1 gull, 2 silvur og 2 fjórða pláss annan dagin á DMU

Eisini annan dagin á DMU vístu ungu hvirlurnar, at tær teljast millum tey sterkastu innan sínar greinar í Danmark. Hesaferð gjørdist úrtøkan 1 gull, 2 silvur og 2 fjórða pláss í fimm kappingum.

Spjótkast (G18-19): Sunniva Bogadóttir – Danmarkmeistari

Finalan í spjótkast hjá gentunum byrjaði longu kl 09:10 um morgunin, sum er heldur óvanligt innan frælsu ítróttina. Sunniva, sum nýliga slerdi ein gamlan skaða í alboganum uppaftur, kastaði við einum skinnara, sum avmarkaði rørsluna í alboganum munandi. Hetta ávirkaði kasti, men støði hjá Sunnivu er so mikið høgt, at tá hon í fyrsta kasti gekk inn til næstsíðsta fet, og so tók impulsfetið dynamiskt, og kastaði 32,89 m, so var gullið longu tryggjað. Hon vildi tó meir, og tí setti hon meir ferð á atrenningina, men næsta kasti miseydnaðist heilt, meðan tað triðja aftur lendi um 32 m strikuna. Fjórða og síðsta miseydnaðist eisini. Sunniva tryggjaði sær tí gullmerkið góðar tveir metrar frammanfyri nummar tvey. Tað besta var tó at fáa staðfest at skinnarin loyvir Sunnivu at kasta spjót hóast skaða í arminum.

400 m rimarenning (D20-22): Dánjal Dahl Ljósheim – silvur

Meðan Sunniva kastaði spjót fór Dánjal í starblokkin at renna 400 m rimarenning bara 16 tímar eftir, at hann rann sær eitt broncumerkið á 400 m teininum. Dánjal hevur góða ferð, men enn hevur hann ikki vant nóg mikið av teknik til at renna um rimarnar og tí endar hann ofta við at leypa ov høgt, og harvið lenda ov tungt eftir hvørja rim. Hetta hendi aftur hesaferð, har hann hevði góða ferð millum rimarnar, men misti ov nógva ferð um hvørja rim. Góða ferðin gjørdi tó at hann ognaði sær eitt trygt silvurmerkið við tíðini 61,50 sek.

Hamarkast (G20-22): Guðrið Káradóttir Petersen – nr 4

Guðrið, sum nýliga bøtti um sítt føroyska met í hamarkast, hevði fingið hendurnar fullar, tí millum tær hon kastaði ímóti vóru bæði nummar eitt og tvey á DM fyri vaksin. Guðrið byrjaði við einum róligum kasti, sum lendi 38,51 m. í øðrum kasti royndi hon at fáa meir ferð inn í fyrsta umgang, hetta gav meir dynamik, men hon helt ímóti heldur enn at trýst hamaran, og tí miseydnaðist kasti. Í triðja kom hon betur eftir hamarnum, men hon gjørdi yvirtrakk. Í síðsta royndi hon aftur, men enn einaferð vildi teknikkurin ikki heilt. Hon endaði sostatt á 38,51 m sum rakk til eitt fjórða pláss, sum er tann placering hon var styrkismett til.

Longdarlop (D20-200): Tórur Mortensen – silvur

Tórur royndi seg í longdarlop, sum er grein har hann bara manglar 5 centimetrar at taka 20 ára gamalt føroyskt met. Hetta fór vantandi at vera ein sera spennandi finala við fýra monnum, sum hava lopið millum 7,14 og 6,93 m í ár. Kappingin gjørdista spennandi tí fleiri vístu, at teir kundu leypa langt. Tað var tó ongin sum heilt fekk tað góða lopið at sita. Í fyrstu tveimum lopunum sakk Tórur og misti harvið ferð inn móti plankanum. Í triðja fekk hann meir ferð við sær, men tað eydnaðist honum ikki at fáa nóg nógva hædd á lopið. Í síðsta sat ferðin, og hann fekk góða hædd á. Tíðanverri var tað yvirtrakk við lítlum centimetri. Hetta lopið var væl longri enn hini, men tað hjálpti ikki, og tí endaði Tórur á øðrum plássi við 6,83 m, 21 centimetrar frá gullinum, og 20 centimetrar frá bronsuni.

200 m (D16-17): Miso Buha – nr 4

Síðstur í eldin hesaferð var Miso, sum royndi seg á 200 m teininum, har hann var styrkismettur at enda nummar 5 og tí rann í a-finaluni. Miso hevur verðuliga fingið ferð á sprint eftir summarferiuna, og tí var spennandi um framgongdin fór at halda áfram. Tíðanverri, so miseydnaðist starturin hjá honum heilt, og var hann aftast av teimum seks í A-finaluni eftir fyrstu 50 metrarnar, men toppferðin er økt munandi og rann hann seg inn á eitt fjórða pláss. Tíðin gjørdist 23,61 sek, sum er 0,99 sek skjótari enn hann megnaði á DMU í 2019.

So er DMU av á hesum sinnið, og gjørdist endaliga úrslitið í 10 kappingum hjá Hvirluni: 3x gull, 2x silvur, 2x broncu, 2x nr 4 og 1x nr 8

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *