LOADING

Type to search

Ungar Hvirlur vístu aftur hvat tær megna

Kast Lop miðtein sprint tíðindi úrslit

Ungar Hvirlur vístu aftur hvat tær megna

Share

Onnur stórkapping á breyt var í góðveðrinum á Tórsbreyt leygardagin (29. Mai). Her var serliga hugaligt at síggja, hvussu væl Hvirlan var umboðað í yngru bólkunum. Felagsnevnarin fyri øll var tó ídni og viljin at kempa, sum øll løgdu fyri dagin.

Dreingir -7 ár

Ungi Derek Rasmussen fekk hesaferð møguleika fyri at royna seg á 40 m teininum, og hesum tók hann av. Hann stóð klárur tá skotið fór, og so reyk hann avstað, og hóast teinurin “einans” er 40 m, so er tað langt, at renna so skjótt man megnar, tá man er so ungur. Hetta megnaði Derek væl, tí á málinum segði tíðin 9,95 sek (w: -1,7 m/s)

Gentur 8-9 ár

Brynja Lútzen og Jóna Bjørg Apol Berg royndu seg á fyrsta sinnið á 40  teininum. Tær runnu báðar í øðrum riðli, har Brynja var á geil 3 og Jóna Bjørg á geil 4. Eisini hjá teimum var hetta fyrstu ferð, tær royndu seg, men tað sást ikki. Tær dystaðust allan vegin til mállinjuna. Tað endaði við at Brynja vann riðilin við tíðini 8,07 sek, meðan tíðin hjá Jónu Bjørg gjørdist 8,61 sek, sum rakk til eitt triðjapláss í riðlinum.

Brynja helt leiðina áfram til longdarlop, har hon eisini royndu seg á fyrsta sinnið. Hon legði út við at leypa heilar 2,24 m. Hon hevði tá tvær royndir eftir, men hóast hon gav alt, so kom hon ikki longur út hesaferð, og tískil endaði hon á 2,24 m, sum rakk til eitt sætta pláss samanlagt.

Tá 145 g tungu bóltarnir komu fram, vóru báðar aftur klárar. Her miseydnaðist tó fyrsta kast hjá báðum, men í øðrum kom Brynja út á 7,78 m, meðan Jóna Bjørg kom út á 12,85 m. Tær steðgaðu tó ikki har, tí báðar øktu tær í triðja og síðsta umfarið. Jóna Bjørg til 12,92 m og Brynja til 9,37 m. Hetta rakk til ávikavist sjeynda og áttanda pláss samanlagt.

Síðsta kappingin var 400 m og her var Jóna Bjørg við. 400 m er ein heilur umgangur á Tórsbreyt. Jóna Bjørg legði varðliga út, og helt eitt støðugt tempo, men royndi so tá 100 m vóru eftir, at fara framvið henni sum lá beint frammanfyri, hetta riggaði ikki, men á málinum royndi hon aftur og nú bar til. Tíðin gjørdist 1 min 41,15 sek, sum rakk til eitt sjeynda pláss samanlagt.

Dreingir 10-11 ár

Heilar fimm hvirlur stóðu klárar, tá fyrsta kappingin hjá 10-11 ára gomlu dreingjunum fór í gongd. Henda kapping var longdarlop. Í fyrsta umfarið legði Pætur Krosstein út við at leypa 3,49 m, og legði hann seg harvið á fyrsta pláss. Jóhan Waagstein var beint í hølunum við 3,35 m. Christian Dal Christiansen kom eisini útum 3 m í fyrsta lopið tá hann leyp 3,06 m. Rói Thomassen leyp 2,71 m og Domenik Rasmussen leyp 2,61 m. Í næsta umfarið økti Domenik til 3,00 m. í triðja setti Pætur trumf á, við at leypa heilra 3,79 m og vann ein tryggan sigur. Jóhan fylgdi við og kom út á 3,44 m, sum einans var 3 centimetrar frá øðrum plássi. Christian økti ti 3,30 m, sum rakk til fjórða pláss. Domenik økti ikki og endaði tískil á sjeynda plássi við 3,00 m, meðan Rói økti í síðsta umfarið til 3,77 m, sum rakk til eitt níggjunda pláss. Jóhan legði 39 centimetrar omaná sítt persónliga met. Pætur legði 34 centimetrar omaná sítt met og Christian legði 19 centimetrar omaná.

Jóhan, Pætur, Christian og Rói fóru so at royna seg í síni fyrstu kapping á 200 m teininum. Jóhan, Pætur og Christian vóru í fyrra riðli. Teir komu allir væl avstað tá skotið fór, og spentu í í svinginum, tá teir komu úr svinginum, var Pætur og Jóhan í tøttum dysti um eitt fyrsta pláss, meðan Christian lá í einum tøttum dysti um eitt fjórða pláss. Henda støðan helt sær og á málinum segði tíðin hjá Pætur 35,05 sek, hjá Jóhan 36,34 sek og hjá Christian 39,71 sek. Í øðrum riðli royndi Rói seg. Her var hann skjótur avstað tá skotið fór, og so var at kempa, og tað dugir hann. Á málinum segði klokkan 38,01 sek. Samanlagt endaðu teir sum nummar 3 (Pætur), 5 (Jóhan), 6 (Rói) og 7 (Christian).

Teir fýra (Jóhan, Pætur, Christian og Rói) hildu so áfram til kúlustoyt, har 2 kg tunga kúlan lá og bíðaði. Hjá Jóhan og Pætur var hetta fyrsta kappingin í kúlustoyt. Her tóktust teir einigir í fyrsta umgangi, tí teir stoyttu kúluna út á ávikavist 5,63 m (Jóhan), 5,86 m (Pætur), 5,66 m (Christian) og 5,62 m (Rói). Í øðrum umfarið økti Jóhan við einum centimetri til 5,68 m, meðan Christian legði næstan ein metur omaná og kom út á 6,40 m, sum er 3 metrar longri enn hansara persónliga met. Í síðsta smekkaði Pætur til og kom út á 6,54 m, sum rakk til eitt annað pláss. Christian kom ikki longur, men endaði á triðja plássi, Jóhan økti til 6,08 m og endaði á einum fimta plássi, meðan Rói økti til 5,74 m og endaði á einum sætta plássi og økti samstundis um sítt persónliga met við 9 centimetrum.

Teir fýra endaði dagin við at royna seg á 400 m teininum. Hjá Pætur, Jóhan og Christian var hetta fyrsta royndin á teininum. Her løgdu allir hart út, men skjótt trektu Pætur og Jóhan frá saman við trimum øðrum, meðan Christian og Rói lógu í tøttum dysti um eitt sætta pláss. Hetta helt sær líka til tað endaði í einum øgiligum spurti. Her var Pætur tann stinnasti og vann við tíðini 1 min 17,16 sek, meðan Jóhan fekk hála triðja pláss heim við tíðini 1 min 18,34 sek. Dysturin um sætta pláss endaði við at standa millum Róa og Christian, og her var Christian tann sterkari. Tíðin gjørdist 1 min 27,81 sek, meðan Rói á sjeynda plássi kom á mál við tíðini 1 min 28,26 sek, sum er tvey sekund skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Gentur 12-13 ár

Sólja Rye, Elena Ellindsdóttir Olsen og Bjalla Beintudóttir Dalsgarð vóru aftur hesaferð til dystin fús. Tær byrjaðu dagin við hæddarlop, sum bara Elena hevði roynt áður. Byrjunarhæddin var 1,00 m, sum allar komu lætt uppum í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin uppá 1,05 m. Her komu Elena og Bjalla uppum í fyrstu royndini, meðan Sólja hesaferð ikki kom uppum. Hon endaði sostatt á einum fjórða plássi við 1,00 m. Bjalla kom eisini uppum 1,10 m í fyrstu royndini, meðan Elena kom uppum í næstu royndini. Á 1,15 m miseydnaðust tvær tær fyrstu royndirnar hjá báðum, men í triðju royndini kom Elena uppum. Hjá Bjallu eydnaðist tað ikki hesaferð og endaði hon sostatt sum nummar 3 við 1,10 m. Elena royndi seg síðan á 1,20 m, men hóast góðar royndir, har tann triðja var sera nær við, so kom hon ikki uppum hesaferð. Hon endaði tískil á øðrum plássi við 1,15 m, sum er 10 centimetrar hægri enn hon hevur lopið áður.

Tær fóru so allar til 200 m startin, har tað óvanliga var hent, at styrkismetingin hevði spjatt heldur enn savna tær sterkastu. Slíkt verður annars bara gjørt tá ein finala skal rennast eisini. Tað hendi ikki í dag, og tískil kom løgna styrkismetingin til at fora fyri einari veruligari kapping um plássini. Elena og Sólja runnu í fyrra riðlinum, og her endaðu tær sum ávikavist nummar tvey og fýra við tíðunum 32,74 sek og 43,39 sek. Í næsta riðli kom Bjalla á mál sum nummar trý við tíðini 36,02 sek. Samanlagt gjørdust tær nummar 4 (Elena), 6 (Bjalla) og 7 (Sólja). Elena, sum hevði roynt teinin áður, skar 1,79 sek av sínum persónliga metið.

Kúlustoyt var næsta á skránni, og aftur vóru tær allar til dystin fús. Eisini her var hetta fyrstu ferð at Bjalla og Sólja royndu seg í hesi grein. Her legði Bjalla hart út við at stoyra 2,0 kg tungu kúluna út á 5,69 m. Elena kom út á 4,19 m, meðan Sólja kom út á 2,58 m. í øðrum umfarið økti Bjalla til 5,58 m, Elena øktl til 4,31 m, meðan Sólja økti til 2,93 m. Í triðja og síðsta umfairð øktu allar enn eina ferð. Bjall endaði við at koma út á 5,96 m, sum rakk til eitt triðja pláss. Elena kom út á 4,32 m, sum rakk til eitt fjórða pláss. Tað var eisini 81 centimetrar longri enn hon hevur megnað áður. Sólja endaði við at koma útum 3 m strikuna við 3,05 m.

Síðsta greinin var 800 m, og her var Elena einasamøll, um at umboðað Hvirluna. Hetta gjørdi hon tó sera væl, tí sum vant legði hon út í einum støðugum tempo, og helt hetta. Longu eftir fyrstu 100 m var hon á odda og hon økti aftur til hinar allan vegin. Á málinum segði klokkan 2 min 52,59 sek, sum er smá 5 sek skjótari enn hon hevur megnað at runnin teinin áður.

Dreingir 12-13 ár

Baldur Báruson Persson byrjaði dagin við kúlustoyt. Her var Baldur Báruson Persson klárur, at vita hvussu langt hann megnaði at stoyta 3,0 kg tungu kúluna. Í fyrstu royndini fór hann skeivan veg út úr ringinum, og tí bleiv kasti ikki góðkent. Í næstu royndini fekk hann veruliga kraft í kúluna, men tíðanverri kláraði hann ikki at halda seg í ringinum, og bleiv kasti tí ikki máta. Í triðja var hann meir varðin, og bleiv kasti tí ikki heilt so langt sum í øðrum umfarið, men hesaferð megnaði hann at halda seg innanfyri. Tað bleiv máta til 4,24 m, sum rakk til eitt fjórða pláss samanlagt.

Hann fór síðan til 200 m startin. Her rann hann á innastu geil. Hann kempaði væl allan vegin, og á málinum segði klokkan 51,67 sek, sum rakk til eitt triðja pláss samanlagt.

Tá 800 m skuldi í gongd var William E. S. Kruse klárur at royna seg. Hetta var hansara fyrsta kapping á hesum teininum. Hann legði hart frá landi, men valdi so at seta ferðina eitt vet niður, fyri síðan at halda hesa ferðina. Hetta megnaði hann væl, og á málinum segði klokkan 3 min 12,14 sek, sum rakk til eitt annað pláss.

Gentur 14-15 ár

Jóhanna Súnadóttir Pedersen byrjaði við at kasta 500 g tunga spjótið. Fyrsta kasti hevði góða ferð, men spjótið lendi flatt, og tískil bleiv tað ikki máta. Í næsta kom hon út á 17,92 m, sum er 1½ m longri enn hennara persónliga met. Hon økti til 18,34 m í fjórða umfarið, sum bleiv hennara longsta. Hetta er 2,20 m longri enn hon hevur megnað áður, og rakk tað til eitt fyrsta pláss í kappingini.

Jóhanna fór síðan til 200 m startin. Sprint stílurin hjá Jóhannu er munandi bøttur í vetur, og hevur tað longu resultera í munandi persónligum meti á 200 m. Hon vónaði tí at kunna renna móti sterkari rennarum fyri at kunna fáa so góða tíð sum møguligt, men her vóru riðlarnir settir soleiðis saman, at tær vóru tvær í einum aldursbólki sum runnu saman, meðan fimm úr trimum aldursbólkum runnu í næsta riðli. Eitt løgi val! Jóhanna gjørdi tó sítt, og var skjót avstað, og kom upp at renna í sínum effektiva stíli. Tað sást tó at har manglaði kapping, tí eyðkenda pressi móti endanum, tá hon er í tættari kapping kom ikki. Hóast manglaði kapping, so segði klokkan 28,63 sek, sum er 0,2 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður, og hevur hon sostatt bøtt um sítt persónliga metið við meir enn einum sekundið higartil í ár.

Dreingir 14-15 ár

Aleksandur Ellefsen er nýliga byrjaður at venja aftur, og skuldi royna seg í síni fyrstu kapping við 600 g tungu spjótunum. Hann legði út við at kasta spjótið út á 14,11 m. Hann økti til 14,25 m í øðrum, til 15,17 m í triðja og so til 17,90 m í fjórða. Tað fimta miseydnaðist, men í sætta kom hann aftur langt, men tó eitt vet styttri enn í fjórða umfarið. Hann endaði sostatt sum nummar eitt við 17,90 m.

William á Lava Persson, sum fyri tveimum vikum síðan, vísti at hann er við at fáa ferðina upp, skuldi hesaferð royna seg í longdarlop. William er byrjaður at arbeiða við tempo inn til avsett. Hetta krevur álit á, at man rakar plankan. Eitt álit, sum tað tekur tíð at fáa uppá pláss. William ivaðist fyrstu lopini, og leyp hann tí 30-40 centimetrar aftanfyri plankan. Í Fimta umfarið kom hann við nógvari ferð og fekk ferðina væl inn í lopið, og leyp hann uttan iva útum 4 m strikuna. Tíðanverri var tað yvirtrakk við einum lítlum centimetri. Hansara longsta gjørdist tískil 3,41 m, sum hann leyp tvær ferðir. Tað er bara ein centimetur frá hansara persónliga metið. Hann gjørdist nummar eitt í sínum aldursbólki.

Gentur 16-17 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaði við at kasta 500 g tunga spjótið. Í teimum fyrstu kastunum brúkti hon ov nógv armin, heldur enn at leggja kroppin í kasti. Hon kom tó útum 20 m í triðja umfarið, men har var meir at heinta. Tað vísti hon í fimta umfarið, tá hon fekk kroppin í kasti. Hesaferð endaði spjótið heilt úti á 23,67 m, sum er 2,51 m longri enn hon hevði kastað áður. Sætta miseydnaðist, men hon ognaði sær eitt trygt fyrsta pláss við teimum 23,67 m hon kastaði í fimta umfarið.

Kristina fór síðan til longdarlop, sum hon heldur ikki plagar at venja. Manglandi rutinan gjørdi at hon ikki fekk atrenningina at passa, og leyp hon tí langt aftanfyri plankan hvørja ferð. Hon kom tó út um sítt gamla personliga met í øllum seks lopunum. Tað longsta gjørdist 3,88 m, og um havt verður í huga, at hon ikki nart plankan, sum er 20 centimetrar breiður, so var veruliga longdin omanfyri longri enn 4 metrar. Hon gjørdist nummar tvey.

Kristina endaði dagin við miðteini, sum er tað hon primert venur fram móti. Í seinastuni hevur hon arbeitt við, at fáa ein meir orkueffektivan rennistíl, og tí var tað við spenningi at hon fór í gongd. Hon fangaði lætta rennistílin beinan vegin, og legði so út við einum tempo, hon áður hevur havt trupult við at halda allar 800 m. Hesaferð var tó ongin trupulleiki, hon helt tempo, og megnaði enntá at seta ein spurt inn síðstu 120 m. Á málinum segði klokkan 2 min 38,06 sek, sum er 5,02 sek skjótari enn hennara 1 mánað gamla persónliga met. Hetta rakk til eitt annað pláss í kappingini.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen royndi seg í síni sergrein, sum er spjót. Elin, sum bleiv skurðviðgjørd í knæðnum í byrjani av vetrinum, hevur nýtt veturin til at rætta uppá nøkur grundleggjandi ting í kropp og armføring. Hetta hevur gingið væl og kastar hon munandi reinari, enn hon hevur gjørt áður, men slíkar broytingar í teknikkinum skapa ein óstabilitet inntil nýggi teknikkurin er so mikið fast-vandur, at tann gamli ikki tekur yvir, tá man roynir at kasta langt. Í dag sást, at enn er nýggi teknikurin ikki nóg stabilur, tí Elin gleið aftur í eitt millumting millum gamla teknikkin og tann nýggja, har hon misti positionina í impuls-fetinum (síðsta fetið inn til kasti). Hetta gjørdi, at hon kom til at “hála niður í spjótið”, sum tað eitur tá aftari endi flýgur skjótari fram enn fremri í byrjani av kastinum. Elin vísti tó, at hon er í einum flokki fyri seg, við at kasta 600 g tunga spjótið út á 30,34 m.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *