Sprintarin sum yvirtók langteinin

Ein av teimum fyrstu, sum komu til venjing tá Hvirlan bleiv stovna í 2008, var tann tá 13 ára gamli Tummas Napoleon Arge. Í byrjani var venjingin fjølbroytt, og royndi hann seg í kappingunum í kast, lop og sprint, men so við og við var tað sprint, hann gjørdi til sítt. Her gjørdi hann skjótt um seg, og var hann í fleiri ár millum okkara fremstu á 100 m teininum.

Tá hann flutti av landinum at lesa, helt hann í fyrsta umgang áfram við sprint, men flutti so til miðtein, har ábendingar skjótt vístu at hann kundi vera við. Undan rennikappingina “Runt Agnið” farna vikuskiftið var hann ikki skrásettur fyri nakra kapping longri enn 3000 m.

Eftir at hava runnið teir 10 km Runt Agnið er tó ongin ivi um, at hann hevur funnið sína hyll, tí í síni fyrstu kapping á hesum teininum gjørdi hann ikki mætari enn, at hann setti alla mótstøðu til viks og rann seg til eitt gullmerkið móti fremstu føroysku rennarunum. Tíðin gjørdist 35 min 29,3 sek, sum bara er tveir minuttir frá oyggjaleikakravinum á 10.000 m, og har skal havast í huga at 10.000 m verða runnir á breyt, har tíðirnar vanliga eru væl betri enn á 10 km á vegnum.

At Tummas Napoleon soleiðis kann bróta ígjøgnum á langteini kemst ikki av ongum. Longu frá byrjan hevði hann ein øgiligan vilja til at kempa og gera tað sum kravdist til hvørja venjing. At hann eisini er úr góðum bergi brotin vita tey flestu, sum kenna eitt sindur til langteinarenning her heima, tí mamman (Rigmor Napoleonsdóttir Arge) var í nógv ár ímyndin av langteinarenning her heima, og ger hon seg galdandi millum tey allar fremstu her heima.

Annars er lítil ivi um at Tummas Napoleon er ein av teimum heilt fáu, um ikki tann einasti, langteina rennarin sum hevur runnið 100 m uppá 11,43 sek!

Myndir: Jóannes Poulsen

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *