LOADING

Type to search

Tórur aftur føroyskt met

Lop tíðindi úrslit

Tórur aftur føroyskt met

Share

Tórur Mortensen heldur áfram, har hann slepti í vetur, tí longu í fyrstu kapping uttandura í 2021, bøtti hann um føroyska metið uttandura, hann setti sama stað í august 2016.

Tórur, sum er fluttur til Aarhus í lestrarørindum, hevði eina stak góða innandura-sesong, har hann bøtti tríggjar ferðir um føroyska innandura-metið í trístøkk. Síðan hevur hann  vant fram móti at kappast uttandura, har hann m.a. nýliga var á venjingarlegu í Portugal. Fyrsta kappingin kom rættuliga brádliga, tí saman við venjaranum Lars Nielsen, hugdi hann longur fram, men tá kapping bleiv melda til í Aarhus leygardagin, var avgjørt at fáa trístøkk við, tí ein kapping er eisini góð venjing, serliga havandi í huga avbjóðingarnar við at fáa atrenningina at sita í vetur. Slíkt kann bert venjast í kapping.

Tað sást tó, at enn er nakað at arbeiða við í mun til atrenning, tí tey fyrstu tvey lopini miseydnaðust. Í triðja kom hann tó avstað og leypa 14,93 m. Í triðja og fjórða umfarið argaði atrenningin aftur, men sum so ofta við Tórur, tá á stendur, so leverar hann, tí í fimta leyp hann út á 15,15 m, sum er 12 centimetrar longri enn føroyska metið hann setti í Aarhus fyri smáum fimm árum síðan.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *