Tórur danmarksmeistari við føroyskum meti

Tórur Mortensen hevur áður luttikið í 3 kappingum innandura, og vunnið allar, umframt at hann hevur bøtt um føroyska metið innandura. Úrslitini gjørdu at hann byrjaði sum favorittur til at ogna sær gullið í kappingini.

Longu í fyrsta lopinum bøtti hann enn einaferð um føroyska metið. Hesaferð til 15,01 m, sum er 2 centimetrar longri enn metið hann setti fyri 14 døgum síðani. Í næstu trimum lopunum argaði atrenningin aftur, har hann kom ov langt niður í næstsíðsta fetið, og tí misti hann ov nógva ferð og fekk ov nógva hædd í fyrsta lopið. Hann var tó enn á einum tryggum fyrsta plássi, tá hann gjørdi klárur til at royna seg í fimta umfarið. Ferðin í atrenningin var á góðari leið, men hann var í so lágur tá hann kom inn á plankan, og tí var hann noyddur til at geva ov nógv eftir og harvið fekk hann ikki neyðugu kraftina í avsetti. Hann var tó tolin á plankanum og fekk tí ferðina við sær inn í næsta avsett umframt at hann fekk slyngu-effektina á avsett beini, sum harvið kom skjótt fram til at seta av til næsta lopið. Næsta lopið sat væl og somuleiðis tað síðsta. Hóast Tórur ikki kom inn á plankan í fyrsta lopinum, og harvið leyp minst 20 centimetrar frá har lopið bleiv máta, so gjørdist longdin 15,37 m. Harvið legði hann 36 centimetrar afturat føroyska metinum. Síðsta lopið miseydnaðist, men teir 15,37 m hann leyp í fimta umfarið, var næstan ein heilan metur longri enn tað besta hjá nummar tvey, so Tórur vann sostatt ein tryggan sigur og gjørdist sostatt danskur meistari fyri aðru fer.

Nú øll norðanlond hava gjøgnumført síni meistarheitir, og allir teir bestu hava lopið, liggur Tórur á einum sjeynda plássi á norðulendska avrikslistnum aftanfyri 4 sviðar og 2 finnar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *