LOADING

Type to search

Eldru hvirlurnar góð úrslit á Tórsbreyt

Kast Lop miðtein sprint tíðindi

Eldru hvirlurnar góð úrslit á Tórsbreyt

Share

Eldur Hvirlurnar vístu leygardagin, at tær hava vant væl, tí øll fóru tey heim við úrslitum, sum eru væl omanfyri teirra persónligu met.

Gentur 14-15 ár

Ai Waagstein byrjaði dagin við at kasta 0,75 kg tunga diskin. Ai er nýliga byrja at venja, men hevur longu fanga grund-rørslurnar í diskuskast, sum annars er avbjóðandi grein at fara í holt við. Hon legði út vit at kasta heilar 21,25 m. Næsta kasti var eitt vet styttri, meðan tað triðja miseydnaðist. Í fjórða kom hon út á 21,26 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Tað rakk til eitt trygt fyrsta pláss í kappingini.

Ai

Jóhanna Súnadóttir Pedersen byrjaði sína luttøku við 100 m. Jóhanna hevur arbeitt nógv við at kom upp á forfótin at renna. Hetta er nakað, sum ger hon eisini fær brúkt elastisku kraftina í fótliðunum. Tað gongur framá við hesum, men tað tekur tíð at broyta vanar, tí var tað við spenningi, at hon fór í blokkin. Tá skotið fór sást beinan vegin at hon enn er niðri á hælinum og rennur, men hóast hetta, so stakk hon beinan vegin nøsina framum hinar, og økti hon allan vegin. Á málinum segði tíðin 13,88 sek, sum bara er 0,03 sek frá hennara persónliga meti, hóast hon rann inn í ein mótvind uppá 2,3 m/s. Ein slíkur vindur leggur millum 0,2 og 0,3 sek afturat tíðini.

Jóhanna á 100 m

Næsta kappingin hjá Ai var 1000 m. Eins og í diskuskast so er hetta hennara fyrsta roynd á hesum teininum. Ai er nýliga byrja at venja, og enn er fokus at optimera rørslumynstrini, og tí verður ongin orka løgd í úthaldni í løtuni. Ai er tó fightari, og eftir eitt gott útlegg, bardi hon seg á mál á einum fyrsta plássi við tíðini 3 min 59,79 sek

Ai á 1000 m

Jóhanna endaði dagin við trýstøkk. Hetta er grein hon hevur vant, og eisini longu ogna sær persónligt met í ár. Hon skuldi tó á fyrsta sinnið royna, at leypa í píkaskóm og tóktist hetta nerva hennara atrenning, tí hon hevði trupult við at fáa atrenningina at sita. Hennara fyrsta lop var beint omanfyri 9 m, meðan tey næstu 4 øll miseydnaðust. Í síðsta fekk hon atrenningina at sita betur. Hon kom væl gjøgnum fyrsta avsett, men trekti seg eitt sindur í næsta avsett og tí bleiv næsta flogið ikki optimalt. Tað síðsta sat væl, og kom hon tískil heilt út á 9,50 m, sum er 22 centimetrar longri enn persónliga metið hjá henni. Hon gjørdist nummar eitt við hesum lopinum.

Jóhanna í Trístøkk

Dreingir 14-15 ár

William á Lava Persson royndi seg á 100 m teininum. William arbeiðir í løtuni við at loysa upp í rørslumynstrunum, tvs at fáa størri og leysari rørslur. Tað gevur møguleika fyri at skapa meir kraft og harvið renna skjótari. Tað gongur væl framá við hesum, og tað sást longu í startinum, tí hann var munandi meir opin tá hann kom úr blokkinum enn hann er vanur við, og tá hann kom upp at renna megnaði hann at halda stílin. Á málinum segði klokkan 16,22 sek, sum er 1,19 sek skjótari enn hansara gamla persónliga met, hóast hann hesaferð rann inn í ein mótvind uppá 2,2 m/s.

Gentur 16-17 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield royndi seg á 1000 m. Kristina venur mest fram móti miðteini, men mesta tíðin higartil er nýtt til at optimera renniteknik og fáa ferðina upp. Teknikkurin situr væl nú, og ferðin er á góðari leið, og tí fer fokus nú, at vera meir á úthaldni. At teknikkurin situr sást tá skoti fór, tí hon rann løtt við leysum rørslum. Hon legði varliga út, og helt so eitt støðugt tempo inntil tað vóru 400 m eftir, so økti hon eitt sindur fyri at seta ein øgiligan spurt inn síðstu 100 m. á málinum segði tíðin 2 min 29,65 sek, sum er 8,01 sek skjótari, enn hon hevur runnið teinin áður. Hetta rakk til eitt annaðpláss.

Kristina

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen royndi seg í hamarkast. Hetta er ikki grein hon venur, men hon er tó væl fyri kropsliga, og tí royndi hon seg við einum umgangi, har tey flestu, sum ikki venja, halda seg til at svinga hamaran og so kasta. Hon legði út við at kasta 17,22 m, fyri síðan at økja til 19,40 m í øðrum umfarið. Í triðja kom hon heilt út á 21,50 m, sum er 1,8 m longri enn hennara persónliga met. Hon gjørdist nummar eitt í kappingini.

Elin

Kvinnur

Guðrið Káradóttir royndi seg í hamarkast, sum er hennara primerdisciplin. Í vetur hevur fokus verði at broytt fokus í kastinum frá at hava “langar armar” til at “standa ímóti og trýsta”. Hetta hevur givið ein tryggleika, sum ikki hevur verði har fyrr, og tað ger at tað er lættari at koyra ferð á. Hetta sást tí hon legði út við at kasta bara 1½ m styttri enn hennara føroyska met, fyri at økja við 1 metri í øðrum umfarið. Tá hon so aftur økti við einum metri í triðja fleyg hamarin heilt út á 43,88 m, sum er 47 centimetrar longri enn hennara verandi føroyska met. Ein longri frágreiðing er at síggja her.

Guðrið

Menn

Dánjal Dahl Ljósheim, sum eftir góð úrslit í sprint í 2020 valdi at flyta fokus frá miðteini til lang-sprint (400 m), byrjaði dagin við at renna 100 m. Venjing í vetur gekk sera væl, men í seinastuni er hann gliðin eitt sindur aftur í miðteina-rennistílin, og hevur tað kostað í mun til sprint-ferð, men hesum verður arbeitt við. Starturin hevur tó sitið væl til venjing, men hesaferð var tað starturin, sum miseydnaðist heilt. Hann nærum datt úr blokkinum, og noyddist tí at taka lang (sein) fet fyri at lofta sær. Harvið misti hann rútmuna, og alla ferðina. Hann er tó sterkur og megnaði at renna seg inn aftur í ein góðan sprint-stíl, og fokuseraði uppá at halda stílin. Hetta eydnaðist og kom hann á mál við tíðini 11,87 sek, sum er góðkent havandi í huga startin, at hann so harumframt rann inn í ein mótvind uppá 1,2 m/s sigur at har er okkurt spennandi í vantu.

Dánjal

Dánjal endaði dagin við trýstøkk. Síðstu ferð hann royndi seg í hesi grein var í 2019, og hann hevur ongantíð vant trýstøkk. Tí var fyrsta uppgávan, at finna eina atrenning sum passaði. Hetta riggaði minni gott, tí hann hevði ilt við at fáa hana at sita. Tí hóast hann byrjaði sama stað, so vóru onkur lop yvirtrakk við meir enn einum fóti, meðan onnur vóru væl aftanfyri plankan. Lop er eitt amboð sum nýtt verður til at skapa kraft, og tí dugir Dánjal at seta av. Hetta sást, tí hóast atrenning var sera variabul, so sótu lopini væl. Nógv tað longsta kom í fjórða umfarið, men tað var tíðanverri yvirtrakk. Tað longsta góðkenda gjørdist 11,75 m, sum er 32 centimetrar longri enn hann hevur lopið áður.

Næsta kapping verður um tvær vikur, og tá vanta vit at síggja øll aftur, og vantandi enn fleiri.  

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *