So er Tórur komin í gongd aftur

Tórur luttók í dag í síni fyrstu trýstøkk kapping síðan hann flutti niður til Aarhus at venja. Mest spenningur var um skaðin í knænum hevði slept heilt, og Tórur tí kundi leypa frítt.

Tórur venur innandura í Aarhus, og her hevur hann fingið status sum úrvalsíðkari hjá danska sersambandinum fyri Frælsa ítrótt. Hetta er orsøkin til, at hann sleppur at venja fult hóast Danmark er lukka niður vegna Korona. Venjingin hevur gingið væl, og hevur hann m.a. lopið útum 14 metrar við stuttari atrenning.

Spenningurin til kappingina var stórur, tí hetta var fyrsta veruliga trýstøkk kapping hjá Tóri síðan oyggjaleikirnar á Gotlandi í 2017, og tí var vantandi at timing fór at vera ein avbjóðing. So var eisini, tí timing í atrenningin riggaði slett ikki. Hann kom tó út á 14,63 m í fyrsta lopið. Næsta var eitt sindur styttri og so bleiv tað yvirtrakk áðrenn hann í fjórða lopið leyp 13,59 m. Tey bæði síðstu blivu aftur yvirtrakk. Teir 14,63 m var nóg mikið at vinna kappingina. Enn er árið ungt, men um hugt verður at støðinum í norðanlondum farna kappingarár, so hevði Tórur tryggja sær pláss millum 25 teir fremstu vaksnu leypararnar í norðanlondum hóast atrenning og timing í avsett ikki riggaði hesaferð. Tórur kappast aftur um tvær vikur, men longu í síni fyrstu kapping staðfestir hann, at hann framhaldandi er besta boð hjá frælsu ítróttini her heima uppá ein íðkara, sum kann koma at luttaka í altjóða meistaraheitum so sum EM, HM og OL, sum er málið.

Viðmerkjast kann at lopið hjá Tórur bara er 15 centimetrar frá føroyska metinum hann sjálvur eigur. Eisini er tað 1,33 m longri enn oyggjaleikakravið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *