LOADING

Type to search

FM2021

Kast Lop sprint tíðindi Uncategorized úrslit

FM2021

Share

Fyrra dagin av FM, sóu vit, at Elin er aftur har, hon var áðrenn skurðviðgerðina í knæðnum, at Tinna heldur áfram við at bøta um síni met, at Tórur er skjótasti føroyingur umframt bestur í longdarlop, at Miso er við at nærkast teimum góðu tíðunum á 100 m og at William hevur tikið seg sera nógv fram bæði á 100 m og í longdarlop.

100 m Kvinnur

Tinna Berg Jørgensen royndi seg aftur á 100 m teininum, har hon bøtti munandi um sítt 5 ára gamla persónliga met fyri einum mánað síðan. Fyrst skuldi hon royna at koma í finaluna. Av tí at umstøðurnar vóru góðar, so var avgjørt at royna eftir einari góðari tíð, hóast tað var óvanliga tíðliga um morgunin. Tinna kom var avstað, og lá fremst eftir fyrstu metrarnar, men so fór ein framvið, men tætta kappingin hjálpti og tískil kom hon á mál við tíðini 13,63 sek, sum er 0,23 sek skjótari enn 5 vikur gamla persónliga metið, men hon restaði 0,03 sek í at klára elitukravið hjá FÍF.

Finalan lá eftir longdarlop, har Tinna hevði lopið seks hørð lop umframt testing av atrenning, so gjørdi hetta at beinini ikki vóru heilt líka klár til finaluna, sum tey vóru til innleiðandi kappingina. Tinna kom tó aftur væl avstað, og har hon fyri 4 vikum síðan misti nógv móti endanum, helt hon munandi betur. Tíðin á málinum segði 13,41 sek (W: 3,2 m/s). Tað rakk til eitt fjórða pláss.

finalan á 100 m hjá kvinnum (Tinna Berg Jørgensen)

100 m Menn

Tórur Mortensen, Miso Buha og William á Lava Persson royndu seg á 100 m teininum. Miso og William vóru í fyrra riðlinum. Báðir komu væl úr startinum. Miso, sum er væl fyri, valdi at taka tað róligt móti endanum, tí hann var vísur í at koma í finaluna. Tíðin gjørdist 11,87 sek. William, sum á fyrsta sinnið hevur aldur til at luttaka á stóra-FM (FM á breyt fyri vaksin) var yngsti luttakari. Hann kom væl avstað, og tað var eyðs‎‎‎‎‎‎‎‎ýnt at hann hevur tikið seg fram, tí hann rann væl betur enn hann gjørdi fyrr í ár. Hetta sást eisini á málinum, tí við tíðini 15,33 sek, skar hann 0,89 sek av sínum persónliga metið. Tórur, sum var í næsta riðlinum, tók sær somuleiðis av løttum, og rann seg trygt í finaluna við tíðini 11,55 sek.

Fyrri innleiðandi riðilin (Miso Buha og William á Lava Persson)

Eins og hjá kvinnunum, so lá finalan eftir longdarlop, har Tórur luttók. Fyrsti startur miseydnaðist, men í næstu royndini komu teir avstað. Tórur av skjótt fremst, og var ongantið ivi um, hvør fór at vinna kappingina. Harafturímóti var dysturin um annað til fjórða pláss stak tættur. Her endaði Miso á triðja plássi við tíðini 11,70 sek, sum er persónligt met. Tíðin hjá Tórur á fyrstaplássi var 11,32 sek. Hetta var triðja greinin Tórur hevur roynt seg í higartil í ár, og triðja greinin har hann hevur klára oyggjaleikakravið.

Finalan á 100 m hjá monnum (Tórur Mortensen og Miso Buha)

Longdarlop Kvinnur

Tinna, sum yvirraskaði tey flestu við, at leypa persónligt met í fyrstu kapping í nógv ár, var aftur klár at royna seg, og aftur leyp hon langt. Tekniskt var tað tó ikki optimalt, tí hon fekk ikki rútmuna gjøgnum avsett at rigga. Hon leyp tó heilar 4,69 m í fyrsta umfarið, og bøtti hon harvið um sítt bara 4 vikur gamla persónliga met. Hóast hon royndi at fáa tað at sita tekniskt, so kom hon ikki longri hesar fer, men teir 4,69 m rukku til eitt flott bronsumerkið.

Longdarlop Kvinnur: Tinna Berg Jørgensen

Menn Longdarlop

Tórur og William royndu seg í longdarlopi. Tórur, sum ikki hevur vant longdarlop í meir enn eitt ár, var favorittur at vinna, og longu í fyrsta lopið leyp hann 6,58 m, sum endaði við at vera nóg mikið til at vinna kappingina. Tað sást tó, at hann ikki hevur lopið, tí tryggleikin í atrenning og avsett manglaði. Tað var tí ikki fyrr enn í síðsta lopið, at hann fekk tað at rigga eitt sindur betur. Tað lopið bleiv mátað til 6,91 m. William hevur primert arbeitt við at fáa ferð á atrenningina, og so halda rútmuna út gjøgnum lopið. Í fyrstu lopunum var hann eitt sindur varðin, men í triðja lopið fekk hann góðkenda ferð á og helt tr‎‎ysti gjøgnum lopið. Tað bleiv máta til 3,75 m, sum er 33 cm longir enn hansara persónliga met. Í næstu lopunum var hann aftur eitt sindur varðin, fyri í síðsta at fáa ferðina allan vegin ígjøgnum. Hetta var tíðanverri yvirtrakk, men uttan iva hansara longsta lop á degnum.

Londarlop Menn: Tórur Mortensen
Longdarlop Menn: Willam á Lava Persson

Diskuskast

Tinna og Elin Niclasen royndu seg við 1 kg tunga diskinum. Av tí at spjótkast lá beint eftir diskuskast, valdi Elin einans at kasta eitt kast, fyri síðan at fara at fyrireika seg til spjótkast, sum er hennara primera grein. Kasti hjá Elin gjørdist 20,90 m. So hevði Tinna seks royndir at fanga Elin. Fyrsta var beint undir 20 m. Tað næst fór útum 20 m strikuna, men tó ikki nóg mikið til at takað gullið frá Elin. Í fjórðu royndini kom hon aftur útum 20 m, men aftur var tað eitt vet ov stutt til at taka gullið. So skuldi satsast, men hesaferð eydnaðist tað ikki. Elin vann sostatt gull við 20,90 m, meðan Tinna fekk silvur við 20,35 m. Kasti hjá Tinnu er góðar tveir metrar longri enn hennara persónliga met.

Diskuskast Kvinnur: Elin Niclasen

Hjá monnunum vann Heri Ziska við 30,31 m.

Spjótkast Kvinnur

Elin og Tinna royndu seg báðar við 600 g tungu spjótunum. Elin, sum bleiv skurðviðgjørd í knæðnum stutt eftir FM í 2020, har hon setti sítt verandi persónliga met. Síðan hevur hon miðvíst vant knæði uppaftur, soleiðis at hon nú kann kasta 100% aftur. Tíðin, har hon hevur vant uppaftur er n‎‎‎ýtt til at optimera mátan Elin arbeiðir við yvirkroppinum og ørmunum. Kastini eru støðugt blivi longri til venjing, so nú var at vita, hvussu tað gekk á FM. Her vísti Elin í fyrsta kasti at hon er klár aftur, tí longu í fyrsta kasti kom hon heilt út á 37,12 m, sum bara er 49 cm frá hennara persónliga meti. Næsta kasti var beint undir 37 m. næstu kastini royndi Elin í so nógv og tí miseydnaðist kasti. Í síðsta var refokusera, tempo kom uppaftur og aftur kastaði hon langt, men ikki líka langt sum í fyrsta kasti. Við hesum leggur Elin seg á eitt trygt annað pláss á danska styrkislistanum. Tinna hevði í byrjani trupulleikar við at fáa kasti at marker, tvs at fáa oddin av spjótinum at nerta fyrst, men fimta umfarið bar til, tá hon kom út á 20,04 m. í sætta riggaði aftur, og hesaferð kom hon út á 20,33 m, sum rakk til eitt silvurmerkið.

Spjótkast kvinnur: Elin Niclasen

Annar dagurin

Annan dagin á FM sóðu vit, at Tórur eisini ein ringan dag er okkara besti tr‎‎‎ystøkkari, meðan Miso tekur seg skjótt fram í somu grein, umframt at okkara kvinnur eisini kunna í greinum tær ikki venja til dagligt.

Tr‎ystøkk, Menn

Tórur Mortensen og Miso Buha royndu seg í tr‎ystøkk. Báðir vóru teir við til DM í juli, har teir endaðu sum ávikavist nr 1 og 3. Hesaferð leyp tó hvørgin upp til sítt besta. Tórur hevði trupulleikar við rygginum, og við tí belastningi (15-20x kroppsvekt) sum kroppurin verður útsettur fyri í næsta lopinum, er ikki hugsingur um at fáa góð lop. Tórur kempaði tó, og megnaði at leypa útum 14 m við 14,07 m sum tað besta. Á øðrum plássi hevði Miso aðrar avbjóðingar. Hann leyp sera væl, men atrenningin sat ikki heilt. Antin fór rútman, ella gjørdi hann eitt lítið yvirtrakk, har tað síðsta uttan iva var hansara besta lop nakrantíð. Tað var tíðanverri yvirtrakk við 2-3 centimetrum. Tað longsta á degnum gjørdist tískil 11,52 m, sum er góðar 2 metrar frá hansara besta.

Trýstøkk menn: Miso Buha
Trýstøkk menn: Tórur Mortensen

Hamarkast

Spjótkastarin Elin Niclasen og sprintarin/longdarleyparin Tinna Berg Jørgensen royndu seg við 4,0 kg tungu hamaranum. Har legði Tinna seg á odda í øðrum umfarið við einum kasti uppá 12,80 m, men Elin svaraði aftur í triðja við at kasta 21,28 m. Báðar skuldu seinni til kúlustoyt, so eftir 4 umfør valdu tær at steðga.

Hamarkast kvinnur: Tinna Berg Jørgensen

Hjá monnunum vann Heri Ziska við 31,33 m.

Kúlustoyt, Kvinnur

Elin og Tinna vóru aftur klárar, men hesaferð var Edna Maria, sum umboðaði Føroyar í longdarlop á Gibraltar fyri tveimum árum síðan eisini við. Her lat Elin ongan iva vera um, hvør skuldi hava gullið, tí við at stoyra kúluna út á 7,79 m í fyrsta umfarið var kappingin avgjørd. Edna Maria tryggjaði sær silvur við einum stoyti uppá 7,13 m í triðja umfarið, meðan Tinna, sum hevði meitt sær armin í spjótkast, kom út á 6,15 m, sum hon fekk bronsumerkið fyri.

Kúlustoyt kvinnur: Edna Maria Debes, Elin Niclasen og Tinna Berg Jørgensen

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *