai fór beina leið til hamarkast, har 3,0 kg tungi hamarin lá og bíðaði. Hon er í løtuni við at skifta frá einum umgangi til tveir umgangir. Tí var avgjørt at byrja við einum, tí tað er tryggari. Her miseydnaðist fyrsta kasti, men í øðrum kom hon heilt út á 19,55 m, sum er smáðar 4 m longri enn hon hevur kastað áður. So fór hon at royna tveir umgangir. Tað fyrsta miseydnaðist, men so kom hon betur inn í tað, men banin av hamarnum var í so flatur. Í triðja fekk hon góðan bana, men her var ferðin í minna lagi. Í síðsta skifti hon aftur til 1 umgang, men tað lendi beint uttanfyr. Við teimum 19,55 m fekk hon tó eitt trygt gullmerkið.

Ai Waagsteing

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen royndi seg við 4,0 kg tunga kvinnuhamaranum. Elin, sum venur spjótkast burturav, valdi at kasta uttan at snara, tvs hon svingaði hamaram runt 4 ferðir og so blakaði hon hann afturum seg. Ikki er vanligt at kasta langt á henda hátt, men Elin er bæði sterk og kvik, og tí kom hon heilt út á 21,28 m í síðsta umfarið. Tað er bara 22 cm frá hennara persónliga meti. Hon fekk gullmerkið fyri avrikið.

Elin Niclasen

Previous Article
Next Article

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *